Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 101

Jesus verður dripin

Jesus verður dripin

HYGG, nú hendir nakað ræðuligt! Jesus verður dripin. Teir hava hongt hann upp á eitt træ og sligið naglar gjøgnum føturnar og hendurnar á honum. Hví gera teir hetta við Jesus? Tað kann ikki bera til at nakar hatar hann, tá hann hevur gjørt so nógv gott, kann tað?

Jú, nøkur hata Jesus. Hvør man tað vera? Ein er tann óndi eingilin, Satan Djevulin. Tað var hann ið fekk Ádam og Evu at vera ólýðin móti Gudi. Og tað er eisini hann ið fær fíggindarnar hjá Jesusi at fremja hesa ræðuligu brotsgerðina.

Longu áðrenn Jesus verður negldur á træið, pína fíggindarnir hann. Minnist tú at hann varð tikin í urtagarðinum Getsemane? Hvørjir vóru fíggindarnir ið tóku hann? Jú, tað vóru átrúnaleiðararnir. Hoyr hvat nú hendir.

Tá átrúnaleiðararnir taka Jesus, rýma ápostlarnir. Teir lata Jesus verða einsamallan eftir hjá fíggindunum, tí teir verða bangnir. Men ápostlarnir Pætur og Jóhannes rýma ikki langt. Teir fara aftaná fyri at vita hvat hendir Jesusi.

Prestarnir fara við Jesusi til tann gamla mannin Annas, ið fyrr var høvuðsprestur. Her verða teir ikki leingi. So taka teir Jesus til húsið hjá Kaifas; hann er høvuðsprestur nú. Nógvir átrúnaleiðarar eru savnaðir uttan fyri húsið hjá honum.

Her við húsið hjá Kaifasi føra teir rættarmál móti Jesusi. Teir føra fólk inn at lúgva um hann. Allir átrúnaleiðararnir siga: ’Jesus skal doyggja!’ Teir spýta í andlitið á honum og sláa hann við nevunum sum var hann ein ræðuligur brotsmaður.

Meðan alt hetta gongur fyri seg, situr Pætur í garðinum uttanfyri. Náttin er køld, og fólkini kynda bál. Meðan tey sita og verma seg við eldin, hyggur ein av tænastugentunum at Pæturi og sigur: ’Hasin maðurin var eisini saman við Jesusi.’

’Nei, tað var eg ikki!’ svarar Pætur.

Tríggjar ferðir siga fólkini við Pætur at hann var saman við Jesusi. Men Pætur noktar hvørja ferð. Triðju ferðina Pætur noktar, vendir Jesus sær á og hyggur at honum. Pætur verður ólukkuligur tí hann hevur logið, hann fer avstað og grætur. Hann angrar at hann ikki vildi kennast við Jesus fyri øðrum menniskjum.

Tá sólin kemur undan fríggjamorgunin, fara prestarnir við Jesusi til tann stóra møtisalin teir hava, sanhedrinsalin. Her tosa teir um hvat teir skulu gera við hann. Síðan fara teir til Pontius Pilatus við honum, hann er landspartahøvdingur í Judea.

’Hesin maðurin er óndur; hann skal doyggja,’ siga prestarnir við Pilatus. Pilatus tráspyr nú Jesus, og sigur so: ’Eg dugi ikki at síggja at hann hevur gjørt nakað galið.’ Hann sendir nú Jesus til Heródes Antipas. Hann er høvdingur í Galilea, men býr í Jerúsalem. Heródes dugir ikki at síggja at Jesus hevur gjørt nakað skeivt, og sendir tí Pilatusi hann aftur.

Pilatus vil at Jesus skal latast leysur. Tað er siður í landinum um páskirnar á hvørjum ári at geva fólkinum ein fanga leysan. Men fíggindarnir hjá Jesusi vilja heldur hava ein annan fanga leysan, ein tjóv ið eitur Barrabas. Á middegi leiðir Pilatus Jesus útum. Hann sigur við fólkið: ’Hyggið! Her er kongur tykkara!’ Men prestarnir rópa: ’Burtur við honum! Drep hann! Drep hann!’ So gevur Pilatus Barrabas leysan, og teir fara avstað við Jesusi fyri at taka hann av døgum.

Tíðliga á seinnaparti fríggjadagin verður Jesus negldur á ein steyra. Undir hvørjari liðini á honum hongur ein brotsmaður. Teir skulu eisini doyggja á einum steyra. Tú sært teir ikki á bílætinum. Eina løtu áðrenn Jesus doyr sigur annar við hann: ’Minst til mín tá tú kemur í títt ríki.’ Og Jesus svarar: ’Eg lovi tær at tú skalt vera við mær í Paradísinum.’

Var tað ikki eitt deiligt lyfti? Veitst tú hvat fyri paradís Jesus tosar um? Ja, hvar var tað paradísið Gud skapti av fyrstan tíð? Her á jørðini. Og tá Jesus hevur kongavald í himli, fer hann at lata henda mannin liva í tí nýggja paradísinum á jørðini. Er tað ikki gott?