Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 105

Bíðitíð í Jerúsalem

Bíðitíð í Jerúsalem

HESI fólkini eru Jesu lærisveinar. Tey hava gjørt sum hann segði, tey vórðu verandi í Jerúsalem. Meðan tey øll bíða, verður alt húsið knappliga fylt av einum veldigum sjóði, sum av einum óførum stormi. Og nú vísa tungur av eldi seg yvir høvdunum á øllum lærisveinunum. Sært tú á bílætinum at ein lítil logi er yvir hvørjum teirra? Hvat man tað hava at týða?

Tað er eitt undur! Jesus er aftur hjá Faðir sínum í himli, og hann úthellir Guds heilaga anda yvir lærisveinarnar. Veitst tú hvat andin fær teir at gera? Jú, teir fara allir samlir at tosa ymisk mál. Á undursaman hátt tosa teir knappliga mál sum teir ongantíð fyrr hava dugað.

Nógv fólk í Jerúsalem hoyra ljóðið ið er sum ein veldigur stormur, og tey streyma til fyri at vita hvat hendir. Summi eru komin úr øðrum londum fyri at halda vikuhøgtíðina hjá ísraelsfólki. Sum tey verða bilsin! Tey hoyra lærisveinarnar tosa á teirra egna máli um øll tey stórverkini Gud hevur gjørt.

’Hesi fólkini koma øll úr Galilea,’ siga gestirnir. ’Hvussu ber tað til at tey tosa øll málini úr teimum ymisku londunum sum vit hoyra til?’

Pætur stígur nú fram og greiðir frá. Hann sigur at Jesus varð dripin og at Jehova vakti hann upp frá deyðum. ’Nú er Jesus í himlinum við høgru hond Guds,’ sigur Pætur. ’Og hann hevur úthelt heilagan anda sum hann lovaði. Tí hava tit sæð og hoyrt hesi undrini.’

Nógv verða forharmað um tað ið er gjørt við Jesus, tá tey hoyra Pætur greiða frá. ’Hvat skulu vit gera?’ spyrja tey. Pætur sigur við tey: ’Tit mugu broyta tykkara livihátt og verða doypt.’ Nógv ásanna at Pætur hevur rætt. Tann dagin verða okkurt um 3000 fólk doypt og gerast lærisveinar hjá Jesusi.