Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 104

Jesus fer til himmals

Jesus fer til himmals

SUM nú dagarnir ganga vísir Jesus seg nógvar ferðir fyri lærisveinunum. Einaferð síggja 500 lærisveinar hann. Hvat heldur tú Jesus tosar um tá hann vísir seg? Um Guds ríki. Jehova sendi Jesus til jørðina fyri at hann skuldi læra onnur um Ríkið. Og tað ger Jesus framvegis, eisini aftan á at hann er vaktur upp frá deyðum.

Minnist tú hvat Guds ríki er? Ja, tað er ein rættilig stjórn, Guds stjórn í himli, og Gud hevur valt Jesus til kong. Sum vit hava lært vísti Jesus hvussu frálíkur kongur hann skuldi blíva; hann gav teimum svongu mat, grøddi tey sjúku, og vakti eisini deyð upp.

So hvussu heldur tú tað verður á jørðini tá Jesus valdar sum kongur í himlinum í túsund ár? Jú, øll jørðin verður eitt vakurt paradís. Har verður einki kríggj, ongar brotsgerðir, eingin sjúka og eingin deyði. Tað vita vit, tí Gud skapti jørðina til at vera eitt paradís sum øll menniskju skuldu hava tað gott í. Tí skapti hann í fyrstuni Edens urtagarð. Og Jesus skal syrgja fyri at alt verður sum Gud hevði ætlað.

Nú er tíðin komin tá Jesus skal aftur til himmalin. Í 40 dagar hevur hann víst seg fyri lærisveinunum. Tí ivast teir ikki í at hann livir aftur. Men áðrenn hann fer avstað, sigur hann við teir: ’Tit skulu verða verandi í Jerúsalem inntil tit fáa heilagan anda.’ Heilagi andin er Guds virkandi megi, ein kraft nakað sum vindurin. Hann skal hjálpa lærisveinunum at gera Guds vilja. At enda sigur Jesus: ’Tit skulu boða um meg til ytstu endarnar á jørðini.’

Tá Jesus hevur sagt tað, hendir nakað løgið. Hann verður lyftur upp móti himli, sum tú sært her. Skjótt verður hann goymdur aftan fyri eitt skýggj, so lærisveinarnir ikki longur síggja Hann. Jesus fer til himmalin, og haðani byrjar hann at ráða yvir sínum lærisveinum á jørðini.