Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 82

Mordokai og Ester

Mordokai og Ester

VIT fara nú aftur í tíðina, til nøkur fá ár áðrenn Ezra fór til Jerúsalem. Mordokai og Ester eru tey av ísraelsfólki ið hava mest at týða í persararíkinum. Ester er drotning, og systkinabarn hennara Mordokai er tann mætasti maðurin, næstur kongi. Latið okkum vita hvussu tað bar til.

Tá Ester var pinkulítil doyðu foreldur hennara, og hon vaks upp hjá Mordokai. Persarakongurin Ahasverus hevur eina borg í býnum Susan, og Mordokai er ein av tænarum hansara. Ein dagin er drotningin, ið eitur Vasti, manni sínum ólýðin, og tí velur kongurin sær eina nýggja drotning. Veitst tú hvønn hann velur? Ta vøkru, ungu Ester.

Sært tú henda stolta mannin sum fólk boyggja seg fyri? Tað er Haman. Hann er ein stórur maður í Persia. Haman vil at Mordokai eisini skal boyggja seg fyri honum. Men tað vil Mordokai ikki. Tú sært at hann situr niðri. Hann heldur ikki tað er rætt at boyggja seg fyri einum so óndum manni. Hetta verður Haman illur um, og hoyr nú hvussu hann ber seg at.

Haman sigur lygisøgur um ísraelsfólk fyri konginum. ’Tað er eitt ónt fólk, tey lýða ikki lógir tínar,’ sigur hann. ’Tey eiga at doyggja.’ Ahasverus veit ikki at kona hansara Ester eisini er av ísraelsfólki. Hann lurtar eftir Haman, og setur eina lóg í gildi ið sigur at allir ísraelsmenn skulu drepast ein ávísan dag.

Mordokai verður illa við, tá hann hoyrir um lógina. Hann sendir boð til Ester: ’Tú mást tosa við kong og biðja hann bjarga okkum.’ Í Persia er deyðin vísur um nakar fer til kong uttan at vera boðsendur. Men kortini fer Ester til kongin hóast hann ikki hevur havt boð eftir henni. Kongurin rættir sín gylta stav fram móti henni sum tekin um at hon ikki skal lata lív. Ester bjóðar nú kongi og Haman til ein stóran døgurða. Har spyr kongurin Ester hvat hon ynskir sær. Ester sigur at tað skal hann fáa at vita um hann og Haman koma til ein døgurða aftur næsta dag.

Og tá, meðan tey fáa sær at eta, sigur Ester við kongin: ’Fólk mítt og eg skulu drepast.’ Illur spyr kongurin tá: ’Hvør vágar sær at gera tað?’

’Fíggindin er Haman, hasin óndi maðurin ið har situr!’ sigur Ester.

Nú er kongurin av álvara illur. Hann gevur boð um at Haman skal drepast. Síðan syrgir hann fyri at Mordokai verður mektigasti maðurin í ríkinum, næstur honum sjálvum. Men hvussu er vorðið við lógini um at ísraelsmenn skuldu drepast? Mordokai skipar fyri einari nýggjari lóg ið sigur at ísraelsmenn mugu berjast fyri lívinum tann dagin teir skulu drepast. Av tí at Mordokai nú er ein mektigur maður, kemur nógv fólk ísraelsmonnum til hjálpar, og teir verða bjargaðir undan fíggindum sínum.

Esterbókin í Bíbliuni 1-10.