Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 83

Jerúsalems múrar

Jerúsalems múrar

HER verður arbeitt dúgliga! Ísraelsmenn eru farnir at byggja Jerúsalems múrar aftur. Tá Nebukadnezar kongur 152 ár frammanundan oyðilegði býin, breyt hann múrarnar og býarportrini niður. Ísraelsmenn fóru ikki at byggja múrarnar uppaftur beint tá teir vóru komnir heim úr Bábylon.

Hvussu munnu teir hava kent seg øll hesi árini teir hava búð her uttan múrar um býin? Teir hava ikki kent seg tryggar. Fíggindarnir kundu lættliga koma og leypa á teir. Men nú kemur ein maður ið eitur Nehemias, hann hjálpir teimum at byggja múrarnar aftur. Veitst tú hvør Nehemias er?

Hann er ísraelsmaður og kemur úr býnum Susan, har sum Mordokai og Ester búgva. Nehemias arbeiddi á kongsborgini, so kanska hevur hann verið vinmaður bæði við Mordokai og Ester drotning. Men Bíblian sigur ikki at Nehemias arbeiddi fyri kongin ið Ester var gift við, Ahasverus. Hann arbeiddi fyri tann næsta kongin ið æt Artaxerxes.

Minnist tú Artaxerxes? Tað er tann góði kongurin ið gav Ezra nógvar pengar at umvæla Jehova tempul í Jerúsalem fyri. Men Ezra bygdi ikki teir niðurbrotnu býarmúrarnar uppaftur. Nú skalt tú hoyra hvussu tað bar til at Nehemias gjørdi tað.

13 ár eru liðin síðan Artaxerxes gav Ezra pengar at seta templið í stand fyri. Nehemias er nú yvirskeinkjari hjá Artaxerxes kongi. Tað vil siga at hann skal skeinkja vín fyri konginum, og ansa eftir at kongurin ikki verður dripin við eitri. Tað er eitt álitisstarv.

Ein dagin koma Hanani, ið er beiggi Nehemias, og nakrir menn úr Ísraelslandi at vitja Nehemias. Teir siga honum frá øllum trupulleikunum ísraelsmenn hava at dragast við, og býarmúrunum ið enn liggja í sori. Nehemias verður forharmaður tá hann hoyrir tað, og hann biður til Jehova.

Ein dagin heldur kongurin at Nehemias sær so syrgin út. ’Hví sært tú so keddur út?’ spyr hann. Nehemias sigur at tað er tí standurin er so ringur í Jerúsalem og tí múrarnir eru í sori. ’Hvat vilt tú meðni?’ spyr kongur.

’Lat meg fara til Jerúsalem,’ sigur Nehemias, ’so eg kann byggja múrarnar aftur.’ Artaxerxes kongur er stak lagaligur. Hann letur Nehemias fara, og hjálpir honum eisini at fáa fatur á timbri at byggja við. So títt og knapt Nehemias er komin til Jerúsalem, sigur hann fólkinum frá ætlanum sínum. Tað dámar teimum væl og tey siga: ’Ja, latið okkum fara at byggja.’

Men tá fíggindarnir hjá ísraelsfólki síggja múrarnar reisast, siga teir: ’Komið, latið okkum drepa teir so handa byggingin verður steðgað.’ Men hetta kemur Nehemiasi fyri oyra. Hann gevur arbeiðsfólkinum svørð og spjót, og sigur: ’Verið ikki bangin fyri fíggindunum. Stríðist fyri brøður tykkara, fyri børn tykkara, fyri konur tykkara, og fyri heim tykkara.’

Íbúgvarnir eru sera djarvir. Teir eru til reiðar at stríðast dag sum nátt, og teir halda áfram at byggja. Eftir einans 52 døgum eru múrarnir lidnir. Nú kunnu tey kenna seg trygg í býnum. Nehemias og Ezra læra tey Guds lóg, og fólkið er lukkuligt.

Men kortini er tað ikki heilt sum áðrenn ísraelsmenn vórðu førdir til Bábylon sum fangar. Persarakongurin valdar teimum, og teir mugu tæna honum. Men Jehova hevur lovað at hann skal senda ein nýggjan kong, og at hesin kongurin skal geva fólkinum frið. Hvør er tann kongurin? Og hvussu vil hann fáa frið í lag í heiminum? Umleið 450 ár ganga áðrenn vit hoyra meira um tað. So hendir nakað av stórum týdningi: Eitt lítið barn verður føtt. Men tað er ein heilt onnur søga.