Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 43

Hvørji eru okkara brøður og systrar?

Hvørji eru okkara brøður og systrar?

EINAFERÐ spurdi Jesus um nakað, sum ljóðaði eitt sindur løgið. Tað var: „Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?“ (Matteus 12:48) Hevði tú dugað at svarað? — Eg haldi, tú veitst, at mamma Jesus æt Maria. Men veitst tú, hvussu beiggjarnir hjá honum itu? — Hevði hann eisini systrar? —

Bíblian sigur, at Jesus hevði beiggjar, sum itu „Jákup, Jósef, Símun og Judas“. Og um ta tíðina tá hann gekk og boðaði, hevði hann eisini systrar. Jesus var hin fyrstføddi, og tí vóru øll systkinini yngri enn hann. — Matteus 13:55, 56; Lukas 1:34, 35.

Vóru beiggjarnir hjá Jesusi eisini lærisveinar hjá honum? — Í fyrstani trúðu beiggjarnir ikki á hann, sigur Bíblian. (Jóhannes 7:5) Men seinni blivu Jákup og Judas lærisveinar hjá honum, og teir skrivaðu enntá hvør sína bók í Bíbliuni. Hvørjar bøkur vóru tað? — Vit rópa tær Jákups Bræv og Judasar Bræv.

Bíblian sigur ikki, hvussu systrarnar hjá Jesusi itu. Men vit vita, at hann ið hvussu er átti tvær. Hann kann eisini hava átt fleiri. Blivu systrarnar lærisveinar hjá Jesusi? — Tað vita vit ikki, tí Bíblian sigur einki um tað. Men veitst tú, hví Jesus spurdi: „Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir“? — Tað mugu vit kanna.

Jesus stóð og lærdi lærisveinar sínar, tá ein kom og segði við hann: „Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja tosa við Teg!“ Jesus nýtti høvið til at siga nakað týdningarmikið. Tí var tað, hann spurdi tann heldur løgna spurningin: „Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?“ Hann svaraði sjálvur við at rætta hondina út yvir lærisveinar sínar og siga: „Hygg, her er móðir Mín, og her eru brøður Mínir!“

So greiddi hann teimum frá, hvat hann meinti. Hann segði: ’Ein og hvør, sum ger vilja Faðirs Míns, sum er í himli, hann er bróðir og systir og móðir mín.’ (Matteus 12:47-50) Hetta vísir, hvussu tætt knýttur Jesus var at lærisveinum sínum. Og tað sigur okkum, at fyri hann vóru lærisveinarnir sum systkin og sum møður.

Hvørji, segði Jesus, vóru hansara brøður og systrar?

Tá hetta hendi, trúðu hansara egnu beiggjar — Jákup, Jósef, Símun og Judas — ikki, at hann var Guds sonur. Teir trúðu altso ikki tí, sum eingilin Gabriel hevði sagt við mammu teirra. (Lukas 1:30-33) Kanska fóru teir eisini illa við Jesusi. Tá fólk bera seg soleiðis at, eru tey ikki rættir brøður ella rættar systrar. Kennir tú onkran, sum hevur verið ordiliga óndur við beiggja sín ella systur sína? —

Bíblian fortelur um teir báðar beiggjarnar, Esau og Jákup. Esau var so illur við beiggja sín, at hann einaferð segði: ’Eg skal drepa Jákup beiggja!’ Rebekka, mamma teirra, varð so bangin, at hon sendi Jákup burtur, so Esau ikki fekk dripið hann. (1 Mósebók 27:41-46) Men eftir nógvum árum broytti Esau hugsan, og tá teir møttust aftur, leyp hann Jákupi um hálsin, fevndi og kysti hann. — 1 Mósebók 33:4.

Jákup fekk 12 synir. Teir elstu synirnir vóru ikki góðir við lítlabeiggjan Jósef. Teir vóru øvundsjúkir, tí pápi teirra var bestur við hann. Tí seldu teir hann til træl hjá nøkrum keypmonnum, sum vóru á veg til Egyptalands. Aftaná søgdu teir við pápan, at eitt vilt dýr hevði dripið Jósef. (1 Mósebók 37:23-36) Var tað ikki ræðuliga ónt? —

Seinni angraðu beiggjarnir hjá Jósefi tað, sum teir høvdu gjørt. Og Jósef fyrigav teimum. Sært tú, hvussu Jósef líktist Jesusi? — Tá Jesus varð tikin til fanga, rýmdu ápostlarnir frá honum, og Pætur segði, at hann ongantíð hevði kent hann. Men Jesus fyrigav teimum, soleiðis sum Jósef fyrigav beiggjum sínum.

Hvat kunnu vit læra av tí, sum Káin gjørdi við Ábel?

Og so vóru eisini tveir aðrir beiggjar, Káin og Ábel. Teimum læra vit eisini nakað av. Gud sá í hjartanum á Káin, at hann ikki veruliga elskaði beiggja sín. Tí bað Gud Káin skikka sær betur. Og hevði Káin nú veruliga elskað Gud, so hevði hann eisini lurtað eftir. Men tað gjørdi hann ikki. Ein dagin segði hann við Ábel, beiggja sín: „Lat okkum fara út á markina!“ Tað gjørdu teir so. Og meðan teir báðir vóru einsamallir á markini, sló Káin beiggja sín so hart, at hann doyði. — 1 Mósebók 4:2-8.

Bíblian vísir okkum, hvat vit skulu læra av tí, sum hendi Káin og Ábel. Hvat heldur tú, tað er? — ’Boðskapurin, sum tit hava hoyrt úr byrjanini, er hesin: Vit skulu elska hvør annan. Vit skulu ikki vera sum Káin, sum var av hinum illa.’ Beiggjar og systrar skulu altso elska hvør annan. Tey mugu ikki vera sum Káin. — 1 Jóhannes 3:11, 12.

Hví er tað skeivt at vera sum Káin? — Tí Bíblian sigur, at hann „var av hinum illa“, sum tú hoyrdi í áðni. Hin illi er Satan Djevulin. Káin bar seg at sum Djevulin, akkurát sum Djevulin var pápi hansara.

Skilur tú, hví tað ræður um at elska sínar brøður og systrar? — Um vit ikki elska tey, hvørs børnum líkjast vit so? — Børnunum hjá Djevulinum. Og tað hava vit ongan hug til, hava vit? — Hvussu vísa vit so, at vit eru Guds børn? — Vit vísa tað við at hava sannan kærleika til okkara brøður og systrar.

Men hvat er kærleiki? — Tað er ein heit kensla innan í okkum, sum fær okkum at vera góð við onnur. Vit vísa, at vit hava kærleika til onnur, tá vit hava heitar kenslur fyri teimum og gera nakað gott fyri tey. Og hvørji eru so okkara brøður og systrar, sum vit skulu elska? — Minst til, Jesus lærdi okkum, at tað eru tey, sum hoyra til okkara stóru, kristnu familju.

Hvussu vísir tú, at tú elskar bróður tín?

Hvussu stóran týdning hevur tað, at vit elska okkara kristnu brøður og systrar? — Bíblian sigur: ’Tann, sum ikki elskar bróður sín [ella systir sína], sum hann hevur sæð, kann ikki elska Gud, sum hann ikki hevur sæð.’ (1 Jóhannes 4:20) Tað er ikki nokk, at vit bara elska nøkur fá í kristnu familjuni. Vit skulu elska allar okkara brøður og systrar. — Jesus segði: ’Av hesum skulu øll kenna, at tit eru lærisveinar mínir, at tit hava kærleika hvør til annan.’ (Jóhannes 13:35) Elskar tú tínar brøður og systrar? — Gert tú ikki tað, kanst tú ikki siga, at tú elskar Gud.

Hvussu vísa vit so, at vit veruliga elska okkara brøður og systrar? — Tá vit elska tey, halda vit okkum ikki frá teimum, tí vit ikki tíma at tosa við tey. Vit eru blíð við øll somul. Vit vilja altíð vera góð við tey og geva teimum burtur av tí, sum vit eiga. Og um tey onkuntíð hava trupulleikar, so hjálpa vit teimum. Vit eru nevniliga ein stór familja.

Um vit veruliga elska okkara brøður og systrar, hvat vísir tað so? — Tað vísir, at vit eru lærisveinar hjá Jesusi, stóra Læraranum. Og tað er tað, vit gjarna vilja vera, heldur tú ikki? —

Kærleikin, sum vit skulu hava til okkara brøður og systrar, stendur eisini nevndur í Galatiabrævinum 6:10 og í 1 Jóhannes 4:8, 21. Hví ikki blaða upp í Bíbliuna og lesa skriftstøðini?