Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 65

Ríkið verður býtt sundur

Ríkið verður býtt sundur

VEITST tú hví hesin maðurin skræðir kappan hjá sær sundur? Jehova hevur biðið hann gera tað. Maðurin er Guds profetur Ahia. Veitst tú hvat ein profetur er? Tað er ein maður sum fær boð frá Gudi um tað sum skal henda í framtíðini.

Her stendur Ahia og tosar við Jeroboam. Jeroboam er ein maður sum hevur havt umsjón við fleiri byggiarbeiðum hjá Sálomo. Ahia ger nakað løgið tá hann hittir Jeroboam á vegnum. Hann fer úr tí nýggja kappanum hjá sær og skræðir hann í tólv stykki. Síðan sigur hann við Jeroboam: ‘Tak tær tíggju stykki.’ Hví man Ahia geva Jeroboam tíggju stykki?

Ahia sigur at Jehova fer at taka ríkið frá Sálomo. Tær tíggju ættirnar skal Jehova geva Jeroboam. Tað vil siga at bert tvær ættir verða eftir til son Sálomo, Rehabeam, at ráða yvir.

Tá Sálomo frættir hvat Ahia hevur sagt, verður hann illur. Hann roynir at drepa Jeroboam. Men Jeroboam rýmir til Egyptalands. Nakað seinni doyr Sálomo; hann hevur verið kongur í 40 ár. Nú verður sonurin Rehabeam kongur. Men suðuri í Egyptalandi frættir Jeroboam at Sálomo er deyður, og hann kemur aftur til Ísrael.

Rehabeam er eingin góður kongur. Hann fer nógv verri við fólkinum enn pápin Sálomo. Jeroboam og nakrir aðrir týðandi menn biðja Rehabeam kong um at fara betri við fólkinum. Men Rehabeam lurtar ikki eftir teimum. Hann verður uppaftur óndari enn fyrr. Tað endar við at fólkið ger Jeroboam til kong yvir teimum tíggju ættunum. Men tær báðar ættirnar Benjamin og Juda høvdu framvegis Rehabeam til kong yvir sær.

Jeroboam vil ikki at fólkið hjá honum skal fara til templið í Jerúsalem at tilbiðja Jehova. Hann ger tí tveir gullkálvar og letur fólkið í tíggju-ættaríkinum tilbiðja teir. Skjótt verður alt landið fult av harðskapi og lógloysi.

Trupulleikar eru eisini hjá teimum báðum ættunum í hinum ríkinum. Minni enn fimm ár eftir at Rehabeam er vorðin kongur, fer egyptalandskongurin í hernað móti Jerúsalem. Hann fer avstað við nógvum dýrgripum úr templinum hjá Jehova. Templið fær tí bert frið at standa sum nýtt eina stutta tíð.