Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu kann eg liva við sorgini?

Hvussu kann eg liva við sorgini?

„EG KENDI meg hart kroystan til at dylja mínar kenslur,“ fortelur Mike meðan hann minnist deyða pápa síns. Hann helt tað vera mansligt at dylja sorgina, men seinni skilti hann at hann fór skeivur. So tá ein vinmaður misti abba sín, visti Mike hvat hann skuldi gera. Hann sigur: „Var tað fyri nøkrum árum síðani hevði eg ivaleyst givið honum eitt herðaklapp og sagt: ’Nú mást tú manna teg upp.’ Men nú legði eg hondina á armin hjá honum og segði: ’Fjal ikki tínar kenslur. Tað hjálpir tær ígjøgnum. Vilt tú at eg skal fara, so fari eg. Vilt tú hava meg at verða verandi, so verði eg. Men ver ikki bangin fyri at vísa tínar kenslur.’“

Eisini MaryAnne kendi seg kroysta at tempra sínar kenslur tá maður hennara doyði. „Eg hugsaði so nógv um at vera øðrum ein góð fyrimynd, at eg ikki loyvdi mær sjálvari at hava vanligar kenslur,“ greiðir hon frá. „Men at enda sá eg at tað einki batti mær at royna at spæla sterk. Eg kannaði mína egnu støðu og segði við meg sjálva: ’Grát um tú mást. Royn ikki at vera so sterk. Slepp kenslunum leysum.’“

Mike og MaryAnne geva sostatt bæði hesi ráð: Loyv tær sjálvum at syrgja! Og tey hava rætt. Hví? Tí sorg er neyðug, skulu kenslurnar hava fríar ræsir. At loyva kenslunum rásarúm kann lætta trýstið vit eru undir. At vísa natúrligar kenslur við skili og gjøllari vitan, hjálpir okkum at síggja kenslurnar í røttum samanhangi.

Sjálvandi syrgja øll ikki á sama hátt. Og okkurt sum kann hava ávirkan á kenslurnar hjá teimum avvarðandi, er um andlátið hendi knappliga ella eftir langari sjúkralegu. Men eitt tykist vist: At fjala kenslur sínar kann skaða bæði likamliga og kensluliga. Tað er nógv betri fyri heilsuna at geva sorgini leysar teymar. Men hvussu verður tað gjørt? Í Bíbliuni finna vit hent ráð.

Hvussu geva vit sorgini leysar teymar?

Tað kann vera ein lætti at tosa um tað. Tá ættarfaðirin Job hevði mist øll tíggju børn síni og eisini upplivað aðrar sorgarleikir, segði hann: „Sál míni leiðist við lívið; eg skal geva gremju míni leysar teymar, tala í beisku sálarneyð míni.“ (Job 1:2, 18, 19; 10:1) Job fekk ikki longur hildið stúran síni aftur. Hann mátti sleppa henni leysari; hann mátti „tala“. Shakespeare skrivaði í Macbeth: „Gev treganum orð; sorgin, sum ikki talar, vendir sær teskandi móti tí ovbyrjaða hjartanum og býður tí at bresta.“

Ja, at siga einum vini sum lurtar tolin og samkennandi frá kenslum sínum, kann linna sorgina. (Orðtøkini 17:17) Geva vit kenslunum og royndunum orð, verða tær ofta lættari at skilja og viðgera. Og um vinurin eisini sjálvur hevur mist ein kæran og er komin væl fyri seg aftur, kann hann møguliga geva tær hent ráð sum kunnu hjálpa tær ígjøgnum. Ein mamma sum misti barnið hjá sær segði frá at tað hjálpti henni at tosa við eina aðra kvinnu sum somuleiðis hevði mist: „Tað styrkti meg nógv at vita at ein onnur hevði upplivað tað sama sum eg og var komin snikkaleys undan, at hon enn kláraði seg og aftur livdi eina hampiliga góða tilveru.“

Dømi í Bíbliuni vísa at tað kann hjálpa okkum at orða sorgina um vit skrivliga greiða frá kenslum okkara

Men um okkum ikki dámar at tosa um okkara kenslur, hvat so? Tá Saul og Jónatan doyðu skrivaði Dávid ein ógvuliga kenslubornan sorgarsang, og í honum gav hann sorgini fríar ræsir. Hesin sorgarsangur gjørdist sum fráleið ein partur av Bíbliuni og er at finna í Seinnu Sámuelsbók. (2 Sámuel 1:17-27; 2 Krønikubók 35:25) Nøkur halda tað vera lættari í skrift at siga frá sínum kenslum. Ein einkja fortelur at hon skrivaði hvussu hon kendi seg og las tað nakrar dagar seinni. Hon helt at tað lætti um hjá henni.

At siga frá tí tú kennir, veri seg í talu ella á skrift, kann lætta um sorgina. Tað kann eisini rætta misskiljingar. Ein mamma sum misti barnið hjá sær sigur: „Maður mín og eg hoyrdu um eini hjún sum vórðu skild eftir at hava mist eitt barn, og vit vildu ikki at hetta skuldi henda okkum. Hvørja ferð vit gjørdust ill og høvdu hug at geva hvør øðrum skyldina fyri tað sum var hent, tosaðu vit okkum til sættis. Eg haldi at sambandið okkara millum á henda hátt gjørdist nógv tættari.“ Siga vit frá kenslum okkara kann tað læra okkum at hóast tvey hava mist, syrgir annar kanska øðrvísi — ikki við somu ferð og á egnan hátt.

Eitt annað sum kann geva linna í sorgini er at gráta. „At gráta hevur tíð sína,“ sigur Bíblian. (Prædikarin 3:1, 4) Tá vit missa ein kæran er tíð at gráta. Nógv bendir á at grátur sum stendst av sorg er neyðugur um vit skulu koma fyri okkum aftur.

Ein ung kvinna greiðir frá hvussu vinkonan hjálpti henni tá mamma hennara doyði. Hon fortelur: „Vinkonan hjá mær var altíð fús at hjálpa. Vit grótu saman. Vit tosaðu saman. Eg kundi siga henni alt um kenslurnar hjá mær, og tað hevði stóran týdning fyri meg. Mær nýttist ikki at skammast tá eg græt.“ (Les Rómbrævið 12:15.) Nei, tár eru einki at skammast um. Sum vit hava sæð eru nógv dømi í Bíbliuni um trúgvar menn og kvinnur — teirra millum Jesus Kristus — sum opið grótu av sorg uttan at tað tyktist gera tey foy. — 1 Mósebók 50:1; 2 Sámuel 1:11, 12; Jóhannes 11:33, 35.

Syrgjandi úr øllum mentanum vilja fegin uggast

Kanska uppdagar tú at tínar kenslur eina tíð eru eitt sindur ringar at spáa um. Tárini kunnu til dømis renna heilt óvæntað. Ein einkja varnaðist at tað at fara til handils (nakað hon ofta gjørdi saman við manninum) kundi fáa hana at bresta útúr at gráta, serliga tá hon av gomlum vana rætti hondina út eftir onkrum sum manninum plagdi at dáma. Hav tol við tær sjálvum. Og hugsa ikki at tú eigur at forða tárunum. Tey eru ein natúrligur og neyðugur partur av sorgini.

Bas skuldarkenslu

Sum nevnt frammanundan fáa summi skuldarkenslur tá tey hava mist ein kæran. Hetta hjálpir okkum kanska at skilja hvussu djúp sorgin var hjá tí trúfasta Jákupi, tá hann varð lokkaður at trúgva at „eitt villdýr“ hevði dripið son hansara, Jósef. Jákup hevði jú sjálvur sent Jósef út at kanna hvussu brøður hansara høvdu tað. Tí brigslaði hann ivaleyst sær sjálvum, og hugsaði kanska: ’Hví sendi eg Jósef út einsamallan? Hví sendi eg hann út í eitt øki sum yður við villdýrum?’ — 1 Mósebók 37:33-35.

Kanska kennir tú tað sum tú av vansketni onkursvegna hevur lut í andlátinum. Men fatanin av at skuldarkensla — hvørt hon er grundað ella ikki — er vanlig í samband við sorg, kann í sjálvum sær vera ein hjálp. Heldur ikki í hesum føri er neyðugt at goyma sínar kenslur. At siga øðrum frá skuldarkenslunum er kanska tað sum krevst.

Men tað er týdningarmikið at skilja at hvussu nógv vit so elska onnur, kunnu vit ikki ráða fyri lívinum hjá teimum, og vit kunnu heldur ikki verja okkara kæru móti ’tíðini, og hvussu alt vil til’. (Prædikarin 9:11) Haraftrat hevði tú ivaleyst einki ilt í huga. Tá tú til dømis ikki bað vinin fara til lækna fyrr, var tað so tí tú ynskti at hann ella hon skuldi doyggja? Sjálvandi ikki! Hevur tú so veruliga skyldina í at vinurin er deyður? Nei.

Ein mamma lærdi at vinna á skuldarkensluni sum plágaði hana eftir at dóttirin doyði í einari ferðsluvanlukku. Hon fortelur: „Eg brigslaði mær sjálvari at eg sendi hana avstað. Men so við og við skilti eg at tann kenslan var heilt burturvið. Tí einki skeivt var í at senda hana eitt ørindi saman við pápa sínum. Tað sum hendi var ræðuligt, men púra tilvildarligt.“

’Tó er so nógv sum eg vildi ynskt at eg hevði sagt ella gjørt,’ sigur tú kanska. Tað kann vera, men hvør av okkum kann siga at vit sum pápar, mammur, synir ella døtur hava verið fullkomin? Bíblian minnir okkum á henda sannleika: „Vit snáva jú allir í mongum. Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður.“ (Jákup 3:2; Rómbrævið 5:12) Vit mugu tí góðtaka ta sannroynd at vit ikki eru fullkomin. Tað broytir einki at ganga og hugsa um alt tað vit kundu gjørt — men tað kann hin vegin hava við sær at sorgin um andlátið verður drúgvari.

Um tú heldur at tú veruliga eigur at kenna skuld, og tað ikki er nakað tú bara ímyndar tær, hugsa so um tað sum betur enn nakað annað kann lætta skuldarkenslu — Guds fyrigeving. Bíblian vissar okkum: „Gavst Tú misgerðum gætur, [Jehova], hvør varð tá standandi, Harri! Men hjá Tær er syndafyrigeving.“ (Sálmur 130:3, 4) Vit kunnu ikki fara aftur í tíðina og broyta nakað. Men vit kunnu biðja Gud um fyrigeving fyri mistøk. Hvussu kann tað hjálpa okkum? Jú, um Gud hevur lovað at hann vil fyrigeva okkum og ’vaska talvuna reina’, eiga vit tá ikki eisini at fyrigeva okkum sjálvum? — Orðtøkini 28:13; 1 Jóhannes 1:9.

Vinn á vreiði

Kennir tú vreiði — kanska inn á læknar, sjúkrasystrar og vinir ella enntá inn á tann deyða? Eisini hetta er heilt vanligt í samband við eitt andlát. Tað er kanska natúrligt at tú kennir vreiði eftir smeitin tú hevur fingið. Ein rithøvundur hevur sagt: „Bert við at varnast vreiðina — ikki lata hana fáa valdið, men vita at tú kennir vreiði — kanst tú sleppa undan niðurbrótandi ávirkanini hon hevur.“

Tað kann hjálpa at siga frá vreiðini. Hvussu? Avgjørt ikki við útbrotum sum einki tamarhald er á. Bíblian ávarar um at áhaldandi vreiði kann vera vandamikil. (Orðtøkini 14:29, 30) Kanska er tað uggandi at tosa við ein vin sum skilir støðuna. Onnur halda at sterk kropsvenjing kann minka vreiðina. — Les eisini Efesusbrævið 4:25, 26.

Hóast tað er týdningarmikið at vera opin og erligur tá tað snýr seg um kenslurnar, er ein ávaring hóskandi. Stórur munur er á at siga frá sínum kenslum og so at oysa tær yvir á onnur. Tað er ikki neyðugt at geva øðrum skyldina fyri at vit kenna vreiði og vónbrot. Royn tí at tosa um kenslurnar hjá tær, men ikki óvinaliga. (Orðtøkini 18:21) Vit fara nú at umrøða eitt annað sum í stóran mun kann linna sorgina.

Hjálp frá Gudi

Bíblian lovar okkum: „[Jehova] er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.“ (Sálmur 34:19) Ja, eitt gott samband við Gud kann meira enn nakað annað hjálpa tær ígjøgnum tá ein kærur hevur latið lív. Hvussu? Øll tey hentu uppskotini sum verða givin í hesum heftinum byggja á ella eru í samsvar við Guds orð, Bíbliuna. At fylgja teimum kann hjálpa tær víðari.

Undirmet heldur ikki tann týdningin bønin hevur. Bíblian heitir soleiðis á okkum: „Kasta byrði tína á [Jehova]! Hann skal halda tær uppi.“ (Sálmur 55:23) Um tað hjálpir at siga einum samkennandi vini frá kenslunum hjá sær, hvussu nógv meiri man tað so ikki hjálpa at leggja hjartað opið fyri ’Gudi alrar troystar’? — 2 Korintbræv 1:3.

Tað vil ikki siga at bønin bara fær okkum at kenna okkum betur til passar. Hann „sum hoyrir bønir“ hevur lovað at lata tænarum sínum heilagan anda tá teir av heilum huga biðja um hann. (Sálmur 65:3; Lukas 11:13) Guds heilagi andi ella virksami máttur kann geva tær eina „ómetaliga kraft“ til at klára ein dag í senn. (2 Korintbræv 4:7) Gloym ikki at Gud kann hjálpa sínum trúgvu tænarum at tola ein og hvønn trupulleika sum stingur seg upp.

Ein kvinna sum misti eina dóttur fortelur hvussu bønin helt henni og manninum uppi í sorgini. „Vóru vit heima eitt kvøldið og sorgin gjørdist ótolandi, bóðu vit hart saman,“ sigur hon. „Fyrstu ferð vit skuldu gera nakað uttan hana — fara á møti ella fyrstu stevnuna — bóðu vit um styrki. Tá vit fóru upp á morgni og veruleikin tyktist okkum ótolandi, bóðu vit Jehova hjálpa okkum. Av onkrari orsøk hevði eg tað ringt um eg skuldi fara einsamøll inn í húsini. Hvørja ferð eg kom einsamøll heim, bað eg tí Jehova hjálpa mær at sissast.“ Henda trúfasta kvinnan ivast ikki í at tær bønirnar hjálptu henni, og tað av røttum. Tínar áhaldandi bønir kunnu eisini verða svaraðar so tú kennir hvussu ’friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveitir hjarta og hugsanir tínar’. — Filippibrævið 4:6, 7; Rómbrævið 12:12.

Ja, Gud kann veruliga hjálpa okkum. Hin kristni Paulus ápostul skrivaði at Gud „troystar okkum í allari trongd okkara, fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eru í alskyns trongd“. Tað er rætt at hjálpin frá Gudi ikki tekur pínuna, men hon ger hana lættari at tola. Tað merkir ikki at tú gevst at gráta ella at tú gloymir tann deyða. Men tú kanst koma fyri teg aftur. Og tá tú hevur fingið tað betri, kunnu tínar royndir gera teg føran fyri betur at skilja og vísa samkenslu tá tú hjálpir øðrum sum hava mist eins og tú. — 2 Korintbræv 1:4.