Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL FIMM

Endurloysingin — størsta gáva Guds

Endurloysingin — størsta gáva Guds
  • Hvat er endurloysingin?

  • Hvussu varð hon fingin til vegar?

  • Hvønn týdning kann hon fáa fyri teg?

  • Hvussu kanst tú vísa, at tú ert takksamur fyri gávuna?

1, 2. (a) Nær hevur ein gáva serliga stórt virði fyri teg? (b) Hví kann endurloysingin sigast at vera virðismiklasta gávan, tú yvirhøvur kundi fingið?

HVAT er størsta gávan, tú nakrantíð hevur fingið? Ein góð gáva er ikki endiliga ein dýr gáva. Virðið í einari gávu kann ikki altíð roknast í pengum, tí ein gáva, sum gevur tær gleði ella nøktar ein stóran og týðandi tørv, er nógv verd fyri teg persónliga.

2 Millum allar tær gávurnar, sum tú nakrantíð kann hugsast at fáa, er ein, sum skarar framúr. Tað er ein gáva, sum Gud hevur givið mannaættini. Hann hevur givið okkum nógv, men størsta gávan er endurloysingarofrið, sum sonur hansara, Jesus Kristus, læt. (Matteus 20:28) Sum vit fáa at síggja í hesum kapitlinum, er endurloysingin virðismiklasta gávan, tú yvirhøvur kanst fáa. Hon kann bera tær stóra og varandi lukku og geva tær tað, sum tær tørvar allarmest. Endurloysingin er í veruleikanum størsta prógvið um, at Jehova elskar teg.

HVAT ER ENDURLOYSINGIN?

3. Hvat er endurloysingin, og hvat mugu vit skilja fyri til fulnar at virðismeta hesa gávu?

Sagt við fáum orðum er tað við endurloysingini, Jehova loysir ella frelsir mannaættina úr synd og deyða. (Efesusbrævið 1:7) Skulu vit skilja týdningin av hesi bíbilsku læru, mugu vit minnast aftur á tað, sum hendi í urtagarðinum Eden. Fyri at skilja, hví endurloysingin er so virðismikil fyri okkum, mugu vit vita, hvat tað var, Ádam misti, tá hann syndaði.

4. Hvønn týdning hevði tað fyri Ádam, at hann var eitt fullkomið menniskja?

4 Tá Jehova skapti Ádam, gav hann honum nakað sera dýrabart — eitt fullkomið mannalív. Hvønn týdning hevði tað fyri Ádam? Skaptur við fullkomnum likami og sinni, fór hann ongantíð at blíva sjúkur, eldast ella doyggja. Sum fullkomið menniskja hevði hann eitt serligt samband við Jehova. Bíblian sigur, at Ádam var ’sonur Guds’. (Lukas 3:38) Ádam kundi sostatt gleðast um at hava líka tætt samband við Jehova, sum ein sonur hevur við ein kæran pápa. Jehova tosaði við son sín á jørðini, gav honum nøktandi arbeiðsuppgávur og læt hann vita, hvat ið væntaðist av honum. — 1 Mósebók 1:28-30; 2:16, 17.

5. Hvussu skal tað skiljast, tá Bíblian sigur, at Ádam varð skaptur í „bílæti Guds“?

5 Ádam varð skaptur „í bílæti Guds“. (1 Mósebók 1:27) Tað merkti ikki, at Ádam líktist Gudi í útsjónd. Sum vit lærdu í kapittul 1 her í bókini, er Jehova ein ósjónligur andi. (Jóhannes 4:24) Jehova hevur sostatt ikki eitt likam av kjøti og blóði. At Ádam varð skaptur í Guds bílæti, merkti, at hann varð skaptur við eginleikum, ið líktust teimum, sum Gud hevur, til dømis kærleika, vísdómi, rættvísi og valdi. Ádam líktist eisini Faðir sínum á einum øðrum týðandi øki. Hann hevði ein frían vilja. Ádam var ikki sum ein maskina, ið bara kann tað, sum hon er gjørd ella skráløgd at gera. Hann kundi taka persónligar avgerðir og velja, um hann vildi bera seg rætt at ella ikki. Valdi hann at akta Gud, kundi hann liva allar ævir í Paradísinum á jørðini.

6. Hvat misti Ádam við at vera Gudi ólýðin, og hvønn týdning fekk tað fyri hansara eftirkomarar?

6 Tá Ádam varð Gudi ólýðin og fekk deyðadóm, kom hann tí at gjalda ein sera høgan prís. Syndin kostaði honum tað dýrabara fullkomna mannalívið við øllum sínum signingum. (1 Mósebók 3:17-19) Tíverri var tað ikki bara Ádam sjálvur, ið misti sítt fullkomna lív, tað gjørdu allir hansara eftirkomarar eisini. Guds orð sigur: „Syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin [trongdi] soleiðis ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu.“ (Rómbrævið 5:12) Øll menniskju fingu altso syndina í arv frá Ádami. Bíblian sigur, at Ádam ’seldi’ seg sjálvan og eftirkomarar sínar til trældóm undir synd og deyða. (Rómbrævið 7:14) Fyri Ádam og Evu var eingin vón. Tey valdu av sínum eintingum, við vilja, at vera Gudi ólýðin. Men hvussu við eftirkomarunum, sum til dømis okkum?

7, 8. Hvørjar tveir týdningar kann hugtakið loysigjald hava sambært Bíbliuni?

7 Jehova kom mannaættini til hjálpar við einum loysigjaldi. Hvat er eitt loysigjald? Hugtakið loysigjald kann sambært Bíbliuni hava tveir týdningar. Í fyrsta lagi kann tað vera prísurin, ið verður latin fyri at loysa okkurt út ella keypa okkurt aftur. Vit kunnu samanbera tað við upphæddina, sum verður goldin fyri at fáa ein krígsfanga leysan. Í øðrum lagi kann tað vera tann upphæddin, ið bøtir fyri ella rindar útreiðslurnar av onkrum. Hetta kann samanberast við eitt skaðaendurgjald. Hevur ein persónur til dømis skuldina av einari vanlukku, má hann gjalda eina upphædd, sum svarar til virðið á tí, ið fór fyri skeytið ella fekk skaða í vanlukkuni.

8 Hvussu kundi tann stóri missurin, sum Ádam voldi sínum eftirkomarum, bøtast aftur og vit verða loyst úr trældóminum undir synd og deyða? Latið okkum kanna loysigjaldið, sum Jehova fekk til vegar, og hvønn týdning tað kann fáa fyri teg.

HVUSSU FEKK JEHOVA LOYSIGJALDIÐ TIL VEGAR?

9. Hvat fyri loysigjald var neyðugt?

9 Eitt fullkomið mannalív var farið fyri skeytið, og tað kundi á ongum sinni keypast aftur við einum ófullkomnum mannalívi. (Sálmur 49:8, 9) Tørvur var á einum loysigjaldi, ið hevði sama virði, sum tað mista. Í Guds orði finna vit hesa grundregluna fyri fullkomnari rættvísi: „Lív fyri lív.“ (5 Mósebók 19:21) Hvat hevði sama virði sum tað fullkomna lívið, Ádam misti? Skuldi talan vera um eitt samsvarandi loysigjald, var tørvur á einum øðrum fullkomnum mannalívi. — 1 Timoteus 2:6.

10. Hvussu fekk Jehova loysigjaldið til vegar?

10 Hvussu fekk Jehova tað loysigjaldið til vegar? Hann sendi ein av sínum fullkomnu andasynum niður á jørðina. Men Jehova sendi ikki bara onkran tilvildarligan andaskapning. Hann sendi tann dýrabarasta, sín einborna son. (1 Jóhannes 4:9, 10) Hesin andasonurin fór villigur úr heimi sínum í himli. (Filippibrævið 2:7) Sum vit lærdu í undanfarna kapitli, flutti Jehova við einum undri lívið hjá frumborna soni sínum úr himli til móðurlívið hjá Mariu, ið var moyggj av jødaætt. Við Guds heilaga anda varð Jesus síðani føddur sum eitt fullkomið menniskja, ið ikki hevði revsingina fyri synd, nevniliga deyðan, í væntu. — Lukas 1:35.

Jehova gav sín einborna son sum loysigjald fyri okkum

11. Hvussu kundi eitt menniskja vera loysigjald fyri milliónir av menniskjum?

11 Hvussu kundi eitt menniskja vera loysigjald fyri nógv — ja, fyri milliónir av menniskjum? Ja, hvussu gjørdust menniskju av fyrstan tíð syndarar? Minst til, at Ádam, tá hann syndaði, misti sítt dýrabara fullkomna lív. Sostatt hevði hann einki fullkomið lív at geva børnum sínum í arv. Hann hevði bara synd og deyða at lata teimum. Jesus, sum í Bíbliuni nevnist hin „seinni Ádam“ hevði eitt fullkomið mannalív, men mótsett Ádami gjørdi hann ongantíð nakra synd. (1 Korintbræv 15:45) Jesus kundi tí fara í Ádams stað og keypa okkum leys ella frelsa okkum. Við at ofra — ella frásiga sær — tað fullkomna lívið, sum hann hevði livað í treytaleysum lýdni móti Gudi, rindaði Jesus prísin fyri Ádams synd. Soleiðis gav hann avkomi Ádams eina vón. — Rómbrævið 5:19; 1 Korintbræv 15:21, 22.

12. Hvat prógvaði Jesus við at halda út í stórum líðingum?

12 Bíblian lýsir út í æsir allar líðingarnar, sum Jesus mátti ígjøgnum, áðrenn hann doyði. Hann varð húðflongdur og við naglum festur á ein pínslusteyra, har hann síðani doyði ein drúgvan og pínufullan deyða. (Jóhannes 19:1, 16-18, 30; uppískoytið „Eiga sonn kristin at brúka krossin í síni tilbiðing?“) Hví skuldi Jesus endiliga líða so nógv? Tí Satan — sum greitt verður frá í einum kapitli seinni í bókini — hevði sett spurnartekn við, um nakað menniskja yvirhøvur vildi vera trúfast móti Gudi í ringum royndum. Við trúfastur at halda út, hóast illa píndur, svaraði Jesus tí spurninginum so væl, sum til ber. Hann prógvaði, at eitt fullkomið menniskja við einum fríum vilja kann vera heilt fyri Gudi, uttan mun til hvussu illa Djevulin fer við tí. Jehova má veruliga hava glett seg um trúskapin hjá elskaða soni sínum. — Orðtøkini 27:11.

13. Hvussu varð loysigjaldið goldið?

13 Hvussu varð loysigjaldið latið? Hin 14. dagin í jødiska mánaðinum nisan ár 33 e.o.t. loyvdi Gud, at fullkomni og syndaleysi sonur hansara varð avrættaður. Soleiðis ofraði Jesus sítt fullkomna mannalív „eina ferð fyri allar“. (Hebrearabrævið 10:10) Triðja dagin eftir deyða Jesusar reisti Jehova hann upp til andaligt lív. Í himli steig Jesus fram fyri Gud við virðinum á sínum fullkomna mannalívi sum loysigjald í býti fyri Ádams eftirkomarar. (Hebrearabrævið 9:24) Og Jehova góðkendi virðið á ofrinum hjá Jesusi sum eitt loysigjald, ið kundi loysa mannaættina úr trældómi undir synd og deyða. — Rómbrævið 3:23, 24.

HVØNN TÝDNING KANN ENDURLOYSINGIN FÁA FYRI TEG?

14, 15. Hvat mugu vit gera fyri at fáa syndir okkara fyrigivnar?

14 Hóast okkara syndigu støðu, kunnu vit orsakað av endurloysingini fáa stóra signing. Latið okkum kanna nakrar fyrimunir, sum henda størsta gávan frá Gudi kann geva okkum nú og í framtíðini.

15 Syndafyrigeving. Vit arvaðu ófullkomileikan, og tí mugu vit støðugt stríðast fyri at gera tað, sum er rætt. Vit synda øll somul antin í orði ella í verki. Men við endurloysingarofrinum hjá Jesusi kunnu vit fáa „fyrigeving syndanna“. (Kolossebrævið 1:13, 14) Men fyri at fáa fyrigeving mugu vit veruliga angra og broyta sinnalag. Vit mugu eisini eyðmjúk biðja Jehova fyrigeva okkum, av tí at vit trúgva á endurloysingarofrið, sum sonur hansara læt. — 1 Jóhannes 1:8, 9.

16. Hvat ger okkum før fyri at tilbiðja Jehova við reinari samvitsku, og hvussu stóran týdning hevur ein rein samvitska?

16 Rein samvitska fyri Gudi. Ein skuldartyngd samvitska kann lættliga gera okkum mótleys og geva okkum kensluna av, at vit einki nytta. Men við fyrigevingini, sum fæst við endurloysingini, hevur Jehova í kærleika sínum lagað tað soleiðis, at vit kunnu tilbiðja hann við reinari samvitsku, sjálvt um vit eru ófullkomin. (Hebrearabrævið 9:13, 14) Rein samvitska gevur okkum dirvi at tosa við Jehova, og tí kunnu vit frítt venda okkum til hansara í bøn. (Hebrearabrævið 4:14-16) At varðveita eina reina samvitsku gevur frið í sinnið, fremur sjálvsvirðingina og økir gleðina.

17. Hvørjar signingar standa okkum í boði, av tí at Jesus doyði fyri okkum?

17 Vónin um ævigt lív í einum paradísi á jørðini. „Lønin, ið syndin gevur, er deyði,“ lesa vit í Rómbrævinum 6:23, men sama versið leggur aftrat, at „náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara“. Í kapittul 3 í hesi bókini umrøddu vit signingarnar, sum komandi paradísið ber við sær. (Opinberingin 21:3, 4) Allar hesar framtíðar signingar, eisini ævigt lív við fullkomnari heilsu, standa okkum í boði, tí Jesus doyði fyri okkum. Men fyri at fáa lut í signingunum, mugu vit vísa, at vit eru takksom fyri gávuna, sum varð givin okkum við endurloysingini.

HVUSSU KANST TÚ SÝNA TAKKSEMI?

18. Hví eiga vit at vera Jehova takksom fyri endurloysingina?

18 Hví eiga vit at vera Jehova takksom fyri endurloysingina? Ein gáva er altíð serliga nógv vird, tá hon hevur kostað gevaranum nógv í tíð, ómaki ella útreiðslum. Vit verða rørd, tá ein gáva ber prógv um, at gevarin veruliga elskar okkum. Endurloysingin er dýrabarasta gávan av øllum, tí Gud læt størsta ofrið á ævini fyri at útvega hana. „So elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna,“ stendur í Jóhannes 3:16. Endurloysingin er størsta prógvið um, at Jehova elskar okkum. Hon er eisini prógv um, at Jesus elskar okkum, tí hann læt villiga lívið fyri okkara skuld. (Jóhannes 15:13) Endurloysingin sannførir okkum um, at Jehova og sonur hansara elska hvønn einstakan av okkum. — Galatiabrævið 2:20.

Við at læra meira um Jehova vísa vit, at vit eru takksom fyri ta dýrabaru gávu, hann gav okkum við endurloysingini

19, 20. Hvussu kanst tú vísa takksemi í sambandi við gávuna, sum Gud gav okkum við endurloysingini?

19 Men hvussu kanst tú vísa Jehova, at tú virðismetir gávuna, sum hann gav við endurloysingini? Fram um alt við at læra meira um stóra Gevaran, Jehova. (Jóhannes 17:3) At kanna Bíbliuna við hesi bókini kann hjálpa tær áleiðis. So við og við sum tú fært størri kunnleika um Jehova, fært tú eisini størri kærleika til hansara. Og av kærleika til Gud fært tú hug at gera hansara vilja. — 1 Jóhannes 5:3.

20 Vís, at tú trýrt á Jesu endurloysingaroffur. Sagt er um Jesus: „Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív.“ (Jóhannes 3:36) Hvussu vísa vit, at vit trúgva á Jesus? Tað gerst ikki bara við orðum. Í Jákup 2:26 stendur, at „trúgvin [er] deyð uttan verk“. Ja, sanna trúgv vísa vit í ’verki’, tað vil siga við tí, sum vit gera. Vit kunnu vísa, at vit trúgva á Jesus við at fylgja honum eftir, so væl sum vit kunnu, ikki bara í talu, men eisini í gerðum. — Jóhannes 13:15.

21, 22. (a) Hví eiga vit at vera við á árligu høgtíðini til minni um deyða Jesusar? (b) Hvat fara kapittul 6 og 7 at greiða okkum frá?

21 Ver við á høgtíðini til minni um deyða Jesusar. Um kvøldið hin 14. nisan ár 33 stovnaði Jesus eina serliga høgtíð, sum Bíblian nevnir „kvøldmáltíð Harrans“. (1 Korintbræv 11:20; Matteus 26:26-28) Hon nevnist eisini høgtíðin til minni um deyða Jesu Krists. Hesa høgtíðina stovnaði Jesus fyri at hjálpa ápostlum sínum, og øllum sonnum kristnum eftir teir, at minnast til, at hann við at doyggja sum eitt fullkomið menniskja gav lív sítt sum loysigjald ella endurloysingaroffur. Viðvíkjandi høgtíðini og hátíðarhaldinum gav Jesus hesi boð: „Gerið hetta til minni um Meg.“ (Lukas 22:19) Á høgtíðini verða vit mint á tann stóra kærleikan, sum bæði Jehova og Jesus vístu okkum í sambandi við endurloysingina. Vit kunnu vísa, at vit eru takksom fyri hesa gávu við at vera hjástødd á árligu høgtíðini til minni um deyða Jesusar. *

22 At Jehova gav okkum endurloysingina, er av sonnum ein ósigilig gáva. (2 Korintbræv 9:14, 15) Henda dýrabara gávan kann enntá koma teimum til gagns, sum eru deyð. Hvussu tað skal skiljast, fáa vit at vita í kapittul 6 og 7.

^ par. 21 Fleiri upplýsingar, um hvønn týdning kvøldmáltíð Harrans hevur, standa í uppískoytinum „Kvøldmáltíð Harrans — ein høgtíð Gudi til heiðurs“.