Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 88

Jóhannes doypir Jesus

Jóhannes doypir Jesus

SÆRT tú dúgvuna ið kemur niður yvir høvdið á manninum? Maðurin er Jesus. Hann er umleið 30 ára gamal nú. Og hin eitur Jóhannes. Hann hava vit longu hoyrt eitt sindur um. Minnist tú ta ferðina Maria vitjaði skyldkonuna Elisabet og barnið innan í Elisabet hoppaði av gleði? Barnið í henni var Jóhannes. Men hvat gera Jóhannes og Jesus nú?

Jóhannes hevur koyrt Jesus undir í vatninum í Jordanánni. Soleiðis verða fólk doypt. Fyrst verða tey koyrd niður undir vatnið, og síðan verða tey lyft uppaftur. Jóhannes doypir fólk; tí verður hann nevndur Jóhannes Doypari. Men hví hevur Jóhannes doypt Jesus?

Tí Jesus kom og bað hann gera tað. Jóhannes doypir fólk ið fegin vilja vísa at tey eru forharmað um alt tað illa tey hava gjørt. Men hevur Jesus gjørt nakað hann ikki átti at gjørt? Nei, ongantíð! Tí hann er Guds egni sonur úr himli. Hann er fullkomin og ger aldri nakað skeivt. Tað var tí nakað annað ið gjørdi at hann bað Jóhannes doypa seg. Nú skalt tú hoyra hvør orsøkin var.

Áðrenn Jesus kom til Jóhannes var hann timburmaður. Ein timburmaður ger lutir úr træi, borð, stólar og beinkir. Maður Mariu, Jósef, var eisini timburmaður, og hann hevði lært Jesus tað sama arbeiðið. Men Jehova sendi ikki son sín til jørðina at arbeiða sum timburmaður. Hann hevur eitt serligt arbeiði til hansara, og nú er tíðin komin tá Jesus skal fara undir tað arbeiðið. Fyri at vísa at hann nú er komin at gera vilja Faðirs síns, biður Jesus Jóhannes doypa seg. Heldur tú tað er nakað ið dámar Gudi?

Ja, tí tá Jesus er doyptur, sigur ein rødd úr himli: ’Hesin er sonur mín, sum eg havi tokka til.’ Tað sær eisini út sum himmalin opnar seg og henda dúgvan dalar niður yvir Jesus. Men tað er eingin dúgva. Tað sær bara soleiðis út. Í veruleikanum er tað Guds heilagi andi.

Nú hevur Jesus nógv at hugsa um. Hann fer einsamallur út í oyðimørkina í 40 dagar. Har kemur Satan til hansara. Tríggjar ferðir roynir Satan at fáa Jesus at gera nakað sum er ímóti Guds lógum. Men tað vil Jesus ikki.

Jesus vendir aftur og møtir nøkrum monnum; teir verða fyrstu lærisveinar hansara, fylgismenn hansara. Nakrir eita Andrias, Pætur (ið eisini kallaðist Símun), Filip og Natanael (eisini nevndur Bartolomeus). Jesus og teir nýggju lærisveinarnir fara avstað til Galilea. Í Galilea steðga teir í býnum sum Natanael er úr, Kana. Jesus fer við í eitt stórt brúdleyp og ger har sítt fyrsta undurverk. Veitst tú hvat tað er? Hann ger vatn til vín, so nóg mikið er til allar brúdleypsgestirnar.