Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL FÝRA

Hvør er Jesus Kristus?

Hvør er Jesus Kristus?
  • Hvønn serligan leiklut hevur Jesus?

  • Hvaðani kom hann?

  • Hvussu var hann sum menniskja?

1, 2. (a) Hví er tað at vita okkurt um ein kendan persón ikki tað sama sum veruliga at kenna viðkomandi? (b) Hvussu ymiskar eru meiningarnar um Jesus?

NÓGV fólk eru kend. Onkur er kendur í heimbygdini, býnum ella landinum, og onnur eru heimskend. Men at kenna navnið á einum persóni er ikki tað sama sum veruliga at kenna viðkomandi. Tað er ikki tað sama sum at kenna bakgrundina hjá honum og út í æsir vita, hvussu hann er sum menniskja.

2 Fólk í øllum heiminum hava hoyrt um Jesus Kristus, sjálvt um næstan 2000 ár eru liðin, síðan hann livdi á jørðini. Men hvør var hann í grundini? Meiningarnar eru nógvar. Summi siga, at hann bara var ein profetur. Onnur vilja vera við, at hann bara var eitt gott menniskja. Og uppaftur onnur meina, at Jesus er Gud og eigur at verða tilbiðin. Er tað rætt?

3. Hví hevur tað stóran týdning, at tú veitst, hvør Jesus veruliga er?

3 Tað ræður um at vita, hvør Jesus veruliga er. Hví? Tí Bíblian sigur: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Hollur kunnleiki um Jehova Gud og Jesus Kristus kann altso leiða til ævigt lív í einum paradísi á jørðini. (Jóhannes 14:6) Og hartil er Jesus besta fyrimyndin í lívsførslu og í viðferðini av øðrum. (Jóhannes 13:34, 35) Fyrsta kapitlið í hesi bókini snúði seg um, hvør Gud er. Nú skulu vit vita, hvat Bíblian lærir okkum um Jesus Kristus.

HIN LOVAÐI MESSIAS

4. Hvat merkja heitini „Messias“ og „Kristus“?

4 Áðrenn Jesus varð føddur, hevði Bíblian langt síðani boðað frá, at Gud fór at senda Messias, ella Kristus. Heitini „Messias“ (úr hebraiskum) og „Kristus“ (úr grikskum) merkja bæði „hin salvaði“. Hesin, sum boðað var frá, skuldi salvast, tað vil siga útnevnast av Gudi at røkja eina serliga uppgávu. Hvussu stóran týdning Messias hevur í uppfyllingini av Guds lyftum, og hvussu hann kann hjálpa okkum longu nú, fáa vit at vita í nøkrum kapitlum seinni í bókini. Áðrenn Jesus varð føddur, hava nógv uttan iva undrast á, hvør ið skuldi vísa seg at vera „Messias“.

5. Hvat vóru lærisveinarnir púra vísir í viðvíkjandi Jesusi?

5 Í fyrstu øld vóru Jesu lærisveinar fullkomiliga vísir í, at hann var tann fráboðaði Messias. (Jóhannes 1:42) Ein teirra, Símun Pætur, segði bart út við hann: „Tú ert Kristus.“ (Matteus 16:16) Men hvussu kundu lærisveinarnir — og hvussu kunnu vit — vita, at Jesus veruliga var hin lovaði Messias?

6. Greið frá, hvussu Jehova hjálpti sínum trúgvu tænarum at gera av, hvør Messias var.

6 Teir av Guds profetum, sum livdu áðrenn Jesus, høvdu frammanundan sagt frá nógvum staklutum um Messias; staklutum, sum kundu hjálpa øðrum at kenna hann, tá hann kom. Hetta kann lýsast við einum dømi. Hugsa tær, at tú skuldi inn á eina tokstøð við nógvum ferðandi ella út á ein stóran flogvøll at taka ímóti einum persóni, sum tú ongantíð hevði sæð. Hevði tað ikki verið munin lættari, um tú frammanundan fekst nakað at vita um viðkomandi? Soleiðis gav Jehova við sínum profetum eina rættiliga neyva lýsing av tí, sum Messias skuldi gera, og tí, sum honum skuldi vera fyri í lívinum. Tá hesar mongu profetiirnar gingu út, var tað lagamanni hjá Guds trúgvu tænarum at kenna Messias, tá hann kom.

7. Nevn tvær av profetiunum, sum gingu út í sambandi við Jesus.

7 Latið okkum taka tvey dømi. Meir enn 700 ár frammanundan segði Mika profetur, at hin lovaði Messias skuldi føðast í Betlehem, einum lítlum býi í Judalandi. (Mika 5:1) Og hvar varð Jesus føddur? Í Betlehem! (Matteus 2:1, 3-9) Hitt dømið snýr seg um profetiina í Dániel 9:25, sum fleiri hundrað ár frammanundan segði nágreiniliga, nær Messias skuldi stíga fram — nevniliga í ár 29. * Hesar og nógvar aðrar profetiir gingu út og vístu, at Jesus var hin lovaði Messias.

Tá Jesus varð doyptur, gjørdist hann Messias, ella Kristus

8, 9. Hvat prógv um, at Jesus var Messias, varð givið við dóp hansara?

8 Og enn eitt prógv um, at Jesus var Messias, fekst um árslok í ár 29. Hetta var árið, tá ið Jesus gekk oman til Jóhannes Doypara at verða doyptur í Jordanánni. Jehova hevði lovað Jóhannesi eitt tekin, so hann kundi vita, hvør ið var Messias. Tekinið fekk hann, tá Jesus varð doyptur. Bíblian greiðir soleiðis frá: „Táið nú Jesus var doyptur, kom Hann við tað sama upp úr vatninum, og Himmalin opnaðist fyri Honum, og hann sá Anda Guds dala niður sum dúvu og koma yvir Hann. Og rødd kom av Himli, sum segði: ’Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.’“ (Matteus 3:16, 17) Eftir at hava sæð og hoyrt tað, sum hendi, ivaðist Jóhannes ikki longur í, at Jesus var sendur av Gudi. (Jóhannes 1:32-34) Í somu løtu, sum Guds andi, ella virksama kraft, varð útheltur yvir Jesus, gjørdist hann Messias ella Kristus, tann, ið er valdur at vera leiðari og kongur. — Esaias 55:4.

9 Bíbliuprofetiir, sum gingu út, og vitnisburðurin frá Jehova Gudi sjálvum vísa greitt, at Jesus var hin lovaði Messias. Bíblian svarar eisini tveimum øðrum týðandi spurningum viðvíkjandi Jesusi: Hvaðani kom hann? Og hvussu var hann sum menniskja?

HVAÐANI KOM JESUS?

10. Hvat lærir Bíblian um lívið hjá Jesusi, áðrenn hann kom til jarðar?

10 Bíblian sigur, at Jesus livdi í himli, áðrenn hann kom til jarðar. Mika profeteraði, at Messias skuldi verða føddur í Betlehem, og at uppruni hansara var „úr forðum, frá fortíðardøgum“. (Mika 5:1) Í fleiri førum segði Jesus eisini sjálvur, at hann hevði livað í himli, áðrenn hann varð føddur sum menniskja á jørðini. (Jóhannes 3:13; 6:38, 62; 17:4, 5) Sum andaskapningur í himli hevði Jesus eitt serligt samband við Jehova.

11. Hvussu vísir Bíblian, at Jesus er dýrabarasti sonurin, Jehova hevur?

11 Jesus er dýrabarasti sonurin, Jehova hevur — og tað av góðum grundum. Hann nevnist „hin frumborni als skapnings“, tí hann var tað fyrsta, Gud skapti. * (Kolossebrævið 1:15) Eitt annað, sum gevur honum eina serstøðu, er, at hann er Guds ’einborni’ sonur. (Jóhannes 3:16) Tað merkir, at hann er tann einasti, sum varð skaptur beinleiðis av Gudi. Hann var eisini tann, sum Gud brúkti at skapa alt annað. (Kolossebrævið 1:16) Og so nevnist Jesus eisini „Orðið“. (Jóhannes 1:14) Tað sigur okkum, at hann talaði Guds vegna, uttan iva við at bera øðrum av Guds synum, bæði einglum og menniskjum, boð og upplýsingar.

12. Hvussu vita vit, at frumborni sonurin ikki er javnlíkur Gudi?

12 Er frumborni sonurin javnlíkur Gudi, sum nøkur vilja vera við? Ikki eftir tí, sum Bíblian lærir. Sum nevnt í undanfarna paragrafinum, varð Sonurin skaptur. Hann hevði altso eina byrjan, meðan Jehova Gud hvørki hevur byrjan ella enda. (Sálmur 90:2) Einborni sonurin hevur ongantíð so mikið sum hugsað um at gerast javnlíkur Faðir sínum. Bíblian lærir heilt greitt, at Faðirin er størri enn Sonurin. (Jóhannes 14:28; 1 Korintbræv 11:3) Eingin uttan Jehova er „Gud hin Alvaldi“. (1 Mósebók 17:1) Hann hevur tí ongan javnlíka. *

13. Hvat merkir tað, tá Bíblian nevnir Sonin „mynd Guds hins ósjónliga“?

13 Jehova og hansara frumborni sonur gleddust um eitt tætt og eymt sínámillum samband í milliardir av árum — langt áðrenn himmalsins stjørnur og jørðin vórðu skapt. (Jóhannes 3:35; 14:31) Sonurin var júst sum Faðir sín. Tí nevnir Bíblian hann „mynd Guds hins ósjónliga“. (Kolossebrævið 1:15) Á sama hátt sum ein menniskjaligur sonur kann líkjast pápa sínum á ymiskum økjum, soleiðis endurspeglaði hesin himmalski sonurin eginleikar og persónleika Faðirsins.

14. Hvussu kundi einborni sonur Jehova verða føddur sum menniskja?

14 Einborni sonur Jehova var villigur at fara úr himli og niður á jørðina at liva sum menniskja. ’Men,’ hugsar tú kanska, ’hvussu kundi ein andaskapningur føðast sum eitt menniskja?’ Tað kundi hann bara, tí Jehova gjørdi eitt undur. Hann flutti lívið hjá frumborna soni sínum úr himli til lívmóðurina hjá eini jødiskari moyggj, ið æt Maria. Eingin menniskjaligur pápi var uppií. Tí kundi Maria føða ein fullkomnan son, og hon gav honum navnið Jesus. — Lukas 1:30-35.

HVUSSU VAR JESUS SUM MENNISKJA?

15. Hvussu kunnu vit siga, at vit koma at kenna Jehova betur við Jesusi?

15 Tað, sum Jesus segði og gjørdi, meðan hann var á jørðini, hjálpir okkum at læra hann væl at kenna. Við Jesusi koma vit eisini at kenna Jehova betur. Hvussu ber tað til? Tí Jesus var ein fullkomin mynd av Faðir sínum. Við ein av lærisveinum sínum segði Jesus: „Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin.“ (Jóhannes 14:9) Tær fýra bøkurnar í Bíbliuni, sum nevnast evangeliini — Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes — siga okkum nógv um Jesus Kristus, hansara verk, hansara eginleikar og hansara lív sum heild.

16. Hvør var høvuðsboðskapurin hjá Jesusi, og hvaðani stavaði læra hansara?

16 Jesus var kendur sum „Meistari“ ella lærari. (Jóhannes 1:39; 13:13) Hvat lærdi hann? Fram um alt bar hann øðrum „evangelium ríkisins“ — tað vil siga gleðiboðini um Guds ríki, himmalsku stjórnina, sum skal ráða allari jørðini og veita menniskjum, sum akta Gud, ævigar signingar. (Matteus 4:23) Hvaðani komu tey gleðiboðini? Jesus greiddi sjálvur soleiðis frá: „Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg.“ (Jóhannes 7:16) Sum Jesus visti, vildi Faðir hansara, at menniskju skuldu frætta gleðiboðini um Ríkið. Í kapittul 8 fært tú meira at vita um Guds ríki, og hvat tað fær í lag.

17. Hvar lærdi Jesus, og hví gjørdi hann sær stóran ómak at læra onnur?

17 Hvar lærdi Jesus? Allastaðni har menniskju vóru at hitta — millum bygdir, í býum, í landsbygdum, á sølutorgum og inni hjá fólki. Jesus væntaði ikki, at fólk skuldi koma til hansara. Nei, hann fór til teirra. (Markus 6:56; Lukas 19:5, 6) Hví gjørdi Jesus sær so stóran ómak, og hví brúkti hann so stóran part av tíð síni til at boða Guds ríki og læra fólk? Tí tað var Guds vilji. Jesus gjørdi altíð tað, sum Faðir hansara vildi. (Jóhannes 8:28, 29) Men orsøkin var eisini ein onnur. Honum tykti hjartaliga synd í øllum fólkunum, sum komu til hansara. (Matteus 9:35, 36) Tey vóru vanrøkt av sínum trúarleiðarum, ið áttu at lært tey sannleikan um Gud og hansara ætlanir. Jesus visti, hvussu nógv fólkunum tørvaði at hoyra boðskapin um Ríkið.

18. Hvørjar eginleikar hjá Jesusi dámar tær serliga væl?

18 Jesus var eitt menniskja, sum hevði eymt og inniligt lyndi og sterkar kenslur. Hann var blíður og fyrikomandi. Eisini børn kendu seg væl hjá honum. (Markus 10:13-16) Jesus gjørdi ikki mannamun. Hann hataði mutur og órættvísi. (Matteus 21:12, 13) Í eini tíð, tá kvinnur bert høvdu fá rættindi, sýndi Jesus teimum virðing og sóma. (Jóhannes 4:9, 27) Jesus var av sonnum eyðmjúkur. Einaferð vaskaði hann ápostlunum um føturnar; eitt arbeiði, sum vanliga varð latið trælum.

Jesus boðaði allastaðni, har menniskju vóru at hitta

19. Nevn eitt dømi, sum vísir, at Jesus veruliga hugsaði um tørvin hjá øðrum.

19 Jesus hugsaði um tørvin hjá øðrum. Hetta kom serliga til sjóndar, tá hann við Guds anda gjørdi undurverk og grøddi fólk. (Matteus 14:14) Til dømis kom ein spitalskur maður einaferð til Jesus og segði: „Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan!“ Jesusi tykti hjartaliga synd í manninum. Tað var, sum føldi hann pínuna og neyðina á sínum egna kroppi. Rørdur rætti Jesus hondina út, nam við hann og segði: „Eg vil; verð reinur!“ Og hin sjúki varð grøddur! (Markus 1:40-42) Hvussu heldur tú, maðurin kendi seg?

TRÚGVUR TIL ENDAN

20, 21. Hvussu var Jesus ein fyrimynd í loyaliteti og lýdni móti Gudi?

20 Í loyaliteti og lýdni móti Gudi fæst eingin betri fyrimynd enn Jesus. Hann var himmalska Faðir sínum trúgvur í øllum viðurskiftum hóast alla mótstøðu og allan óndskap, sum honum var fyri. Hann vikaðist ikki, men stóð ímóti øllum freistingum Satans. (Matteus 4:1-11) Einaferð søgdu skyldfólk hjá Jesusi, sum ikki trúðu á hann, enntá: „Hann er frá Sær sjálvum!“ (Markus 3:21) Men Jesus læt ikki við seg koma. Hann helt fram í Guds verki. Sjálvt um hann varð spottaður og útspiltur, misti hann ikki tamarhaldið og royndi ongantíð at gera mótstøðumonnum sínum skaða. — 1 Pætur 2:21-23.

21 Jesus varð trúgvur til deyðan — ein ræðuligan og pínufullan deyða fyri fíggindahond. (Filippibrævið 2:8) Hugsa tær, hvat hann mátti tola seinasta dag sín sum menniskja her á jørðini. Hann varð handtikin, ákærdur av følskum vitnum, dømdur av korruptum dómarum, spottaður av mannamúgvuni og píndur av hermonnunum. Negldur á ein steyra andaðist hann, meðan hann rópti: „Tað er fullgjørt!“ (Jóhannes 19:30) Men triðja dagin eftir deyða Jesusar reisti Jehova hann upp til andaligt lív. (1 Pætur 3:18) Fáar vikur seinni fór hann aftur til himmals. Har ’setti hann seg við høgru hond Guds’ og bíðaði eftir at fáa kongsvald. — Hebrearabrævið 10:12, 13.

22. Hvat fekk Jesus burtur úr at vera trúgvur til deyðan?

22 Hvat fekk Jesus burtur úr at verða trúgvur til deyðan? Í veruleikanum hevur deyði Jesusar givið okkum møguleikan fyri ævigum lívi í einum paradísi á jørðini, í samsvari við tað sum Jehova upprunaliga hevði í huga. Hvussu Jesusar deyði ger hetta møguligt, verður viðgjørt í næsta kapitlinum.

^ par. 7 Ein nærri frágreiðing um Dániels profeti og upplýsingar um aðrar profetiir, sum gingu út í sambandi við Jesus, eru at finna í uppískoytinum „Koma Messiasar fyriboðað í Dániels profeti“.

^ par. 11 Jehova nevnist Faðir okkara, tí hann er Skaparin. (Esaias 64:7) Jesus nevnist Guds sonur, tí hann varð skaptur av Gudi. Tá aðrir andaskapningar og eisini fyrsta menniskjað, Ádam, verða nevndir synir Guds, er tað av somu orsøk. — Job 1:6; Lukas 3:38.

^ par. 12 Fleiri prógv um, at Guds frumborni sonur ikki er javnlíki hansara, eru at finna í uppískoytinum „Sannleikin um Faðirin, Sonin og heilaga andan“.