Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

”Tað kann ikki vera satt!“

”Tað kann ikki vera satt!“

Ein maður úr New York greiðir frá: „Sonur mín Jonathan var og vitjaði vinir nakrar fáar kilometrar burturi. Valentinu, konu míni, dámdi illa at hann fór. Hon var altíð bangin um ferðsluna. Men honum dámdi so væl elektronikk, og vinir hansara høvdu ein verkstað har hann kundi sleppa at royna seg. Eg var heima við hús í vestara Manhattan, New York. Kona mín var farin at vitja familjuna hjá sær í Puerto Rico. ’Jonathan verður skjótur aftur,’ hugsaði eg. Tá ringdi duraklokkan. ’Tað man ivaleyst vera hann.’ Men nei. Har stóðu løgreglan og nøkur bjargingarfólk. ’Kennist tú við hetta koyrikortið?’ spurdi løgreglumaðurin. ’Ja, sonur mín Jonathan eigur tað.’ ’Vit hava ring tíðindi at bera tær. Ein vanlukka er hend, og . . . sonur tín . . . sonur tín hevur latið lív.’ Tað fyrsta eg hugsaði var: ’Tað kann ikki vera satt!’ Sárið vit fingu í hjartað av hesi skelkandi hendingini er framvegis ikki lekt, hóast fleiri ár nú eru liðin.“

’Vit hava ring tíðindi at bera tær. Ein vanlukka er hend, og . . . sonur tín . . . sonur tín hevur latið lív.’

Ein pápi úr Barcelona í Spania skrivar: „Vit vóru ein lukkulig familja í Spania í 60’unum. Vit vóru María, kona mín, og tey trý børnini hjá okkum, David, Paquito, og Isabel, sum vóru ávikavist 13, 11, og 9 ára gomul.

Ein dagin í mars 1963 kom Paquito heim úr skúlanum og gramdi seg um ringa pínu í høvdinum. Vit ivaðust í hvør orsøkin kundi vera — men ikki leingi. Tríggjar tímar seinni var hann deyður. Ein heilabløðing gjørdi bráðan enda á lívi hansara.

Meira enn 30 ár eru liðin síðan Paquito doyði, men missurin nívir okkum framvegis. Foreldur sum missa eitt barn sleppa ongantíð undan kensluni av at tey hava mist ein part av sær sjálvum, hvussu long tíð so gongur ella hvussu nógv onnur børn tey so hava.“

Hesar báðar frásøgurnar um foreldur sum hava mist eitt barn, vísa hvussu djúp og drúgv sorgin er tá eitt barn doyr. Ein lækni skrivaði sera beinrakin: „Vanliga er skelkurin nógv størri tá eitt barn doyr enn tá eitt eldri fólk doyr, tí eingin væntar at júst barnið i familjuni doyr. . . . Hvørja ferð eitt barn doyr merkir tað knústar framtíðarvónir í samband við familju [son, sonarkonu, barnabørn], og upplivingar . . . sum tú ongantíð fært.“ Kvinnur sum hitta reis og soleiðis missa eitt barn kunnu eisini hava hesa kensluna av stórum missi.

Ein einkja greiðir frá: „Maður mín, Russell, gjørdi læknatænastu við hermótini í Kyrrahavsøkinum undir seinna heimsbardaga. Hann upplivdi ræðuligar bardagar, men kom undan við lívinum. Hann kom aftur til Sameindu Statirnar og eina meira friðarliga tilveru sum ein Guds orðs tænari. Tá hann var millum 60 og 65 ára gamal fekk hann sjúkueyðkenni sum bendu á at okkurt bagdi hjartanum. Hann royndi at liva eitt virkið lív, men ein dagin í juli 1988 fekk hann ein hjartatilburð og doyði. Tað var hart at missa hann. Eg fekk ikki so frægt sum sagt farvæl. Hann var ikki bara maður mín. Hann var besti vinur mín. 40 ár høvdu vit havt saman. Nú noyddist eg at læra meg at liva við eini heilt serligari einsemiskenslu.“

Hetta eru bert fáir av fleiri túsund sorgarleikum sum hvønn dag raka familjur um allan heimin. Tey flestu sum hava mist eitt barn, ein mann, eina konu, foreldur ella vinir taka undir við tí kristna rithøvundanum Paulusi tá hann sigur at deyðin er „síðsti fíggindin“. Tann natúrliga reaksjónin er ofta at nokta beint tá tey syrgiligu boðini verða givin: „Tað kann ikki vera satt! Eg trúgvi tí ikki.“ Seinni koma ofta aðrar kenslur. — 1 Korintbræv 15:25, 26.

Men latið okkum áðrenn vit hyggja at kenslunum í samband við sorgina, svara nøkrum týðandi spurningum. Endar alt við deyðanum? Er nøkur vón um at vit koma at síggja okkara kæru aftur?

Ein verulig vón

Paulus sum skrivaði ein part av Bíbliuni, greiddi frá vónini um at sleppa undan tí ’síðsta fíggindanum’, deyðanum. Hann skrivaði: „Hin síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur, er deyðin.“ (1 Korintbræv 15:26) Hvussu kundi Paulus vera so vísur í hesum? Tí ein sum sjálvur reis upp frá deyðum, Jesus Kristus, hevði lært hann. (Ápostlasøgan 9:3-19) Tí kundi Paulus eisini skriva: „Við tað at deyðin kom við einum menniskja [Ádami], er eisini uppreisn hinna deyðu komin við einum menniskja [Jesusi Kristi]. Tí eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi.“ — 1 Korintbræv 15:21, 22.

Jesus varð ógvuliga rørdur tá hann møtti einkjuni úr Nain og sá deyða son hennara. Bíblian sigur soleiðis frá tí: „Táið Hann [Jesus] nú nærkaðist býportrinum [Nain], varð ein deyður borin út, sum var einasti sonur móður sína, og hon var einkja; og nógv fólk úr býnum var við henni. Táið Harrin sá hana, tykti Honum hjartaliga synd í henni, og Hann segði við hana: ’Grát ikki!’ So steig Hann til og nam við børuna, og teir, ið bóru, steðgaðu. Og Hann segði: ’Ungi maður, Eg sigi tær: Reis teg!’ Tá reisti hin deyði seg og fór at tala, og Hann gav móður hansara hann. Tá fall ótti á øll, og tey prísaðu Gudi og søgdu: ’Stórur profetur er risin upp millum okkara!’ og: ’Gud hevur vitjað fólk Sítt!’“ Legg til merkis at Jesusi tykti hjartaliga synd í einkjuni og tí reisti hann son hennara upp frá deyðum! Hugsa tær hvat hetta fortelur um framtíðina! — Lukas 7:12-16.

Har, meðan sjónarvitni vóru hjá, gjørdi Jesus eitt ógloymandi undur. Tað var ein fráboðan um ta uppreisnina sum hann longu fyri hesa hendingina hevði profeterað um — endurreisnina til lív á jørðini undir ’einum nýggjum himli’. Tað var tá Jesus segði: „Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram.“ — Opinberingin 21:1, 3, 4; Jóhannes 5:28, 29; 2 Pætur 3:13.

Pætur og aðrir av teimum 12 sum fylgdust við Jesusi á ferðum hansara, gjørdust eisini sjónarvitni til eina uppreisn. Ja, teir hoyrdu eisini hin upprisna Jesus tosa við seg nærindis Galileavatninum. Frásøgnin sigur okkum: „Jesus segði við teir: ’Komið higar og fáið tykkum at eta!’ Men eingin av lærisveinunum vágaði sær at spyrja Hann: ’Hvør ert Tú?’ Tí teir skiltu, at tað var Harrin. Jesus kom tá og tók breyðið og gav teimum tað, somuleiðis fiskin. Hetta var nú triðja ferðin, Jesus opinberaði Seg fyri lærisveinum Sínum, eftir at Hann var risin upp frá hinum deyðu.“ — Jóhannes 21:12-14.

Tí kundi Pætur við fullari vissu skriva: „Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu.“ — 1 Pætur 1:3.

Paulus ápostul segði frá síni vónarvissu við orðunum: „Eg trúgvi øllum tí, sum skrivað er í lógini og profetunum, og havi ta vón til Gud — tað vænta hesir við sjálvir — at uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum.“ — Ápostlasøgan 24:14, 15.

Milliónir kunnu tí hava trygga vón um at síggja síni kæru á lívi aftur á jørðini, men undir heilt broyttum umstøðum. Hvussu verða umstøðurnar tá? Síðsti parturin í hesum heftinum, sum eitur „Ein álítandi vón fyri tey deyðu“, greiðir nærri frá vónini Bíblian gevur í samband við tey kæru sum vit hava mist.

Men latið okkum fyrst hyggja at nøkrum spurningum sum kunnu stinga seg upp tá vit missa ein av okkara kæru: Er tað vanligt at syrgja sum eg? Hvussu kann eg liva við sorgini? Hvussu kunnu onnur hjálpa mær? Hvussu fái eg hjálpt øðrum sum syrgja? Og serstakliga: Hvat sigur Bíblian um eina trygga vón fyri tey deyðu? Komi eg nakrantíð at síggja míni kæru aftur? Hvar?