Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 115

Eitt nýtt paradís á jørðini

Eitt nýtt paradís á jørðini

SÆRT tú tey høgu trøini, tey vøkru blomstrini og tey stóru fjøllini? Er tað ikki pent? Sært tú dádýrið ið etur av hondini á dreinginum? Og hygg at leyvunum og hestunum á bønum har yviri. Hevði tú viljað búð í einum húsi á einum stað sum hesum?

Gud vil at tú skalt liva um ævir á jørðini í einum paradísi. Hann vil ikki at tú skalt vera sjúkur sum so nógv eru í dag. Bíblian sigur um tey sum skulu liva í tí nýggja paradísinum: ’Gud skal vera við teimum. Har verður hvørki deyði ella sorg ella pína meira. Alt hitt gamla er farið.’

Jesus skal syrgja fyri at henda deiliga broytingin fer fram. Nær verður tað? Tá hann hevur reinsað allan óndskap og øll ónd menniskju burtur av jørðini. Minst til, at tá Jesus var á jørðini, grøddi hann allar møguligar sjúkur, ja hann vakti eisini upp deyð. Tað gjørdi hann fyri at vísa hvat hann fer at gera um alla jørðina tá hann verður kongur í Guds ríki.

Hugsa tær hvussu frálíkt tað verður í tí nýggja paradísinum á jørðini! Jesus skal ráða í himlinum saman við nøkrum menniskjum hann velur út. Tey skulu ansa eftir allari jørðini og syrgja fyri at øll hava tað gott. Nú skalt tú hoyra hvat vit skulu gera fyri at fáa ævigt lív frá Gudi í tí nýggja paradísinum.