Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 75

Fýra dreingir í Bábylon

Fýra dreingir í Bábylon

NEBUKADNEZAR kongur tekur allar teir dugnaligastu ísraelsmenninar við sær til Bábylon. Síðani velur kongurin teir vakrastu og klókastu ungu menninar teirra millum. Fýra av teimum eru dreingirnir tú sært her. Ein eitur Dániel, og hinar nevna bábyloniarar Sadrak, Mesak og Abed-Nego.

Nebukadnezar vil læra teir ungu menninar at tæna í kongsborgini. Tá teir hava lært í trý ár, ætlar hann at taka teir ið duga best til ráðgevarar. Hann vil at dreingirnir skulu vera frískir og sterkir meðan teir læra. Tí gevur hann boð um at teir skulu hava tann sama góða matin og vínið sum kongurin sjálvur og familja hansara fáa.

Hygg nú at tí unga Dániel. Veitst tú hvat hann sigur við hægsta hirðmannin hjá kongi, Aspenaz? Dániel sigur at hann ikki vil eta tann fína matin hjá konginum. Aspenaz er ivingarsamur. ’Kongurin hevur sjálvur givið boð um hvat tit skulu eta og drekka,’ sigur hann. ’Og um tit nú ikki verða fult so frískir og sterkir sum hinir ungu menninir, fer hann kanska drepa meg.’

Dániel sigur nú við umsjónarmannin sum Aspenaz hevur sett at ansa eftir Dániel og teimum trimum vinum hansara: ’Latið okkum royna í 10 dagar. Gev okkum grønmeti at eta og vatn at drekka. Síðan kunnu tit so meta okkum saman við hinar ungu menninar sum eta kongsins mat, og vita hvør ið sær betur út.’

Umsjónarmaðurin ger sum teir biðja hann. Og tá teir 10 dagarnir eru farnir, síggja Dániel og teir tríggir vinirnir betur út enn allir hinir ungu menninir. So letur umsjónarmaðurin teir halda áfram at eta grønmeti í staðin fyri kongsins mat.

Tá trý ár eru liðin verða allir teir ungu menninir leiddir fram fyri Nebukadnezar. Tá kongurin hevur tosað við teir, metir hann at Dániel og teir tríggir vinir hansara eru klókari enn allir hinir. Hann hevur teir tí eftir hjá sær í kongsborgini. Og altíð tá kongurin setur Dániel, Sadrak, Mesak ella Abed-Nego ein truplan spurning, vita teir 10 ferðir so nógv sum nakar prestur ella vísmaður hjá honum.