Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 13

Teir gjørdust lærisveinar hjá Jesusi

Teir gjørdust lærisveinar hjá Jesusi

Hvør er hesin maðurin, og hvussu verður hann lærisveinur hjá Jesusi?

HVØR er besti tænarin, sum Gud nakrantíð hevur havt á jørðini? — Tú hevur rætt, tað er Jesus Kristus. Heldur tú, at vit kunnu blíva sum hann? — Bíblian sigur, at hann er okkara fyrimynd. Tað vil siga, at vit skulu royna at líkjast honum. Og hann biður okkum verða lærisveinar hjá sær.

Veitst tú, hvat tað er at vera lærisveinur hjá Jesusi? — Tað merkir fleiri ting. Fyrst at vit mugu læra av honum. Men tað er ikki alt. Vit mugu eisini trúgva tí, sum hann sigur. Og trúgva vit tí, ja, so gera vit eisini, sum hann sigur.

Nógv siga, at tey trúgva á Jesus. Men eru tey øll rættir lærisveinar hjá honum? — Nei, tey flestu eru ikki. Tað kann gott vera, at tey ganga í kirkju. Men nógv av teimum hava ongantíð givið sær stundir at finna út av, hvat Jesus lærir okkum. Bara tey, ið royna at vera sum Jesus, eru rættir lærisveinar hjá honum.

Nú skal eg fortelja tær um nakrar av teimum, sum vóru lærisveinar hjá Jesusi, tá hann livdi sum menniskja á jørðini. Ein av teimum fyrstu, var ein maður, sum æt Filip. Hann fór eftir vinmanninum hjá sær, Natanael (ið eisini æt Bartolomeus). Tað er hann, tú sært sita undir trænum. Tá Natanael gekk yvir ímóti Jesusi, segði Jesus: ’Hygg, hetta er sanniliga ein ísraelsmaður, sum einki svik er í!’ Natanael varð bilsin. „Hvaðani kennir Tú meg?“ spurdi hann.

Hvørjar rópar Jesus, so teir kunnu gerast lærisveinar hansara?

„Áðrenn Filip rópti teg, sá Eg teg — meðan tú vart undir fikutrænum,“ svaraði Jesus. Natanael varð bilsin av, at Jesus visti akkurát, hvar hann hevði verið. „Tú ert Sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!“ segði hann. — Jóhannes 1:49.

Judas Iskariot, Judas (eisini nevndur Taddeus), Símun

Nakrir gjørdust lærisveinar hjá Jesusi longu dagin fyri. Teir vóru Andrias og beiggi hansara, Pætur, og so Jóhannes og kanska eisini beiggi hansara, Jákup. (Jóhannes 1:35-51) Men hesir fýra fóru aftur at fiska stutt eftir. So ein dagin, tá Jesus gekk fram við Galileavatninum, bar hann aftur eyga við Pætur og Andrias. Teir lógu úti á vatninum í ferð við at seta garn út. Jesus rópti á teir: „Fylgið Mær.“

Jákup (sonur Alfeus), Tummas, Matteus

Tá Jesus hevði gingið eitt petti longri, sá hann Jákup og Jóhannes. Teir vóru úti í einum báti við pápanum og bøttu gørn. Jesus bað eisini teir koma og fylgja sær. Hvat hevði tú gjørt, um Jesus rópti teg? Hevði tú beinanvegin farið við honum? — Hesir menninir vistu, hvør Jesus var. Teir vistu, at Gud hevði sent hann. Og tí góvust teir alt fyri eitt við fiskiskapinum og fóru við Jesusi. — Matteus 4:18-22.

Natanael, Filip, Jóhannes

Tá teir blivu lærisveinar hjá Jesusi, merkti tað so, at alt, sum teir nú gjørdu, var rætt? — Nei. Kanska minnist tú, at tað einaferð var so galið, at teir fóru at kjakast um, hvør av teimum var størstur. Men teir lurtaðu eftir Jesusi, og teir vóru fúsir at broyta seg. Eru vit fús at broyta okkum, kunnu vit eisini vera lærisveinar hjá Jesusi.

Jákup (beiggi Jóhannes), Andrias, Pætur

Jesus bað nógv ymisk fólk verða lærisveinar hjá sær. Einaferð kom ein ungur maður til Jesus. Hann var ein ríkur ráðharri, og nú vildi hann vita, hvussu hann kundi fáa ævigt lív. Hann fortaldi, at hann hevði hildið Guds boð, frá tí hann var barn. Tá Jesus hoyrdi hetta, segði hann: ’Kom og fylg mær!’ Men veitst tú, hvat hendi? —

Jú, tá ungi maðurin skilti, at tað hevði størri týdning at vera lærisveinur hjá Jesusi enn at vera ríkur, varð hann ógvuliga keddur. Hann var betri við pengarnar hjá sær enn við Gud, og tí bleiv hann ongantíð lærisveinur hjá Jesusi. — Lukas 18:18-25.

Eftir at Jesus hevði boðað í nærum hálvtannað ár, tók hann 12 menn burtur úr øllum lærisveinunum. Teir skuldu vera ápostlar hansara. Tað vil siga, at teir skuldu sendast út í einum serligum arbeiði. Veitst tú, hvussu teir itu? — Latið okkum royna at læra nøvnini. Hygg at myndunum her, og vita, um tú dugir at siga nøvnini. Aftaná kanst tú vita, um tú minnist tey.

Hvørjar vóru hesar kvinnurnar, sum hjálptu Jesusi á ferðunum runt at boða?

Ein av teimum 12 ápostlunum bleiv óndur. Tað var Judas Iskariot. Í staðin fyri hann varð ein annar valdur at vera ápostul. Veitst tú, hvussu hann æt? — Hann æt Mattias. Seinni komu eisini nakrir ápostlar, sum itu Paulus og Barnabas, men teir vóru ikki uppi í teimum 12. — Ápostlasøgan 1:23-26; 14:14.

Sum vit lærdu í kapittul 1 her í bókini, hugsaði Jesus nógv um børnini. Hví gjørdi hann tað? — Tí hann visti, at tey eisini kundu blíva hansara lærisveinar. Ofta duga børn at tosa soleiðis, at eisini vaksin stúrsa við og fáa hug at hoyra meira um stóra Læraran.

Nógvar kvinnur blivu eisini lærisveinar hjá Jesusi. Summar av teimum fóru við honum á ferðunum runt at boða. Tað gjørdu til dømis Maria Magdalena, Jóhanna og Súsanna. Tær hjálptu kanska eisini við at gera Jesusi mat og vaska klæði fyri hann. — Lukas 8:1-3.

Hevði tú viljað verið ein lærisveinur hjá Jesusi? — So mást tú minnast til, at vit ikki blíva lærisveinar, bara tí vit siga, at vit eru tað. Vit mugu eisini bera okkum at sum lærisveinar, og ikki bara tá vit eru á møti í ríkissalinum. Hvar heldur tú til dømis, tað hevur stóran týdning at bera seg at sum ein lærisveinur hjá Jesusi? —

Heima hjá sær sjálvum, tað er klárt. Men eisini í skúlanum og í barnagarðinum. Tú og eg mugu ongantíð gloyma, at ein rættur lærisveinur hjá Jesusi ber seg at sum ein lærisveinur allan dagin, og hvønn dag, hvar hann so er.

Hvar hevur tað stóran týdning at bera seg at sum ein lærisveinur hjá Jesusi?

Nú skulu vit saman lesa, hvat Bíblian sigur um lærisveinar hjá Jesusi í Matteus 28:19, 20; Lukas 6:13-16; Jóhannes 8:31, 32 og Fyrra Pætursbrævi 2:21.