Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 67

Jósafat lítur á Jehova

Jósafat lítur á Jehova

HVØRJIR munnu hesir menninir vera, og hvat gera teir? Teir fara í bardaga, og teir fremstu ganga og syngja. Nú spyrt tú kanska: ’Hví hava sangararnir hvørki svørð við sær ella spjót, tá teir skulu í bardaga?’ Latið okkum síggja.

Yvir tveimum ættum í Ísrael er Jósafat kongur. Hann livir um somu tíð sum Akab og Jesabel í tí norðara ríkinum við tíggju ættum. Men Jósafat er ein góður kongur, og tað var pápi hansara Asa eisini. Tí hava tær báðar ættirnar í tí sunnara ríkinum havt tað gott í nógv ár.

Men nú hendir nakað sum skakar fólkið. Boð koma til Jósafat: ’Ein stórur herur úr Móab, Ammon og Se’irsfjøllum er komin at herja á teg.’ Nógvir ísraelsmenn savnast í Jerúsalem fyri at leita sær hjálp hjá Jehova. Teir fara til templið, og har biður Jósafat: ’Jehova, Gud okkara, vit vita ikki hvat vit skulu gera. Vit eru einki mentir móti hesum stóra herinum. Vit biðja teg hjálpa okkum.’

Jehova hoyrir, og hann letur ein tænara hjá sær siga við fólkið: ’Bardagin er ikki tykkara, men Guds. Tit skulu yvirhøvur ikki berjast. Tit skulu bara standa og síggja hvussu Jehova frelsir tykkum.’

Morgunin eftir sigur Jósafat við fólkið: ’Lítið á Jehova!’ Hann letur síðan sangararnar ganga á odda fyri hermonnum sínum, og meðan teir ganga, syngja teir lovsangir til Jehova. Veitst tú hvat hendir tá fíggindin nærkast? Jehova fær hermenninar hjá fíggindanum at klandrast, teir fara at berjast sínámillum. Og tá ísraelsmenn koma, eru allir fíggindahermenninir deyðir!

Gjørdi Jósafat ikki væl í at líta á Jehova? Vit gera eisini væl í at líta á hann.