Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 74

Ein óttaleysur maður

Ein óttaleysur maður

HYGG hvussu tey spotta henda unga mannin! Veitst tú hvør hann er? Hann eitur Jeremias. Hann er ein av teimum stóru profetunum hjá Gudi.

Stutt eftir at Josias kongur er farin undir at beina fyri avgudunum, sigur Jehova við Jeremias at hann skal vera profetur. Jeremias heldur tó, at hann er ov ungur at vera profetur. Men Jehova lovar at hjálpa honum. Og tað ger hann. Óttaleysur sigur Jeremias ísraelsmonnum tað Jehova gevur boð um.

Jeremias sigur at ísraelsmenn mugu halda uppat at gera tað ið er ónt. ’Teir gudarnir fólkini dýrka eru falskir,’ sigur hann. Men nógvir ísraelsmenn vilja heldur dýrka avgudar enn hin sanna Gud, Jehova. Jeremias ávarar um at Gud fer at straffa teir afturfyri at teir eru so óndir, men teir flenna bara at honum.

Árini ganga. Josias doyr, og tríggjar mánaðir seinni verður sonur hansara Jójakim kongur. Enn sigur Jeremias við fólkið: ’Jerúsalem verður lagt í oyði, um tit ikki batna.’ Prestarnir handtaka hann og rópa: ’Vit áttu at dripið teg fyri at siga slíkt.’ Og so siga teir við høvdingarnar í Ísrael: ’Jeremias eigur at verða dripin afturfyri at hann hevur talað ímóti býi okkara.’

Hvat skal Jeremias nú gera? Hann er ikki bangin! Hann sigur við øll ið eru har: ’Jehova sendi meg at siga tykkum at Jerúsalem verður lagt í oyði, um tit ikki venda um frá tykkara óndskapi. Eitt skulu tit vita: Um tit drepa meg, drepa tit ein mann ið einki ilt hevur gjørt.’

Høvdingarnir lata Jeremias sleppa at liva, men ísraelsmenn batna ikki. Alt tað Jehova hevur latið Jeremias boða, gongur út. Nebukadnezar, kongurin í Bábylon, kemur. Hann herjar á Jerúsalem og ger allar ísraelsmenn til trælir. Hann tekur fleiri túsund við sær til Bábylon. Hugsa tær — at verða tikin av fremmandum fólki til eitt fremmant land!