Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Innihaldið í bókini

Innihaldið í bókini

Innihaldið í bókini

Fyrstu ferð tú kemur inn á eitt bókasavn, villist tú kanska í øllum bókunum. Men við eini lítlari frágreiðing um hvussu bøkurnar eru skipaðar, lærir tú skjótt at finna runt. Tú finnur eisini lættari runt í Bíbliuni, tá tú veitst, hvussu innihaldið í henni er skipað.

ORÐIÐ „bíblia“ stavar frá tí grikska orðinum bi·bliʹa, sum merkir „papyrusrullur“ ella „bøkur“1 Bíblian er í grundini eitt bókasavn við 66 ymiskum bókum, sum vórðu skrivaðar í einum tíðarskeiði, sum strakti seg yvir 1600 ár, frá 1513 f.o.t. til umleið ár 98 e.o.t.

Tær fyrstu 39 bøkurnar, okkurt um tríggir fjórðingar av tí sum stendur í Bíbliuni, nevnast Hebraisku Skriftirnar, tí tær fyri tað mesta vórðu skrivaðar á tí málinum. Tær kunnu stórt sæð býtast í tríggjar bólkar: (1) Søguligu bøkurnar, Fyrsta Mósebók til Ester, 17 bøkur; (2) poetisku bøkurnar, Job til Hásongin, 5 bøkur; og (3) profetisku bøkurnar, Esaias til Malakias, 17 bøkur. Tær Hebraisku Skriftirnar siga frá fyrstu søgu menniskjans og jarðar, umframt Ísraels søgu frá tjóðin varð stovnað og fram at 5. øld f.o.t.

Hinar 27 bøkurnar nevnast Kristnu Griksku Skriftirnar, tí tær vórðu skrivaðar á grikskum, sum var heimsmál tá í tíðini. Tær eru sum heild skipaðar í evni: (1) Tær 5 søguligu bøkurnar, evangeliini og Ápostlasøgan, (2) tey 21 brøvini og (3) Opinberingin. Tær Kristnu Griksku Skriftirnar snúgva seg um tað, Jesus Kristus og lærisveinar hansara gjørdu og lærdu í fyrstu øld.