Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL EITT

Hvør er sannleikin um Gud?

Hvør er sannleikin um Gud?
  • Leggur Gud nakað í teg?

  • Hvussu er Gud? Hevur hann eitt navn?

  • Ber tað til at nærkast Gudi?

1, 2. Hví er tað ofta gott at seta spurningar?

HEVUR tú nakrantíð givið tær far um, hvussu børn spyrja? Ofta byrja tey, so skjótt sum tey hava lært at tosa. Við víðopnum, spentum eygum hyggja tey at tær og spyrja: Hví er luftin blá? Hvørjum eru stjørnurnar gjørdar av? Hvør hevur lært fuglarnar at syngja? Tú svarar sum frægast, men tað er ikki altíð lætt. Tú gert tær ómak, og kortini elvir svarið ofta bara til ein nýggjan spurning: Hví?

2 Men tað eru ikki bara børn, ið spyrja. Vit blíva við at spyrja í øllum uppvøkstrinum. Vit spyrja til dømis um veg, vit spyrja um vandar, sum vit skulu varða okkum fyri, ella vit spyrja av berum forvitni. Men tað tykist, sum nógv so við og við halda uppat at seta spurningar, serstakliga teir mest týðandi. Í hvussu er, halda tey uppat at leita eftir svørum.

3. Hví eru nógv givin at leita eftir svari til teir týdningarmiklastu spurningarnar?

3 Hugsa bara um spurningin á bókakápuni, spurningarnar í fororðinum ella teir, sum hetta kapitlið byrjar við. Teir hoyra til týdningarmiklastu spurningarnar, vit yvirhøvur kunnu seta. Og kortini eru nógv givin at leita eftir svørum. Hví? Standa tey í Bíbliuni? Summi halda, at hon er ov torskild. Onnur eru smæðin og vilja ikki gera sær fyri skommum við at seta slíkar spurningar. Og uppaftur onnur meina, at spurningar sum hesir skulu latast trúarleiðarum og gudfrøðingum at svara. Hvat heldur tú?

4, 5. Hvørjir eru nakrir av teimum týdningarmiklastu spurningunum, vit kunnu seta í lívinum, og hví mugu vit royna at fáa teir svaraðar?

4 Tær hevði allarhelst dámt at fingið svarað lívsins stóru spurningum. Uttan iva hevur tú onkuntíð spurt teg sjálvan: ’Hvør er meiningin við lívinum? Er hetta lívið alt? Hvussu er Gud í veruleikanum?’ Tað er skilagott at seta spurningar sum hesar, og tað ræður um ikki at geva uppat, fyrr enn tú hevur funnið nøktandi, eftirfarandi svør. Jesus Kristus segði: „Haldið fram at biðja, og tykkum skal verða givið; haldið fram at leita, og tit skulu finna; haldið fram at banka uppá, og tykkum skal verða latið upp.“ — Matteus 7:7, Ny Verden-Oversættelsen.

5 ’Heldur tú fram’ at leita eftir svari til teir týdningarmiklu spurningarnar, fært tú at síggja, at tað er ómakin vert. (Orðtøkini 2:1-5) Uttan mun til hvat onnur siga, so eru svør, og tað ber til hjá tær at finna tey — í Bíbliuni. Svørini eru ikki ov torskild. Og harafturat geva tey vón og gleði! Tey kunnu eisini hjálpa tær at fáa eitt gott lív longu nú. Latið okkum byrja við einum spurningi, sum nógv hava grundað um.

ER GUD KENSLULEYSUR OG HARÐHJARTAÐUR?

6. Hví halda nógv, at Gud ikki leggur nakað í, um menniskju líða neyð?

6 Ja, vilja nógv halda. ’Um Gud legði nakað í okkum, hevði støðan í heiminum so ikki verið ein onnur?’ spyrja tey. Heimurin kring okkum er fullur av kríggi, hatri og vesaldómi. Og sum einstaklingar verða vit sjúk, vit líða, og vit missa okkara kæru. Tí spyrja nógv: ’Hevði Gud ikki forðað øllum hesum, um hann legði nakað í okkum og okkara trupulleikar?’

7. (a) Hvussu hava trúarlærarar givið fólki ein varhuga av, at Gud er harðhjartaður? (b) Hvat sigur Bíblian um royndirnar, sum verða okkum fyri?

7 Uppaftur verri er tað, tá trúarlærarar geva fólki varhugan av, at Gud er harðhjartaður. Hendir ein vanlukka, siga teir, at tað var Guds vilji. Í veruleikanum geva slíkir lærarar Gudi skyldina fyri tað ónda, sum hendir. Er tað sannleikin um Gud? Hvat lærir Bíblian? Jákup 1:13 svarar: „Eingin sigi, táið hann verður freistaður: ’Eg verði freistaður av Gudi’! Gud verður ikki freistaður av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan.“ Gud er altso ongantíð atvoldin til tað ónda, sum hendir í heiminum kring okkum. (Job 34:10-12) Gud loyvir tað, gaman í. Men at loyva nakað og at vera atvoldin til tað er als ikki tað sama.

8, 9. (a) Hvussu kunnu vit lýsa munin á at loyva óndskap og at vera atvoldin til hann? (b) Hví eiga vit ikki at lasta Gudi fyri, at hann hevur loyvt mannaættini at ganga sínar egnu leiðir?

8 Hugsa tær til dømis ein klókan og góðan pápa, sum hevur ein tilkomnan son búgvandi heima. Tá sonurin fær hug at gera uppreistur og velur at flyta heimanífrá, roynir pápin ikki at steðga honum. Sonurin byrjar eitt lív í ólevnaði og fær trupulleikar. Er pápin nú atvoldin til trupulleikarnar? Sjálvandi ikki. (Lukas 15:11-13) Á sama hátt steðgar Gud ikki menniskjum, sum velja at skikka sær illa, men fyri tað er hann ikki atvoldin til trupulleikarnar, sum tey koma sær út í. Tí hevði tað eisini verið órættvíst at givið Gudi skyldina fyri allar trupulleikarnar hjá mannaættini.

9 Gud hevur av góðum grundum loyvt mannaættini at ganga sínar egnu skeivu leiðir, og av tí at hann er hin vísi og máttmikli Skaparin, nýtist honum ikki at greiða okkum frá, hvørjar grundirnar eru. Og kortini hevur hann av kærleika valt at gera tað. Í kapittul 11 fært tú meira at vita um grundirnar. Men Gud er ikki atvoldin til okkara trupulleikar, ver vísur í tí. Hann er tvørturímóti tann einasti, sum hevur givið okkum vón um eina loysn. — Esaias 33:2.

10. Hví kunnu vit líta á, at Gud fer at bøta allar skaðiligar avleiðingar av óndskapi?

10 Gud er heilagur. (Esaias 6:3) Hann er fullkomiliga reinur á øllum økjum. Als eingin óndskapur er í honum, og tí kunnu vit líta fult og fast á hann. Tað ber illa til at siga um menniskju, sum ofta spillast av mutri. Og sjálvt um teir, ið hava vald, eru av ærligastu monnum, kunnu teir sjáldan bøta tann skaðan, sum ónd menniskju hava volt. Men Gud er alvaldur. Hann bæði kann og vil bøta allar ótespiligar avleiðingar av óndskapi millum menniskju. Tá Gud leggur uppí, beinir hann allan óndskap burtur med alla! — Sálmur 37:9-11.

HVAT HELDUR GUD UM ÓRÆTTVÍSINA, SUM OKKUM ER FYRI?

11. (a) Hvussu dámar Gudi órættvísi? (b) Hvat heldur Gud um menniskjans líðingar?

11 Men hvat heldur Gud um tað, sum hendir í heiminum og í okkara lívi nú? Bíblian sigur, at Gud „elskar rætt“. (Sálmur 37:28) Hann ansar tí væl eftir bæði tí rætta og tí órætta, sum fer fram. Gud hatar alla órættvísi. Tá heimurin fyrr í tíðini fyltist við óndskapi, sigur Bíblian, at tað ’voldi [honum] sorg í hjartanum’. (1 Mósebók 6:5, 6) Gud er ikki broyttur. (Malakias 3:6) Hann hatar framvegis at síggja neyðina millum menniskju í øllum heiminum. Hann hatar at síggja menniskju líða. „Hann hevur umsorgan fyri tykkum,“ sigur Bíblian. — 1 Pætur 5:7.

Bíblian lærir okkum, at Jehova er alheimsins góði Skapari

12, 13. (a) Hví hava vit góðar eginleikar sum til dømis kærleika, og hvussu ávirkar kærleikin okkara áskoðan á tað, sum fer fram í heiminum? (b) Hvussu kunnu vit vera vís í, at Gud veruliga vil gera nakað við trupulleikarnar í heiminum?

12 Er tað nú heilt vist, at Gud hatar at síggja menniskju líða? Her kemur eitt prógv aftrat. Bíblian sigur, at menniskjað er skapt í Guds mynd. (1 Mósebók 1:26) Tá vit hava góðar eginleikar, má Gud tí eisini hava góðar eginleikar. Nívir tað teg at síggja ósek menniskju líða? Ja, so kanst tú vera vísur í, at tað nívir Gud uppaftur meira.

13 Eitt tað besta við okkum menniskjum er, at vit duga at vísa kærleika. Eisini á tí økinum líkjast vit Gudi. Í Bíbliuni stendur: „Gud er kærleiki.“ (1 Jóhannes 4:8) Vit elska, tí Gud elskar. Kundi kærleikin fingið teg at gjørt enda á neyðini og órættvísini í heiminum? Hevði tú gjørt tað, um tað var í tínum valdi? Sjálvandi hevði tú tað! Tí skulu vit ikki ivast í, at Gud fer at steðga neyðini og órættvísini. Lyftini, sum standa nevnd í fororðinum í hesi bókini, eru ikki bara dreymar og tómar vónir. Gud heldur síni lyfti. Men fyri at fáa álit á tey mást tú læra meira um tann Gud, ið gav lyftini.

GUD VIL, AT TÚ SKALT KENNA HANN

Tá tú fegin vilt, at onkur skal læra teg at kenna, fortelur tú honum so ikki fyrst, hvussu tú eitur? Gud fortelur okkum í Bíbliuni, hvussu hann eitur

14. Hvat er Guds navn, og hví eiga vit at brúka tað?

14 Hvat gert tú, um tú fegin vilt, at ein annar skal læra teg at kenna? Fortelur tú honum ikki fyrst, hvussu tú eitur? Hevur Gud eitt navn? Í nógvum átrúnaðum verður hann nevndur „Gud“ ella „Harrin“, men tey bæði orðini eru ikki persónsnøvn; tey eru heiti, á sama hátt sum „kongur“ ella „forseti“ eru heiti. Sambært Bíbliuni hevur Gud nógv heiti, teirra millum „Gud“ og „Harrin“. Men Bíblian lærir eisini, at Gud hevur eitt persónligt navn: Jehova. Í Sálmi 83:19 stendur: „Eingin uttan Tú eitur [Jehova], hin hægsti yvir allari jørðini!“ Stendur hetta navnið ikki í bíbliutýðingini, sum tú brúkar, finnur tú eina frágreiðing í uppískoytinum „Guds navn — brúk og týdningur“. Í gomlum bíbliuhandritum stendur Guds navn fleiri túsund ferðir. Jehova vil, at tú skalt kenna hansara navn og brúka tað. Á ein hátt brúkar hann Bíbliuna at navnkenna seg við fyri okkum.

15. Hvønn týdning hevur navnið Jehova?

15 Gud gav sær sjálvum eitt sera týdningarmikið navn. Jehova, sum hann eitur, merkir, at Gud kann halda eitt og hvørt lyfti, sum hann gevur, og fremja eina og hvørja ætlan, sum hann hevur í huga. * Guds navn er eindømi, heilt einastandandi. Eingin annar eigur tað navnið. Jehova er einastandandi á nógvum økjum. Hvussu tá?

16, 17. Hvat læra hesi heitini okkum um Jehova: (a) „hin Alvaldi“? (b) „Kongur ævinleikans“? (c) „Skaparin“?

16 Í Sálmi 83:19 lósu vit: „Eingin uttan Tú, . . . hin hægsti yvir allari jørðini!“ Samsvarandi hesum verður eingin uttan Jehova nevndur „hin Alvaldi“ í Bíbliuni. Í Opinberingini 15:3 stendur: „Stór og undurfull eru verk Tíni [Jehova] Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna [Kongur ævinleikans, Ny Verden-Oversættelsen.]“ Heitið „hin Alvaldi“ lærir okkum, at Jehova er mektigasta veran, ið er til. Hansara máttur ber av øllum. Og heitið „Kongur ævinleikans“ minnir okkum á, at Jehova eisini skarar framúr á einum øðrum øki. Hann er tann einasti, sum altíð hevur verið til. Sálmur 90:2 sigur: „Frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!“ Ein tanki, ið vekur virðing, heldur tú ikki?

17 Jehova er eisini tann einasti, ið nevnist Skaparin. Í Opinberingini 4:11 sigur Bíblian: „Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“ Alt, ið hugsast kann — frá stjørnunum á náttarhimlinum til fruktina á trøunum ella fiskin í áum og sjógvi — alt er bara til, tí Jehova skapti tað; tí hann er Skaparin!

KUNNU VIT KOMA JEHOVA NÆR?

18. Hví halda summi, at tey ongantíð kunnu koma Gudi nær, men hvat sigur Bíblian?

18 Summi verða eitt sindur illa við, tá tey lesa um virðingarverdu eginleikarnar hjá Jehova. Tey bera ótta fyri, at Gud í mun til tey er so hátt hevjaður, at tey ongantíð kunnu koma honum nær ella hava nakran týdning í hansara eygum. Men er tað rætt? Bíblian sigur beint øvut. Um Jehova sigur hon, at „Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum“. (Ápostlasøgan 17:27) Og í Jákup 4:8 fáa vit hesa áminning: „Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara!“

19. (a) Hvussu kunnu vit byrja at nærkast Gudi, og hvat fáa vit burturúr? (b) Hvørjar eginleikar hjá Gudi dámar tær best?

19 Hvussu kanst tú nærkast Jehova? Fyrst mást tú halda á við tí, sum tú gert beint nú — at læra um Gud. Jesus segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Bíblian sigur altso, at tað kann geva ’ævigt lív’ at læra um Jehova og Jesus. Sum longu nevnt sigur Bíblian, at „Gud er kærleiki“. (1 Jóhannes 4:16) Men Jehova hevur eisini nógvar aðrar vakrar og dámligar eginleikar. Til dømis sigur Bíblian, at Jehova er ein „miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti“. (2 Mósebók 34:6; 1 Jóhannes 4:8, 16) Hann er „góður og til reiðar at fyrigeva“. (Sálmur 86:5) Hann er „langmóðigur“. (2 Pætur 3:9) Hann er loyalur. (Opinberingin 15:4) So við og við sum tú lesur meira í Bíbliuni, varnast tú, hvussu Jehova hevur víst, at hann bæði hevur hesar og nógvar aðrar góðar eginleikar.

20-22. (a) Tá vit ikki síggja Gud, merkir tað so, at vit ikki kunnu nærkast honum? Greið frá. (b) Hvat fara vælmeint menniskju kanska at ráða tær til, og skalt tú fylgja teirra ráðum?

20 Gud er ein ósjónligur andi, og tí ber sjálvandi ikki til at síggja hann. (Jóhannes 1:18; 4:24; 1 Timoteus 1:17) Men við Bíbliuni, hansara orði, læra vit hann at kenna sum persón. Sum sálmaskaldið málbar seg, kunnu vit „skoða, hvussu lívsælur [Jehova] er“. (Sálmur 27:4; Rómbrævið 1:20) Jú meiri tú lærir um Jehova, tess meiri veruligur verður hann fyri tær, og størri orsøk fært tú at elska hann og kenna teg tætt knýttan at honum.

Kærleikin, sum ein góðir pápi hevur til síni børn, speglar tann uppaftur størri kærleikan, sum himmalski Faðir okkara hevur til okkara

21 So líðandi fært tú greiðu á, hví Bíblian lærir okkum, at vit skulu meta Jehova sum Faðir okkara. (Matteus 6:9) Hann hevur ikki bara givið okkum lívið; hann vil eisini, at okkara lív skal vera so gott sum møguligt — akkurát sum ein og hvør annar góður pápi vil tað. (Sálmur 36:10) Bíblian sigur eisini, at vit menniskju kunnu blíva Guds vinir. (Jákup 2:23) Hugsa tær — tú kanst blíva vinur við alheimsins Skapara!

22 Meðan tú fæst við at læra meira úr Bíbliuni, kann tað koma fyri, at vælmeint menniskju so inniliga biðja teg halda uppat við tí. Kanska stúra tey fyri, at tú skalt broyta áskoðan. Men lat ongan forða tær í at menna besta vinalagið av øllum.

23, 24. (a) Hví skalt tú blíva við at seta spurningar um tað, sum tú lærir? (b) Hvat er evnið í næsta kapitli?

23 Í fyrstuni verður helst okkurt, sum tú ikki skilur. Tað kann krevja eyðmjúkleika at biðja um hjálp, men tú mást endiliga ikki smæðast. Sambært Jesusi er tað gott at vera eyðmjúkur sum smá børn. (Matteus 18:2-4) Og smá børn spyrja. Tey spyrja nógv. Gud vil, at tú skalt finna svar. Bíblian rósar nøkrum, sum løgdu sær eina við at læra um Gud. Tey rannsakaðu dúgliga Skriftirnar fyri at tryggja sær, at tað, sum tey lærdu, var satt. — Ápostlasøgan 17:11.

24 At kanna Bíbliuna er besti mátin at læra um Jehova. Hon er øðrvísi enn allar aðrar bøkur. Á hvønn hátt? Tann spurningurin verður viðgjørdur í næsta kapitli.

^ par. 15 Í uppískoytinum „Guds navn — brúk og týdningur“ finnur tú fleiri upplýsingar um, hvønn týdning Guds navn hevur og um framburðin.