Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 89

Jesus reinsar templið

Jesus reinsar templið

HER sær Jesus illur út, heldur tú ikki? Veitst tú hví hann er so illur? Tað er tí hesir menninir í templinum eru so grammir. Teir royna at vinna sær nógvar pengar frá fólkinum ið kemur at tilbiðja Gud.

Sært tú allar oksarnar og seyðirnar og dúgvurnar? Menninir sita beint her við templið og selja dýrini. Hví? Tí ísraelsmenn skulu brúka dýr tá teir ofra til Gud. Men sølumenninir í templinum hugsa mest um at vinna sær pengar.

Guds lóg kravdi at ein ísraelsmaður skuldi ofra til Gud tá hann hevði borið seg skeivt at. Eisini aðrar tíðir áttu ísraelsmenn at ofra til Gud her við templið í Jerúsalem. Men hvaðani fekk ein ísraelsmaður dýrini til offrini?

Summir ísraelsmenn áttu sjálvir fuglar og onnur dýr teir kundu ofra. Men nógvir áttu eingi dýr. Og summi búðu so langt burturi at tað ikki bar til hjá teimum at hava dýrini við sær heilt til templið í Jerúsalem. Tí fóru teir higar til templið og keyptu dýrini teir skuldu brúka. Men sølumenninir kravdu alt ov nógvar pengar fyri tey. Teir snýttu fólk. Og annars áttu teir ikki at standa og selja her í templinum hjá Gudi. Vildu teir selja, kundu teir gera tað uttan fyri tempuløkið.

Tí verður Jesus so illur. Hann koyrir borðini um koll við øllum pengunum og teir fara í allar ættir. Úr reipi ger hann sær eisini ein koyril og rekur øll dýrini úr templinum. Við teir ið selja dúgvur sigur hann: ’Burtur við teimum! Haldið uppat at gera hús Faðirs míns til eina sølubúð!’

Nakrir lærisveinar hjá Jesusi eru við honum. Teir undrast tá teir síggja hann gera hetta. So minnast teir at Bíblian einastaðni sigur um Guds son: ’Kærleiki til Guds hús skal brenna í honum sum eldur.’ Ja, Jesus hevur stóran kærleika til Gud og tempul hansara, tí pínir tað hann at grammir menn misbrúka Guds hús.

Meðan Jesus er her í Jerúsalem til páskahøgtíðina, ger hann nógv undurverk. Aftaná fer hann burtur úr Judea og byrjar ferðina aftur til Galilea. Á vegnum kemur hann gjøgnum landið Samaria. Latið okkum vita hvat hendir har.