Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL SEKSTAN

Tak støðu fyri sannari tilbiðing

Tak støðu fyri sannari tilbiðing
  • Hvat lærir Bíblian um at brúka myndir í gudsdýrkanini?

  • Hvørja støðu hava kristin til halgidagar og høgtíðir?

  • Hvussu kanst tú fólkaliga greiða øðrum frá tínum sjónarmiðum?

1, 2. Hvønn spurning mugu vit seta okkum sjálvum, tá vit eru farin burtur úr følskum átrúnaði, og hví hevur tað týdning, heldur tú?

HUGSA tær, at tú verður varur við, at alt grannalagið hjá tær er illa dálkað. Uttan at gera vart við seg, hevur onkur tyrvt eitrað burturkast í økinum, og nú er støðan lívshættislig. Hvat gert tú? Tú syrgir uttan iva fyri at sleppa tær burtur. Men aftaná spyrt tú stúrin: ’Varð eg eitraður?’

2 Ein líknandi støða kann taka seg upp í sambandi við falskan átrúnað. Hann er sambært Bíbliuni dálkaður av óreinum trúarlærum og siðum. (2 Korintbræv 6:17) Tí er tað so umráðandi, at tú fert út frá ’Bábylon hini stóru’, heimsveldinum av følskum átrúnaði. (Opinberingin 18:2, 4) Ert tú farin út? Um so er, hevur tú borið teg rætt at. Kortini er tað ikki nóg mikið, at tú bara meldar teg úr einum trúarsamfelag ella á annan hátt tekur teg burtur úr følskum átrúnaði. Aftaná mást tú spyrja teg sjálvan: ’Man nakað vera eftir av falskari tilbiðing í tí, sum eg geri?’ Latið okkum kanna nøkur dømi.

MYNDIR OG FORFEDRADÝRKAN

3. (a) Hvat sigur Bíblian um at brúka myndir, og hví hava summi kanska ilt við at skilja Guds áskoðan? (b) Hvat mást tú gera, um tú eigur nakað, sum hevur samband við falska tilbiðing?

3 Summi hava í nógv ár havt halgimyndir, heilagar lutir ella altar í heiminum hjá sær. Ert tú ein av teimum, kann tað kennast løgið ella beinleiðis skeivt at biðja til Gud uttan sovorðnar sjónligar hjálparlutir. Kanska kennir tú eisini eitt ávíst tilknýti til onkrar av lutunum. Men Gud hevur sjálvur sagt, hvussu hann vil verða tilbiðin, og Bíblian sigur, at hann ikki vil hava okkum at brúka myndir ella aðrar lutir í tí sambandi. (2 Mósebók 20:4, 5; Sálmur 115:4-8; Esaias 42:8; 1 Jóhannes 5:21) Tú kanst altso vísa, at tú tekur støðu fyri sannari tilbiðing við at forkoma øllum tí, tú eigur, ið hevur samband við falska tilbiðing. Tú mást endiliga fáa somu áskoðan á hesar lutir sum Jehova — og hann sær teir sum eina „andstygd“. — 5 Mósebók 27:15.

4. (a) Hvussu vita vit, at forfedradýrkan er nyttuleys? (b) Hví gav Jehova fólki sínum forboð fyri at vera við í nøkrum slagi av spiritismu?

4 Forfedradýrkan er eisini vanlig í nógvum følskum átrúnaði. Áðrenn tey komu at kenna sannleikan úr Bíbliuni, hava summi trúð, at tey deyðu eru í einum ósjónligum heimi, har tey vita til sín og kunnu antin hjálpa livandi fólki ella gera teimum fortreð. Kanska hevur tú fyrr gjørt nógv burtur úr at blíðka deyðar forfedrar. Men sum greitt varð frá í kapittul 6, hava tey deyðu onga tilvitaða tilveru nakra aðrastaðni. Tí nyttar einki at royna at koma í samband við tey. Ein og hvør boðskapur, ið tykist koma frá einum deyðum vini ella skyldfólki, stavar í veruleikanum frá illu andunum. Tí noktaði Jehova ísraelsmonnum at royna at tosa við tey deyðu ella taka lut í nøkrum øðrum slagi av spiritismu. — 5 Mósebók 18:10-12.

5. Hvat kanst tú gera, um myndadýrkan ella forfedradýrkan fyrr hevur verið ein partur av tínari tilbiðing?

5 Hvat kanst tú gera, um myndadýrkan ella forfedradýrkan fyrr var ein partur av tíni tilbiðing? Tú kanst lesa og hugsa um stykki í Bíbliuni, sum vísa tær, hvussu Gud metir tílíkt. Bið hvønn dag til Jehova. Sig honum, at tú fegin vilt taka støðu fyri sannari tilbiðing, og bið hann hjálpa tær at fáa somu áskoðan, sum hann hevur. — Esaias 55:9.

TEY FYRSTU KRISTNU HILDU IKKI JÓL

6, 7. (a) Hvat verður sagt um orsøkina til, at fólk halda jól, og hildu Jesu lærisveinar í fyrstu øld hesa høgtíð? (b) Hvat varð føðingardagshald sett í samband við í fyrstu kristnu tíðini?

Tilbiðingin hjá einum menniskja kann vera ’dálkað’ av følskum átrúnaði í sambandi við væl umtóktar høgtíðir. Hvussu er til dømis vorðið við jólunum? Sagt verður jú, at jólini verða hildin til minni um dagin, tá Jesus Kristus varð føddur, og nærum allir trúarbólkar, sum siga seg vera kristnar, halda jól. Men einki bendir á, at Jesu lærisveinar í fyrstu øld hildu eina slíka høgtíð. Bókin Sacred Origins of Profound Things sigur: „Tær báðar fyrstu øldirnar eftir Jesu føðing visti eingin, og bert fá løgdu lag í, nágreiniliga nær hann varð føddur.“

7 Og sjálvt um lærisveinarnir hjá Jesusi høvdu vitað nágreiniliga, nær hann varð føddur, vildu teir ikki hildið hansara føðingardag. Hví ikki? Den Store Danske Encyklopædi sigur: „Fornkirkjan helt siðin [at halda føðingardag] vera heidnan.“ Teir einastu føðingardagarnir, sum standa nevndir í Bíbliuni, vórðu hildnir av tveimum stjórnarum, ið ikki tilbóðu Jehova. (1 Mósebók 40:20; Markus 6:21) Føðingardagsveitslur vórðu eisini hildnar heidnum gudum til heiðurs. Til dømis hildu rómverjar 24. mai føðingardagin hjá Dianu gudinnu. Dagin eftir hildu teir føðingardag fyri Apollon, sólgudinum. Føðingardagshald hevði altso samband við heiðinskap, ikki við kristindóm.

8. Greið frá sambandinum ímillum pátrúgv og føðingardagshald.

8 Ein onnur orsøk er eisini til, at tey kristnu í fyrstu øld ikki vildu hildið føðingardagin hjá Jesusi. Tey mundu vita, at føðingardagshald varð sett í samband við pátrúgv. Nógvir grikkar og rómverjar í fornøldini trúðu til dømis, at ein andi var hjástaddur hvørja einastu ferð, eitt menniskja varð føtt, og vardi tað alt lívið. „Hesin andin hevði eitt duldarfult samband við tann gudin, ið hevði føðingardag sama dag sum nýføðingurin,“ sigur bókin The Lore of Birthdays. Jehova hevði avgjørt ikki dámt, at fólk hildu nakað, sum kundi seta Jesus í samband við pátrúgv. (Esaias 65:11, 12) Men hvussu ber tað so til, at so nógv halda jól?

UPPRUNIN AT JÓLUNUM

9. Hví valdu fólk at halda føðing Jesusar hin 25. desember?

9 Ikki fyrr enn fleiri hundrað ár eftir, at Jesus hevði livað á jørðini, fóru fólk at halda hansara føðingardag hin 25. desember. * Men Jesus varð ikki føddur tann dagin. Hann varð eyðsýniliga føddur í oktober mánaði. * Hví varð hin 25. desember so valdur? Helst tí nøkur, sum seinni søgdu seg vera kristin, „vildu hava dagin at falla sama dag, sum fólk hildu ’føðingardag fyri óvinnandi sólini’, eina heidna rómverska veitslu.“ (The New Encyclopædia Britannica) Um veturin, tá sólin tyktist veikast, høvdu heiðin fólkasløg halgisiðir, ið skuldu fáa hesa ljós- og hitakeldu aftur av fjarskotnu ferð síni. Tey hildu 25. desember vera dagin, tá sólin byrjaði ferðina aftur. Fyri at umvenda heidningar tóku trúarleiðararnir hesa veitslu til sín og royndu at geva henni „kristnan“ dám. *

10. Hví hildu nøkur fyrr í tíðini ikki jól?

10 Tað er gamalt kent, at jólini hava heidnan uppruna. Óbíbilski upprunin var í 17.  øld orsøkin til, at jólahaldið varð bannað í Onglandi og nøkrum av amerikonsku hjálondunum. Um onkur ikki kom til arbeiðis jóladag, fekk hann bót. Men gomlu siðirnir komu skjótt aftur, og nýggir løgdust aftrat. Jólini gjørdust aftur ein væl umtókt høgtíð og eru tað framvegis í nógvum londum. Men sambandið millum jólini og falskan átrúnað ger, at tey, sum vilja gleða Gud, hvørki halda jól ella nakra aðra høgtíð, sum hevur røtur sínar í heidnari gudsdýrkan. *

ER UPPRUNIN VERULIGA SO AVGERANDI?

11. Hvør er ofta orsøkin til, at fólk halda høgtíðir, men hvat eigur at liggja fremst í huga okkara?

11 Summi viðganga, at høgtíðir sum jólini hava heidnan uppruna, men halda kortini ikki, at tað er skeivt at halda tær. Satt at siga hugsa tey flestu jú ikki um falska tilbiðing, tá tey halda høgtíðir. Og halgidagarnir geva familjunum høvi at vera saman. Er tað eisini soleiðis, tú hugsar? Um so er, er tað helst kærleiki til familjuna, ikki falskur átrúnaður, sum ger tað trupult hjá tær at taka støðu fyri sannari tilbiðing. Men ver vísur í, at Jehova, sum stovnaði familjuskipanina, vil, at tú skalt hava eitt gott samband við familjuna hjá tær. (Efesusbrævið 3:14, 15, Ny Verden-Oversættelsen) Og tað ber væl til at styrkja familjubondini á annan hátt, sum Gud góðkennir. Paulus ápostul skrivaði um tað, sum eigur at vera fremst í huga okkara: „Ja, rannsakið, hvat Harranum toknast!“ — Efesusbrævið 5:10.

Hevði tú etið góðgæti, sum varð tikið upp úr rennuni?

12. Lýs við einari mynd, hví vit skulu halda okkum frá siðum og høgtíðum, sum hava óreinan uppruna.

12 Kanska heldur tú ikki, at upprunin at høgtíðunum hevur serliga nógv at gera við orsøkina til, at tær verða hildnar nú á døgum. Kann tað veruliga hava so stóran týdning? Ja! Latið okkum taka eitt dømi. Hugsa tær, at tú sást okkurt góðgæti liggja í einari rennu. Hevði tú tikið tað upp og etið tað? Sjálvandi ikki. Tað er skitið! Á sama hátt sum góðgætið kunnu høgtíðir tykjast dámligar, men tær eru tiknar úr óreinskuni. Skulu vit taka støðu fyri sannari tilbiðing, mugu vit hava somu áskoðan sum Esaias profetur, ið segði hetta við sannar tilbiðjarar: „Nemið einki óreint!“ — Esaias 52:11.

SKYNSEMI Í SAMBANDINUM VIÐ ONNUR

13. Hvørjir trupulleikar kunnu standast av, at tú ikki vilt halda ymiskar høgtíðir?

13 Tá tú tekur avgerð um ikki at halda ymiskar høgtíðir, kunnu trupulleikar stinga seg upp. Arbeiðsfelagar kunnu til dømis undrast, tá tú ikki tekur lut í ymiskum tiltøkum á arbeiðsplássinum í sambandi við høgtíðirnar. Og hvat gert tú, um onkur hevur hug at geva tær eina jólagávu? Er tað skeivt at taka ímóti henni? Hvat gert tú, um hjúnafelagin ikki hevur somu trúgv sum tú? Hvussu kanst tú tryggja tær, at børnini ikki føla, at tey missa nakað, av tí at tit ikki halda tær ymisku høgtíðirnar?

14, 15. Hvat kanst tú gera, um onkur kemur við einari jólaheilsan ella vil geva tær eina gávu í sambandi við eina høgtíð?

14 Vit mugu duga á at skyna, hvussu vit skulu bera okkum at í hvørjum einstøkum føri. Fáa vit eina tilvildarliga jólaheilsan (ella eina heilsan í sambandi við aðrar høgtíðir), kunnu vit bara takka fyri. Men latið okkum siga, at hon kemur frá einum, sum tú arbeiðir saman við ella ofta kemur í samband við. Tá kundi tú kanska valt at sagt eitt sindur meir. Undir øllum umstøðum mást tú vera fólkaligur. Bíblian gevur okkum hesi ráð: „Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!“ (Kolossebrævið 4:6) Ansa eftir, at tú ikki vanvirðir onnur. Greið heldur fólkaliga frá tínum sjónarmiði. Ger greitt, at tú hvørki hevur nakað ímóti vertskapi ella gávum. Tær dámar bara betur, at tað fer fram aðrar tíðir.

15 Hvat um onkur ætlar at geva tær eina gávu? Nógv veldst um umstøðurnar. Kanska sigur gevarin: „Eg veit, at tú ikki heldur jól, men eg vil kortini geva tær eina gávu.“ Kanska velur tú at taka ímóti gávuni, tí tú í hesum føri ikki heldur, at tú fyri tað ert við í jólahaldinum. Veit gevarin einki um tína trúgv, kanst tú sjálvandi siga, at tú ikki heldur jól. Tað kann hjálpa viðkomandi at skilja, hví tú tekur ímóti einari gávu uttan samstundis sjálvur at koma við einari. Hinvegin eigur tú helst at siga nei takk, um gávan skilliga verður givin fyri at vísa, at tú ikki heldur fast við tína trúgv, ella at tú ert til reiðar at slaka bara fyri at fáa eina gávu.

HVUSSU VIÐ FAMILJUNI HJÁ TÆR?

16. Hvussu kanst tú bera teg fólkaliga at, tá tað snýr seg um høgtíðir?

16 Hvat um familjan ikki hevur somu trúgv sum tú? Aftur her mást tú vera fólkaligur. Tað er ikki neyðugt at kjakast um allar siðir ella høgtíðir, sum familjan hjá tær hevur hug at halda. Vís heldur, at tú virðir teirra rætt til at hava eina meining, eins og tú fegin vilt hava tey at virða tín rætt til tína áskoðan. (Matteus 7:12) Slepp tær undan øllum, ið hevur samband við hátíðarhaldið á ymiskum høgtíðum. Men ver samstundis lagaligur, tá tað snýr seg um okkurt, sum ikki hevur við sjálvt hátíðarhaldið at gera. Sjálvandi skalt tú altíð bera teg at, so tú framvegis kanst hava góða samvitsku. — 1 Timoteus 1:18, 19.

17. Hvussu hjálpir tú børnum tínum, so tey ikki føla seg missa nakað, tá tey síggja onnur halda ymiskar høgtíðir?

17 Hvussu kanst tú tryggja tær, at børnini ikki føla seg missa nakað, av tí at tit ikki halda óbíbilskar høgtíðir? Nógv veldst um, hvat tit gera aðrar tíðir. Nøkur foreldur syrgja fyri ymiskum tiltøkum í árinum, har tey geva børnum sínum gávur. Ein tann besta gávan, tú kanst geva børnunum hjá tær, er tíð, kærleiki og ansur.

TAK LUT Í SANNARI TILBIÐING

At vera við í sannari tilbiðing gevur stóra gleði

18. Hvussu kunnu tey kristnu møtini hjálpa tær at taka støðu fyri sannari tilbiðing?

18 Fyri at gleða Gud, mást tú vísa falska tilbiðing frá tær og taka støðu fyri sannari tilbiðing. Hvat ber tað við sær? Bíblian sigur: „Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum — og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan — soleiðis sum siður er hjá summum — men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!“ (Hebrearabrævið 10:24, 25) Kristnu møtini geva tær gleðilig høvi til at tilbiðja Gud á ein hátt, sum hann góðkennir. (Sálmur 22:23; 122:1) Á slíkum møtum kunnu trúføst kristin ’verða lívgað við felags trúgv síni’. — Rómbrævið 1:12.

19. Hví er tað umráðandi, at tú tosar við onnur um tað, sum tú hevur lært úr Bíbliuni?

19 Tú tekur eisini støðu fyri sannari tilbiðing við at siga øðrum frá tí, tú hevur lært, meðan tú hevur granskað Bíbliuna við Jehova Vitnum. Nógv „suffa og vena seg“ um alt tað ónda, sum fer fram í heiminum nú á døgum. (Ezekiel 9:4) Kanska kennir tú nøkur, ið hava tað soleiðis. Hví ikki siga teimum frá vónini, sum Bíblian hevur givið tær um eina eydnuríka framtíð? Trúgvin verður sterkari, tá tú kemur saman við sonnum kristnum og sigur øðrum frá teimum undursomu bíbilsku sannleikunum, sum tú hevur lært at kenna. Og tú varnast, at ein og hvør longsul eftir siðum, sum eru knýttir at falskari tilbiðing, ið kundi sitið eftir í hjartanum, so við og við minkar burtur í einki. Tekur tú støðu fyri sannari tilbiðing, kanst tú vera vísur í at fáa eitt eydnuríkt lív og nógvar signingar. — Malakias 3:10.

^ par. 9 Eftir týskum og norrønum siði byrjar veitslan kvøldið fyri, tann 24. desember.

^ par. 9 Saturnaliurnar vóru eisini ein orsøk til, at 25. desember varð valdur. Henda veitslan, rómverska gudinum fyri sáðkorni og akurskurði til heiðurs, varð hildin 17.-24. desember. Høgtíðin bar dám av kæti og gamansleiki, og fólk góvu hvør øðrum gávur.

^ par. 10 Hvørja áskoðan sonn kristin hava á aðrar væl umtóktar høgtíðir, verður umrøtt í uppískoytinum „Hvørja áskoðan skulu kristin hava á høgtíðir?