Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 14

Hví skulu vit fyrigeva?

Hví skulu vit fyrigeva?

HEVUR onkur nakrantíð verið óreinur við teg? — Kanska sligið teg ella sagt okkurt ljótt um teg? — Skalt tú so gera tað sama við hann? —

Nógv vilja alt fyri eitt løna aftur. Um onkur til dømis slær tey, ja, so sláa tey bara aftur. Men Jesus lærdi okkum, at vit skulu fyrigeva teimum, sum bera seg skeivt at ímóti okkum. (Matteus 6:12) Skulu vit eisini fyrigeva, tá tað hendir nógvar ferðir? Hvussu nógvar ferðir skulu vit í grundini fyrigeva øðrum? —

Tað vildi Pætur eisini gjarna hava at vita, tí spurdi hann ein dagin Jesus: ’Skal eg fyrigeva so mikið sum sjey ferðir?’ Pætur helt tað vera nógv, men sjey ferðir var als ikki nokk. Um onkur syndaði ímóti honum sjeyoghálvfjerðs ferðir, skuldi hann fyrigeva sjeyoghálvfjerðs ferðir, segði Jesus.

Hvat vildi Pætur gjarna vita um tað at fyrigeva?

Tað er øgiliga nógvar ferðir! Heldur tú ikki, vit skjótt høvdu mist talið, um vit fóru at telja so nógv fornermilsi? Tað er júst tað, Jesus vil læra okkum: Vit skulu slættis ikki royna at minnast, hvussu nógvar ferðir onnur hava borið seg skeivt at ímóti okkum. Biðja tey okkum fyrigeva, so skulu vit gera tað.

Nú vildi Jesus vísa lærisveinunum, hví tað hevði so stóran týdning at fyrigeva. Tá hann hevði svarað spurninginum hjá Pæturi, fór hann tí at siga teimum eina søgu. Vilt tú hoyra hana? — Ja, lurta nú.

Einaferð var ein góður kongur. Ja, hann var so góður og hjálpsamur, at hann lænti tænarunum hjá sær pengar, tá teir komu í neyð. Men so ein dagin vildi hann gjarna hava pengarnar hjá sær aftur. Og ein tænari skyldaði honum 60 milliónir silvurpengar. Tað var ein øgilig rúgva av pengum!

Hvat segði kongurin, tá tænari hansara bað hann hava tol, so hann fekk tíð at gjalda skuldina?

Men hesin tænarin hevði brúkt allar pengarnar og fekk altso ikki goldið teir aftur. So gav kongurin boð um, at bæði tænarin og kona hansara, børnini og alt, sum hann átti, skuldi seljast. Pengarnar, ið fingust fyri tað, skuldi kongurin hava. Hvussu heldur tú, tænarin hevði tað, tá hann fekk hetta at vita? —

Hann blakaði seg á knæ fyri konginum, bað og bønaði: „Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær alt!“ Vart tú kongurin, hvat hevði tú so gjørt við tænaran? — Hesum konginum tykti synd í tænaranum, og hann gav honum alla skuldina eftir. ’Tú skalt sleppa frá at gjalda allar tær 60 milliónir silvurpengarnar,’ segði hann. Og sum tænarin má hava verið glaður!

Men hvat gjørdi hann nú? Hann fór út eftir einum øðrum tænara, einum, sum bara skyldaði honum hundrað silvurpengar. Hann tók um kvørkrarnar á honum og segði: ’Tú skyldar mær hundrað silvurpengar, kom við teimum!’ Ja, hvat dámar tær — at bera seg soleiðis at, tá hann akkurát sjálvur hevði fingið so nógvar pengar eftirgivnar av konginum!

Hvat gjørdi tænarin við samtænaran, ið ikki fekk goldið skuld sína aftur?

Tænarin, sum skyldaði hinum hundrað silvurpengar, var fátækur og fekk ikki goldið við tað sama. Hann fall niður fyri føturnar á samtænara sínum og bað: „Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær!“ Skuldi maðurin hava tol við samtænara sínum? — Hvat hevði tú gjørt? —

Hesin maðurin var ikki so blíður, sum kongurin hevði verið. Hann kravdi at fáa pengarnar hjá sær alt fyri eitt. Og tá nú samtænarin ikki fekk goldið, læt hann hann seta í fongsul. Hetta sóu nakrir aðrir tænarar, og tað dámdi teimum einki. Teir hildu tað vera synd í honum, sum var fongslaður, og fóru beint at siga tað fyri konginum.

Konginum dámdi avgjørt heldur ikki tað, sum var hent. Hann bleiv ógvuliga illur við mannin, ið var farin so illa við samtænaranum hjá sær. Kongurin rópti hann til sín og segði: ’Tín óndi tænari! Gav eg ikki tær alt, sum tú skyldaði mær, eftir? Átti tú so ikki eisini at miskunnað samtænara tínum?’

Hvat gjørdi kongurin við miskunnarleysa tænaran?

Hesin miskunnarleysi tænarin átti at lært av tí góða, sum kongurin gjørdi. Men hann hevði einki lært. Nú læt kongurin hann blaka í fongsul, og har skuldi hann verða, inntil hann hevði goldið allar tær 60 milliónir silvurpengarnar aftur. Men í fongslinum fekk hann jú ikki vunnið sær pengar at gjalda konginum við, og tí mátti hann verða har, til hann doyði.

Tá Jesus hevði fortalt søguna, segði hann at enda við lærisveinar sínar: ’Soleiðis skal himmalski Faðir mín eisini gera við tykkum, um tit ikki hvør sær av hjarta fyrigeva bróður tykkara.’ — Matteus 18:21-35, Ny Verden-oversættelsen.

Sært tú, í veruleikanum skylda vit øll somul Gudi ómetaliga nógv. Vit hava fingið sjálvt lívið frá Gudi! Í mun til, hvat vit skylda Gudi, skylda onnur menniskju okkum ikki serliga nógv. Tað, onnur skylda okkum, svarar bara til teir hundrað silvurpengarnar, sum annar tænarin skyldaði hinum. Men tað, vit skylda Gudi fyri alt tað skeiva, sum vit gera, svarar til teir 60 milliónir silvurpengarnar, sum tænarin skyldaði kongi sínum.

Gud er sera miskunnsamur. Hann fyrigevur okkum, sjálvt um vit hava borið okkum illa at. Hann krevur ikki, at vit skulu gjalda tað, sum vit skylda, við at taka lívið frá okkum med alla. Men tað, vit skulu læra, er, at Gud bara fyrigevur okkum, um vit eisini fyrigeva øðrum, tá tey bera seg illa at móti okkum. Hetta gevur okkum nakað at hugsa um, heldur tú ikki? —

Hvat fert tú at gera, um onkur biður teg um fyrigeving?

Um onkur er óreinur við teg, men aftaná er forharmaður og kanska eisini biður um fyrigeving, hvat gert tú so? Fyrigevur tú? — Og um tað hendir fleiri ferðir, blívur tú so við at fyrigeva? —

Vóru tað vit, ið bóðu ein annan um fyrigeving, so høvdu vit verið glað, um hann fyrigav okkum, heldur tú ikki? — Tí mugu vit eisini fyrigeva øðrum. Og vit skulu ikki bara siga tað, men eisini gera tað innaní, í tonkunum. Gera vit tað, vísa vit, at vit fegin vilja vera rættir lærisveinar hjá stóra Læraranum.

Latið okkum lesa nøkur skriftstøð, sum hjálpa okkum at skilja, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit fyrigeva øðrum: Orðtøkini 19:11; Matteus 6:14, 15 og Lukas 17:3, 4.