Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 106

Fríaðir úr fongsli

Fríaðir úr fongsli

HER stendur ein eingil og heldur tí opnu hurðini til fongslið. Menninir hann fríar, eru Jesu ápostlar. Nú skalt tú hoyra hví teir vórðu fongslaðir.

Tað er stutt síðan heilagi andin varð útheltur yvir lærisveinarnar hjá Jesusi. Og nú hendir hetta: Pætur og Jóhannes fara ein seinnapart inn í templið. Beint við hurðina situr ein maður sum hevur verið krypil alt lívið. Hvønn dag bera fólk hann higar so hann kann bidda pengar frá fólki ið fer inn í templið. Tá hann sær Pætur og Jóhannes, biddar hann eisini frá teimum. Hvat gera ápostlarnir?

Teir steðga á og hyggja at tí neyðars manninum. ’Pengar eigi eg ikki,’ sigur Pætur, ’men eg skal geva tær tað sum eg havi. Í Jesu navni, reis teg og gakk!’ Pætur tekur í høgru hond á manninum, og alt fyri eitt springur hann upp og fer til gongu. Fólk ið síggja tað, verða ovfarin og hugtikin av hesum undurverkinum.

’Tann Gud ið vakti Jesus upp frá deyðum, gav okkum kraft til hetta undurverkið,’ sigur Pætur. Meðan hann og Jóhannes tala, koma nakrir átrúnaleiðarar til. Teir eru illir tí Pætur og Jóhannes tosa um at Jesus er vaktur upp frá deyðum. Tí taka teir teir og seta teir í fongsul.

Dagin eftir halda átrúnaleiðararnir eitt stórt møti. Pætur og Jóhannes verða førdir inn, og eisini maðurin sum teir grøddu. ’Við hvørjari kraft gjørdu tit hetta undurverkið?’ spyrja teir illir á málinum.

Pætur greiðir frá at kraftin er frá Gudi, sum vakti Jesus upp frá deyðum. Prestarnir vita ikki síni livandi ráð, tí teir kunnu ikki nokta at undurverkið er hent. Teir ávara ápostlarnar ímóti at tosa meira um Jesus, og lata teir síðan fara.

Hóast hetta halda ápostlarnir teir komandi dagarnar áfram at tosa um Jesus og grøða sjúk. Tíðindi um undurverkini frættast skjótt víða um. Enntá úr býunum kring Jerúsalem koma fólk við sjúkum og biðja ápostlarnar grøða tey. Átrúnaleiðararnir verða øvundsjúkir, tí taka teir ápostlarnar og seta teir í fongsul. Men har verða teir ikki leingi.

Um náttina letur Guds eingil hurðina upp fyri teimum, sum tú sært her. Eingilin sigur: ’Farið til templið og haldið áfram at tala til fólkið.’ Morgunin eftir, tá átrúnaleiðararnir senda menn oman í fongslið eftir ápostlunum, eru teir burtur. Seinni finna teir teir í templinum har teir eru í ferð við at læra fólk, og nú verða teir tiknir til sanhedrinhøllina.

’Vit søgdu jú strangliga við tykkum at tit skuldu ikki tosa meira um Jesus,’ siga átrúnaleiðararnir. ’Men nú hava tit fylt alt Jerúsalem við læru tykkara.’ Ápostlarnir svara: ’Vit mugu lýða Gud sum harra meir enn menniskju.’ Teir boða altso framvegis „gleðiboðskapin“. Er hetta ikki eitt gott fyridømi fyri okkum?