Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 45

Hvat er Guds ríki? Hvussu vísa vit, at vit ynskja tað?

Hvat er Guds ríki? Hvussu vísa vit, at vit ynskja tað?

KENNIR tú bønina, sum Jesus lærdi lærisveinarnar at biðja? — Latið okkum lesa hana saman í Bíbliuni. Hon stendur í Matteus 6:9-13. Hetta er tann bønin, sum nógv nevna faðirvár. Í henni biðja vit millum annað: „Komi ríki Títt!“ „Ríki Títt“ er Guds ríki. Veitst tú, hvat Guds ríki er? —

Jú, sært tú, eitt ríki er vanliga eitt land, sum verður stjórnað av einum kongi. Men Guds ríki er einki land, og tað er ikki her á jørðini. Nei, Guds ríki er ein stjórn, og hon er í himli. Veitst tú, hvat ein stjórn er? — Orðið ’stjórn’ brúka vit um tey fólkini, sum stýra einum landi.

Vanliga stendur ein kongur ella ein forseti á odda fyri stjórnini. Gud hevur sett ein kong á odda í síni stjórn. Veitst tú, hvør tað er? — Tað er sonur hansara, Jesus Kristus, sum er í himlinum. Hann er betri enn nakar av teimum stjórnarharrunum, sum menniskju høvdu valt. Veitst tú hví? — Tað er, tí Jesus hevur sannan kærleika til Faðir sín, Jehova. Tí ger hann altíð tað, sum er rætt.

Langt áðrenn Jesus varð føddur í Betlehem, boðaði Bíblian frá tí. Hon boðaði eisini frá, at Gud fór at velja Jesus til kong. Tað síggja vit til dømis í Esaias 9:6, 7. Har stendur: ’Eitt barn er føtt okkum, ein sonur er givin okkum, á øksl hansara skal harraveldið hvíla; hann eitur ... Friðarhøvdingi. Stórt verður harradømið, endaleysur friðurin.’

At harraveldið ella harradømið skal hvíla á øksl hansara, merkir, at hann fær ábyrgdina av stjórnini. Vit lósu, at stjórnarin í Guds ríki kallast ’høvdingi’. Hann er eisini sonur hin størsta av øllum kongum, Jehova. Jehova hevur sett Jesus til kong í Sínum ríki, Síni stjórn, sum skal hava valdið á jørðini í túsund ár. Og, sum vit lósu í kapittul 36, skulu 144.000 ráða saman við Jesusi. (Opinberingin 14:1, 4; 20:6) Tá Jesus var doyptur, fór hann at boða „og siga: ’Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!’“ — Matteus 4:17.

Hví segði Jesus, at Ríkið var komið nær? — Tað segði hann, tí hann sjálvur var millum tey, og hann skuldi jú seinni vera kongur og ráða úr himli. Tað var eisini tí, Jesus segði: ’Guds ríki er tykkara millum.’ (Lukas 17:21, sí undirgrein í Løggildu føroysku umsetingini) Hevði tú ikki viljað verið so nær konginum hjá Jehova, at tú fekst nortið við hann? —

Hvat var tað so fyri eitt týdningarmikið arbeiði, Jesus var komin niður á jørðina at gera? — Jesus svaraði sjálvur, tá hann segði: ’Eg má eisini bera hinum bygdunum gleðiboðskapin um Guds ríki, tí tað varð eg sendur til.’ (Lukas 4:43) Jesus visti, at hann ikki kláraði at gera alt boðaraarbeiðið einsamallur. Hvat gjørdi hann so? —

Hvat arbeiði var Jesus komin niður á jørðina at gera?

Jesus valdi nøkur at boða við sær, og so vísti hann teimum, hvussu tey skuldu bera seg at. Tey fyrstu, hann lærdi upp, vóru teir 12, sum vórðu valdir til ápostlar. (Matteus 10:5, 7) Men vóru ápostlarnir teir einastu, sum hann lærdi at boða? Nei, Bíblian sigur, at Jesus lærdi nógv fleiri at boða. Einaferð sendi hann 70 aðrar lærisveinar út tveir og tveir. Hvat skuldu teir siga við fólk? — Jesus gav hesi boð: ’Sigið við tey: „Guds ríki er komið í nánd hjá tykkum!“’ (Lukas 10:9) Soleiðis fingu fólk nakað at vita um Guds ríki.

Nógv ár frammanundan var tað vanligt í Ísrael, at ein nýggjur kongur reið inn í býin á einum fyli fyri at vísa seg fyri fólkinum. Hetta ger Jesus eisini nú, seinastu ferðina hann fer inn í Jerúsalem. Jesus skal jú vera kongur í Guds ríki. Men vilja fólkini hava hann til kong? —

Tá Jesus kemur ríðandi, kemur ein heil mannamúgva at taka ímóti honum, og tey flestu fara úr yvirklæðunum og leggja tey niður á vegin framman fyri honum. Onnur skera greinar av trøunum og leggja tær á vegin. Soleiðis vísa tey, at tey gjarna vilja hava Jesus til kong. Tey rópa: ’Vælsignaður veri kongurin, sum kemur í Jehova navni!’ Men øll eru ikki glað. Nakrir av trúarleiðarunum biðja Jesus fáa lærisveinar sínar at tiga. — Lukas 19:28-40.

Hví vilja hesi fólkini ikki longur hava Jesus til kong?

Fimm dagar seinni verður Jesus so tikin til fanga og leiddur fram fyri Pontius Pilatus, sum stjórnar landinum fyri rómverjar. Fíggindarnir hjá Jesusi siga, at hann kallar seg sjálvan fyri kong, og at hann er ímóti stjórnini í Róm. Pilatus spyr Jesus, hvussu tað er vorðið. Jesus sigur klárt og greitt, at hann ikki roynir at koyra rómversku stjórnina frá valdinum. Hann svarar Pilatusi: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi.“ — Jóhannes 18:36.

So fer Pilatus útum og sigur við mannamúgvuna, at sum hann dugir at síggja, hevur Jesus einki skeivt gjørt. Men nú vilja fólkini ikki hava Jesus til kong. Og tey vilja heldur ikki hava, at hann verður latin leysur. (Jóhannes 18:37-40) So tosar Pilatus aftur við Jesus, og hann er vísur í, at Jesus einki skeivt hevur gjørt. Hann tekur Jesus við sær útum fyri seinastu ferð og sigur við fólkini: „Sí har er kongur tykkara!“ Men mannamúgvan rópar: ’Burtur, burtur við honum! Fest hann á steyran!’

’Skal eg festa kongin hjá tykkum á steyran,’ spyr Pilatus. Høvuðsprestarnir svara: „Vit hava ongan kong uttan keisaran.“ Ja, hvat heldur tú? Teir óndu prestarnir hava klárað at venda fólkinum ímóti Jesusi! — Jóhannes 19:1-16.

Nú á døgum er støðan nakað tann sama. Tey flestu vilja ikki hava Jesus til kong. Tey siga kanska, at tey trúgva á Gud, men tey vilja hvørki hava Gud ella Jesus at siga, hvussu tey skulu bera seg at. Í staðin fyri Guds ríki vilja tey hava sínar egnu stjórnir her á jørðini.

Hvussu er so vorðið við okkum? Hvat hugsa vit, tá vit læra um Guds ríki og alt tað góða, sum tað fer at gera? — Vit verða góð við Jehova, heldur tú ikki? — Hvussu skulu vit so vísa Gudi, at vit elska hann, og at vit gjarna vilja hava hansara ríki at ráða yvir okkum? —

Hví varð Jesus doyptur, og hvussu vísti Gud, at honum dámdi tað?

Vit kunnu gera sum Jesus. Og hvussu vísti Jesus, at hann elskaði Jehova? — „Eg geri altíð tað, sum Honum líkar,“ svarar Jesus sjálvur. (Jóhannes 8:29) Ja, Jesus kom niður á jørðina ’at gera Guds vilja’ og „fullføra verk Hansara“. (Hebrearabrævið 10:7; Jóhannes 4:34) Og nú skalt tú hoyra, hvat Jesus gjørdi, áðrenn hann fór at boða.

Jesus fór oman at Jordanánni til Jóhannes Doypara. Teir fóru út í ánna, og so koyrdi Jóhannes Jesus heilt undir vatn og lyfti hann upp aftur. Tað rópa vit at doypa. Hví heldur tú, at Jóhannes doypti Jesus? —

Hvar kunnu vit fortelja øðrum um Guds ríki?

Jesus hevði sjálvur biðið hann gera tað. Hvussu vita vit so, at Gud vildi hava Jesus at doypa seg? — Vit vita tað, tí beint tá Jesus var komin upp úr vatninum, talaði Gud úr himli og segði: „Tú ert Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“ Gud sendi eisini sín heilaga anda niður yvir Jesus í skapi sum ein dúgva. Tá Jesus læt seg doypa, vísti hann, at hann vildi tæna Jehova alt lívið, í allar ævir. — Markus 1:9-11.

Nú ert tú jú ikki so stórur enn. Men hvat fert tú at gera, tá tú verður størri? — Fert tú at gera sum Jesus og verða doyptur? — Vit eiga at gera sum Jesus, tí Bíblian sigur, at hann hevur ’latið okkum eitt fyridømi eftir, so vit skulu fylgja eftir í fótasporum hansara’. (1 Pætur 2:21) Tá tú einaferð verður doyptur, vísir tað, at tú veruliga ynskir, at Guds ríki skal ráða yvir tær. Men tað er ikki nóg mikið at verða doyptur.

Vit mugu eisini gera, sum Jesus hevur sagt. Hann hevur til dømis sagt, at vit ikki skulu vera ein partur ’av heiminum’. Heldur tú, vit akta hann, tá vit eru upptikin av øllum tí, sum fólk í hesum heiminum gera? — Jesus og ápostlar hansara hildu seg frá tí. (Jóhannes 17:14) Hvat gjørdu teir í staðin fyri? — Teir fortaldu øðrum um Guds ríki. Tað var tað, teir hugsaðu mest um. Kunnu vit gera sum teir? — Ja, og tað gera vit eisini, tá vit gjarna vilja hava Guds ríki at ráða. Soleiðis vísa vit, at vit meina tað, tá vit biðja um, at Ríkið má koma.

Blaða upp og les hesi skriftstøðini, sum siga meiri um, hvussu vit kunnu vísa, at vit ynskja Guds ríki: Matteus 6:24-33; 24:14; 1 Jóhannes 2:15-17 og 5:3