Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 114

Alt ónt skal burtur

Alt ónt skal burtur

HVAT sært tú her? Eitt herlið á hvítum hestum. Men sært tú hvaðani teir koma? Hestarnir koma niður av himli á skýggjunum! Men eru hestar í himlinum?

Nei, hetta er ikki vanligir hestar. Tað vita vit, tí hestar kunnu ikki ganga á skýggjunum, kunnu teir? Men kortini tosar Bíblian um hestar í himli. Veitst tú hví?

Jú, fyrr vórðu hestar brúktir í bardøgum. Tá Bíblian sigur frá at menn koma ríðandi á hestum niður av himli, er tað fyri at vísa at Gud fer í hernað móti onkrum á jørðini. Kríggið verður á einum stað ið nevnist Harmageddon. Í tí krígnum verður alt ónt koyrt burtur av jørðini. Hvussu fer tað at bera til?

Jesus er fremstur í krígnum við Harmageddon. Minst til at Jesus er tann Gud hevur valt til kong í síni nýggju stjórn. Tí hevur Jesus kongakrúnu á høvdinum. Og svørðið vísir at hann fer at drepa allar fíggindar Guds. Er tað óvæntað at Gud vil beina fyri teimum óndu? Nei, ikki tá vit hugsa um tað Gud fyrr hevur gjørt.

Hygg aftur á 10. søguna. Hvat sært tú? Ta stóru vatnflóðina sum beindi fyri teimum óndu. Hvør fekk vatnflóðina at koma? Jehova Gud. Hygg nú at 15. søguni. Har sært tú eld koma niður frá Jehova og oyðileggja teir báðar býirnar Sodoma og Gomorra. Tú minnist at tað var í teimum báðum býunum fólkini vóru so ógudilig.

Og so hava vit 33. søguna. Sært tú tað ið hendir hestunum og stríðsvognunum hjá egyptum? Hvør fekk vatnið at skola oman yvir teir? Jehova. Hann gjørdi tað fyri at verja fólk sítt. Hygg nú at 76. søguni. Har síggja vit at Jehova eisini oyðileggur sítt egna fólk, Ísrael, tí tey hava verið ónd.

Vit skulu tí ikki verða bilsin tá vit hoyra at Jehova fer at lata síni himmalsku herlið koyra alt ónt burtur av jørðini. Og hugsa so um hvat tað hevur at týða. Blaða um á næstu síðu, so fært tú at síggja.