Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 60

Abigajil og Dávid

Abigajil og Dávid

HVØR man henda vakra kvinnan vera sum kemur at møta Dávidi? Hon eitur Abigajil. Hon er ein skilagóð kvinna, og hon forðar Dávidi at gera eina ónda gerð. Men áðrenn vit siga meira um tað, skalt tú hoyra hvussu Dávidi hevur gingist.

Eftir at Dávid er flýddur undan Saul, goymir hann seg í einum helli. Hagar kemur øll familjan hjá honum eisini. Okkurt um 400 menn savnast um hann, og Dávid verður leiðari hjá teimum. Hann fer til kongin í Móabslandi og sigur: ’Lat pápa mín og mammu mína búgva hjá tykkum, inntil eg fái at síggja hvussu tað skal gangast mær.’ Síðan goyma Dávid og hansara menn seg í fjøllunum.

Tað er eftir hetta Dávid hittir Abigajil. Maður hennara, Nabal, er ein ríkur góðseigari. Hann eigur 3000 seyðir og 1000 geitir. Nabal er óndur og gírigur. Men konan er vøkur og skilagóð. Ein dagin eydnast henni enntá at bjarga allari familjuni. Latið okkum vita hvussu.

Dávid og menn hansara hava gjørt væl og hjálpt Nabal at verja seyðin. Ein dagin sendir Dávid nakrar av monnum sínum til Nabal at biðja hann gera sær ein beina. Dávids menn hitta Nabal meðan hann og hjálparmenn hansara eru í ferð við at klippa seyðinum. Hetta er ein veitsludagur, og Nabal hevur ov mikið av góðum mati. Menninir hjá Dávidi siga: ’Vit hava verið vinaligir móti tær. Vit hava ongan seyð stolið frá tær, men hjálpt tær at ansa eftir honum. Gev okkum nú afturfyri burtur av øllum matinum tú hevur her.’

’Eg fari ikki at geva monnum sum tykkum matin hjá mær,’ svarar Nabal. Hann er óndur og gírigur og spillir Dávid út. Tá menninir koma aftur og greiða frá øllum, kemur ilt í Dávid. ’Takið svørð tykkara!’ sigur hann. Og so fara teir avstað at drepa Nabal og menn hansara. Men áðrenn teir koma so langt, hendir nakað annað.

Ein maður hjá Nabal hevur hoyrt tað ónda Nabal segði, og hann sigur Abigajil frá tí. Abigajil fer alt fyri eitt at gera mat til reiðar. Hon leggur hann á nøkur esil og skundar sær avstað. Skjótt hittir hon Dávid. Hon fer niður av eslinum, boyggir seg niður og sigur: ’Harri, tú mást ikki leggja í tað sum maður mín, Nabal, gjørdi. Hann er ein býttlingur og ber seg býttisliga at. Her havi eg eina gávu til tín. Tak hana, og fyrigev okkum tað sum er hent.’

’Tú ert ein klók kvinna,’ svarar Dávid. ’Tú forðaði mær at drepa Nabal afturfyri óndskap hansara. Far heim í friði.’ Tá Nabal seinni doyr, verður Abigajil ein av konum Dávids.