Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 23

Hví verða fólk sjúk?

Hví verða fólk sjúk?

KENNIR tú onkran, sum er sjúkur? — Ivaleyst verður tú eisini sjálvur sjúkur av og á. Tú verður kanska forkølaður ella fært ilt í búkin. Nøkur fólk eru illa sjúk. Tey fáa ikki so mikið sum reist seg upp, uttan at onkur hjálpir teimum. Soleiðis er ofta við fólkum, sum eru ógvuliga gomul.

Men øll verða sjúk. Veitst tú, hví fólk verða sjúk og gomul og mugu doyggja til endans? — Einaferð komu tey til Jesus við einum manni, sum ikki fekk gingið, og tá fortaldi Jesus, hví vit verða sjúk og doyggja. Lat nú meg siga frá.

Jesus búði í einum húsi í einum býi tætt við Galileavatnið. Ein rúgva av fólki kom at vitja hann. Tey vóru so nógv, at eingin annar slapp inn, ja, tað var ikki so frægt, at nakar slapp fram at hurðini longur. Og enn komu fólk streymandi. Har komu eisini nøkur við einum manni, sum var lamin og ikki fekk gingið. Fýra menn komu berandi við honum á einari børu.

Veitst tú, hví teir vildu hava tann sjúka við sær til Jesus? — Teir trúðu, at Jesus fekk hjálpt honum. Teir trúðu, at Jesus kundi grøða sjúkuna. Men hvussu fingu teir borið tann lamna mannin inn til Jesus, tá so nógv fólk stóðu fyri? —

Á bílætinum sært tú, hvussu teir bóru seg at. Fyrst lyftu teir mannin upp á takið. Húsið hevði flatt tak. Teir brutu so eitt stórt hol á takið og loraðu børuna við manninum ígjøgnum tað, beint niðurundir til Jesus. Heldur tú ikki, teir høvdu sterka trúgv?

Tá fólkini í húsinum sóu, hvat hendi, vórðu tey ovfarin. Tey sóu ein lamnan mann á einari børu koma niður beint framman fyri seg! Hvat segði Jesus? Varð hann illur, tá hann sá, hvat menninir høvdu gjørt? — Nei, yvirhøvur ikki. Hann varð glaður um, at hesir menninir høvdu so sterka trúgv, og hann segði við hin lamna: „Syndir tínar eru fyrigivnar.“

Hvat bað Jesus hin lamna mannin gera?

Nøkur hildu ikki, at Jesus kundi siga soleiðis. Tey hildu ikki, at hann kundi fyrigeva syndir. Fyri at vísa at hann kundi, segði Jesus tí við mannin: „Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!“

Beint sum Jesus segði hetta, varð maðurin grøddur! Hann var ikki lamin longur. Nú kundi hann sjálvur reisa seg upp og ganga. Øll, ið sóu hetta undrið, vórðu púra ovfarin. Ongantíð í lívinum høvdu tey sæð nakað líknandi! Tey prísaðu Jehova, at hann hevði givið teimum stóra Læraran, sum enntá kundi gera sjúk fólk frísk. — Markus 2:2-12.

Hvat kunnu vit læra av hesum undrinum?

Hvat kunnu vit læra av hesum undrinum? — Vit kunnu læra, at Jesus hevur vald at fyrigeva syndir og at gera sjúk fólk frísk. Men vit kunnu eisini læra nakað annað, sum hevur stóran týdning, nevniliga at syndin er orsøkin til, at vit verða sjúk.

Sum sagt verða vit øll sjúk av og á. Vil tað so siga, at vit øll synda? — Ja. Bíblian sigur, at vit enntá eru fødd við synd. Veitst tú, hvat tað vil siga? — Tað vil siga, at vit eru ófullkomin. Vit fáa ikki gjørt alt rætt. Viðhvørt gera vit nakað skeivt, sjálvt um vit ikki vilja. Veitst tú, hví vit øll eru fødd við synd? —

Alt byrjaði við allarfyrsta menniskjanum, Ádami. Hann aktaði ikki Gud. Hann syndaði, tá hann breyt Guds lóg. Og frá honum hava vit øll fingið syndina. Veitst tú, hvussu tað bar til? Lat meg royna at greiða frá, so tú skilur.

Hvussu fingu vit øll syndina?

Hevur tú nakrantíð hjálpt onkrum at baka franskbreyð í einum formi? Royn nú at hugsa tær, at ein bukla er í bakiforminum. Hvussu verða øll breyðini, sum vit baka í tí forminum? Veitst tú? — Tann sama buklan verður at síggja á øllum breyðunum, heldur tú ikki? —

Ádam var sum formurin, og øll vit eru sum breyðini. Tá Ádam breyt Guds lóg, bleiv hann ófullkomin. Hann bleiv sum ein formur, ið hevur fingið eitt merki ella eina buklu. Børnini, hann fekk, blivu sum breyð úr einum buklaðum formi. Hvat vil tað siga? — Tey vóru ófullkomin sum Ádam.

Øll verða sjálvandi ikki fødd við einum stórum breki, sum sæst, so tey til dømis mangla ein arm ella eitt bein. Men tey eru kortini so ófullkomin, at tey verða sjúk og fyrr ella seinni mugu doyggja.

Nøkur eru sjálvandi meiri sjúk enn onnur. Er tað, tí tey eru fødd við meiri synd enn hini? — Nei. Eingin er føddur við meiri synd enn onnur. Vit eru rætt og slætt øll fødd ófullkomin. Og tað merkir, at vit fyrr ella seinni fáa onkra sjúku. Tey, sum royna at fylgja øllum Guds lógum og ongantíð gera nakað serliga ljótt, kunnu eisini blíva sjúk.

Hvussu verður heilsan hjá okkum, tá syndin er horvin?

Hvussu ber tað so til, at nøkur eru oftari sjúk enn onnur? — Tað kann hava nógvar orsøkir. Kanska fáa tey ikki nóg mikið at eta. Ella kanska fáa tey ikki tann rætta matin. Kanska eta tey ov nógv slikkarí og kakur. Ella kanska fara tey ov seint í song og sova ov lítið. Kanska eru tey ikki nóg væl ílatin, tá tað er kalt. Onnur verða bara lættari sjúk, hvussu væl tey royna at ansa eftir sær. Tey kunnu ikki gera við tað.

Verður tað nakrantíð soleiðis, at vit ikki verða sjúk? Sleppa vit nakrantíð frá syndini? — Hvussu hjálpti Jesus tí lamna manninum? — Jesus fyrigav syndir hansara og grøddi hann. Soleiðis vísti Jesus, hvat hann einaferð skal gera fyri øll, sum royna at gera tað rætta.

Vísa vit, at vit ikki vilja synda, at vit hata alt, sum er skeivt, so fer Jesus at grøða okkum. Ein dagin tekur hann ófullkomileikan, sum vit hava nú, frá okkum. Tað ger hann sum kongur í Guds ríki. Men syndin hvørvur ikki frá okkum alt fyri eitt. Tað tekur eina tíð. Men tá syndin endiliga er horvin, verða vit ongantíð sjúk aftur. Tá hava vit fullkomna heilsu. Sum tað verður gott!

Vit kunnu lesa meiri um, hvussu syndin ávirkar okkum øll í Job 14:4; Sálmi 51:7; Rómbrævinum 3:23; 5:12 og 6:23.