Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL SEYTJAN

Halt teg nær til Gud í bøn

Halt teg nær til Gud í bøn
  • Hví skulu vit biðja til Gud?

  • Hvat skulu vit gera fyri at verða hoyrd av Gudi?

  • Hvussu svarar Gud bønum okkara?

Jehova, sum hevur „skapt Himmal og jørð“, er fúsur at hoyra okkara bønir

1, 2. Hví eiga vit at meta bønina sum ein stóran framíhjárætt, og hví er tað neyðugt at vita, hvat Bíblian sigur um bøn?

SAMANBORIN við alheimin í allari vídd síni er jørðin ógvuliga lítil. Fyri Jehova, sum „hevur skapt Himmal og jørð“, eru fólkasløgini sum ein lítil dropi av vatni úr einari byttu. (Sálmur 115:15; Esaias 40:15) Og kortini sigur Bíblian: „Nær er [Jehova] øllum, ið á Hann kalla, øllum, ið kalla á Hann av sonnum. Hann ger teimum eftir ynski, sum óttast Hann, Hann hoyrir róp teirra og frelsir tey.“ (Sálmur 145:18, 19) Hugsa tær, hvat tað merkir! Alvaldi Skaparin er tætt við og lurtar, tá vit „kalla á Hann av sonnum“. At kunna venda sær til Gud í bøn er veruliga ein stórur heiður.

2 Vilja vit hava Jehova at hoyra okkara bønir, mugu vit kortini biðja soleiðis, sum hann hevur ávíst. Men hvussu kunnu vit tað uttan at vita, hvat Bíblian lærir um bøn? Tað hevur alstóran týdning at vita, hvat Bíblian sigur um evnið, tí bøn kann hjálpa okkum at koma Jehova nærri.

HVÍ BIÐJA TIL JEHOVA?

3. Hvat er ein týðandi orsøk til at biðja til Jehova?

3 Ein týðandi orsøk til at biðja til Jehova er, at hann biður okkum gera tað. Bíblian áminnir: „Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.“ (Filippibrævið 4:6, 7) Vit kunnu sjálvandi ikki lata eina so inniliga tilstuðling frá Fullveldisharra alheimsins fara aftur við borðinum.

4. Hvussu kann reglulig bøn styrkja okkara samband við Jehova?

4 Ein onnur orsøk til at biðja er, at vit við regluligari bøn til Jehova kunnu styrkja sambandið við hann. Sannir vinir samskifta ikki bara, tá teimum tørvar okkurt. Nei, góðir vinir hava áhuga hvør fyri øðrum, og vinalagið styrkist, tá teir frítt kunnu tosa um hugsanir, stúranir og kenslur. Nakað tað sama ger seg galdandi í okkara sambandi við Jehova Gud. Við hesi bókini hevur tú lært nógv um, hvat Bíblian sigur um Jehova, hansara persónleika og hansara ætlan. Tú hevur lært hann at kenna sum ein veruligan persón. Bønin gevur tær høvi at greiða himmalska Faðir tínum frá, hvat tú hugsar og følir innast inni. Soleiðis kemur tú nær til Jehova. — Jákup 4:8.

HVØRJI KRØV MUGU VIT LÚKA?

5. Hvat vísir, at Jehova ikki hoyrir allar bønir?

5 Hoyrir Jehova allar bønir? Legg til merkis, hvat hann segði við uppreistrarhugaðar ísraelsmenn á døgum Esaiasar profets: „Hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki — tí hendur tykkara eru fullar av blóði!“ (Esaias 1:15) Ávísar gerðir kunnu altso vera orsøkin til, at Gud ikki hoyrir bønir frá okkum. Vilja vit, at Gud skal hoyra okkara bønir, mugu vit tí lúka nøkur grundleggjandi krøv.

6. Hvat er eitt týðandi krav, um Gud skal hoyra okkara bønir, og hvussu lúka vit tað kravið?

6 Eitt týðandi krav er, at vit hava trúgv. (Markus 11:24) Paulus ápostul skrivaði: „Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.“ (Hebrearabrævið 11:6) Sonn trúgv er ikki bara ein viðurkenning av, at Gud er til, og at hann hoyrir og svarar bønum. Trúgvin verður prógvað við gerðum okkara. Okkara dagliga lív má vera ein greiður vitnisburður um, at vit hava trúgv. — Jákup 2:26.

7. (a) Hví eiga vit at sýna virðing, tá vit venda okkum til Jehova í bøn? (b) Hvussu kunnu vit sýna eyðmjúkleika og falsloysi, tá vit biðja til Gud?

7 Jehova krevur eisini, at tey, sum venda sær til hansara í bøn, gera tað í eyðmjúkleika og falsloysi. Og eiga vit ikki at vera eyðmjúk, tá vit tosa við Jehova? Fólk, sum fáa høvi at tosa við ein kong ella ein forseta, gera tað vanliga við virðing, tí tey ásanna, at stjórnarin situr í høgum starvi. Hvussu mikið meiri skulu vit so ikki sýna virðing, tá ið vit koma fram fyri Jehova? (Sálmur 138:6) Hann er jú „Gud hin Alvaldi“. (1 Mósebók 17:1) Tá vit biðja til Gud, má okkara atburður vísa, at vit eyðmjúk viðurkenna okkara støðu í mun til hansara. Slíkur eyðmjúkleiki fær okkum eisini at biðja ærliga av hjartanum, so vit ikki av berum vana siga tey somu orðini upp í saman. — Matteus 6:7, 8.

8. Hvussu kunnu vit virka samsvarandi tí, sum vit biðja um?

8 Eitt annað krav fyri at verða hoyrd av Gudi er, at vit virka samsvarandi tí, sum vit biðja um. Jehova væntar, at vit eftir førimuni gera alt fyri, at bøn okkara kann verða eftirlíkað. Um vit til dømis biðja hann ’geva okkum dagliga breyð okkara’, mugu vit vera til reiðar at leggja doyðin á í tí arbeiðinum, sum er at fáa. (Matteus 6:11; 2 Tessalonikabræv 3:10) Biðja vit hann hjálpa okkum at vinna á einum holdligum veikleika, mugu vit ansa væl eftir ikki at seta okkum sjálvi í eina støðu, sum kundi freistað okkum at geva eftir fyri veikleikanum. (Kolossebrævið 3:5) Aftrat hesum grundleggjandi krøvunum eru eisini ávísir spurningar viðvíkjandi bøn, sum vit mugu hava skil á.

SVAR TIL SPURNINGAR VIÐVÍKJANDI BØN

9. Hvønn skulu vit biðja til, og gjøgnum hvønn?

9 Hvønn skulu vit biðja til? Jesus lærdi lærisveinar sínar at biðja til ’Faðir okkara, sum er í Himli’. (Matteus 6:9) Vit skulu altso biðja til Jehova Gud og ongan annan. Tó krevur Jehova eisini, at vit viðurkenna ta støðuna, sum einborni sonur hansara, Jesus Kristus, hevur. Sum vit lærdu í kapittul 5, varð Jesus sendur niður á jørðina at geva lív sítt sum eitt loysigjald, ið kundi keypa okkum leys frá synd og deyða. (Jóhannes 3:16; Rómbrævið 5:12) Hann er tilnevndur høvuðsprestur og dómari. (Jóhannes 5:22; Hebrearabrævið 6:20) Tí gevur Bíblian okkum boð um at biðja til Gud gjøgnum hann. „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær,“ segði Jesus. (Jóhannes 14:6) Vit skulu altso biðja til Jehova gjøgnum son hansara; tað er ein treyt, um okkara bønir skulu verða hoyrdar.

10. Hví krevst eingin ávísur kropsburður, tá vit biðja?

10 Skulu vit hava eina ávísa kropsstøðu, tá vit biðja? Nei. Jehova setir eingi serstøk krøv um nakra ávísa støðu, hvørki fyri hendurnar ella fyri kroppin sum heild. Bíblian lærir, at fólk kunnu biðja í nógvum ymiskum støðum. Tað ber til at sita, boyggja seg, liggja á knæ ella standa uppi. (1 Krønikubók 17:16; Nehemias 8:6; Dániel 6:11; Markus 11:25) Tað, sum um ræður, er eingin ávís kropsstøða, sum onnur kunnu leggja til merkis, men rætta hjartastøðan. Ja, antin vit eru í dagliga virki okkara ella í trongstøðu, kunnu vit allastaðni biðja til Gud innantanna. Slíkar bønir hoyrir Jehova, sjálvt um fólk rundan um okkum einki leggja til merkis. — Nehemias 2:1-6.

11. Hvørji persónlig viðurskifti kunnu vit hóskandi taka við í bønum okkara?

11 Hvat kunnu vit biðja um? Bíblian sigur: „Biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.“ (1 Jóhannes 5:14) Vit kunnu altso biðja um alt, sum er í samljóð við Guds vilja. Er tað Guds vilji, at vit biðja bønir um persónlig viðurskifti, sum órógva okkum? So avgjørt! At biðja til Jehova kann vera sum at tosa við ein góðan vin. Vit kunnu bersøgin ’hella út hjarta okkara fyri Honum’. (Sálmur 62:9) Tað er gott at biðja um heilagan anda, tí hann kann hjálpa okkum at gera tað rætta. (Lukas 11:13) Vit kunnu eisini biðja Gud um leiðslu, so vit taka skilagóðar avgerðir, og um styrki at tola royndir. (Jákup 1:5) Tá ið vit synda, eiga vit at biðja um fyrigeving við støði í ofrinum, sum Kristus læt. (Efesusbrævið 1:3, 7) Men sjálvandi skulu bønirnar, vit biðja, ikki bara vera um okkum sjálvi. Tær skulu eisini snúgva seg um onnur — eitt nú familju og trúarfelagar. — Ápostlasøgan 12:5; Kolossebrævið 4:12.

12. Hvussu kunnu vit geva tí, sum hevur við himmalska Faðir okkara at gera, fremsta plássið í bønum okkara?

12 Alt, sum hevur við Jehova Gud at gera, má koma fyrst í bønum okkara. Vit eiga av sonnum at lovprísa og takka honum fyri alla góðsku hansara. (1 Krønikubók 29:10-13) Við Faðirvár, sum stendur at lesa í Matteus 6:9-13, gav Jesus okkum eina bønarfyrimynd. Í henni lærdi hann okkum fyrst at biðja um, at Guds navn skuldi verða heilagt ella halgað, og síðani at Guds ríki skuldi koma og hansara vilji verða framdur „sum í Himli, so á jørðini við“. Ikki fyrr enn hann hevði biðið hesar týdningarmiklu bønir, sum viðvíktu Jehova, fór Jesus at hugsa um persónlig viðurskifti. Um vit somuleiðis geva Gudi fremsta plássið í bønum okkara, vísa vit, at vit ikki bara hugsa um okkum sjálvi.

13. Hvat sigur Bíblian um longdina av bønum okkara?

13 Hvussu langar skulu okkara bønir vera? Bíblian setur einki mark fyri, hvussu langar okkara egnu bønir ella bønir, sum verða bidnar í einari samkomu, kunnu vera. Tað kann skifta frá eini stuttari bøn undan eini máltíð til eina langa persónliga bøn, har vit úthella hjarta okkara fyri Jehova. (1 Sámuel 1:12, 15) Men Jesus fordømdi kortini sjálvrættvís menniskju, sum við longum bønum gjørdu seg upp fyri øðrum. (Lukas 20:46, 47) Sovorðnar bønir hava ikki ávirkan á Jehova. Tað, sum um ræður, er, at bønirnar koma úr hjarta okkara. Hvussu langar okkara bønir til Jehova eru, kann altso skifta alt eftir tørvi og umstøðum.

Tín bøn kann altíð verða hoyrd

14. Hvat merkir tað, tá Bíblian sigur, at vit skulu ’halda fram at biðja’, og hví er tað ein uggi?

14 Hvussu ofta skulu vit biðja? Bíblian eggjar okkum til at ’halda fram at biðja’, at vera „áhaldandi í bønini“ og at ’biðja uttan íhald’. (Matteus 26:41, Ny Verden-Oversættelsen; Rómbrævið 12:12; 1 Tessalonikabræv 5:17) Tað merkir sjálvandi ikki, at vit hvørja løtu á degnum skulu biðja til Jehova. Tað merkir heldur, at Bíblian eggjar okkum til at biðja regluliga. Vit mugu støðugt takka Jehova fyri hansara góðsku móti okkum og biðja hann um leiðbeining, troyst og styrki. Tað uggar okkum at vita, at Jehova ikki hevur sett nakað mark fyri, hvussu ofta og hvussu leingi vit kunnu biðja til hansara. Eru vit veruliga takksom fyri tann framíhjárættin, sum bønin er, munnu vit ofta finna høvi at biðja til himmalska Faðir okkara.

15. Hví eiga vit at enda okkara egnu bønir og bønir, sum verða bidnar í einari samkomu, við at siga „amen“?

15 Hví eiga vit at enda bønina við at siga „amen“? Orðið „amen“ merkir „vissuliga“ ella „tað veri“. Fleiri dømi úr Bíbliuni vísa, at tað er hóskandi at enda persónligar bønir ella bønir, sum verða bidnar í einari samkomu, við at siga „amen“. (1 Krønikubók 16:36; Sálmur 41:14) Tá vit enda okkara egnu bønir við orðinum „amen“, játta vit, at alt, sum vit søgdu í bønini, varð ærliga meint. Siga vit „amen“ — innantanna, ella so tað hoyrist — til eina bøn, sum onkur annar biður í eini samkomu, vísa vit, at vit taka undir við tí, sum varð sagt. — 1 Korintbræv 14:16.

HVUSSU GUD SVARAR BØNUM OKKARA

16. Hvørjum kunnu vit vera fullvís í viðvíkjandi bøn?

16 Svarar Jehova veruliga bønum? Ja, tað ger hann! Vit kunnu vera fullvís í, at hann, „sum hoyrir bønir“, svarar ærligum bønum hjá milliónum av menniskjum. (Sálmur 65:3) Bønarsvarið frá Jehova kann koma á ymiskan hátt.

17. Hví kunnu vit siga, at Gud brúkar sínar einglar og sínar tænarar á jørðini, tá hann svarar bønum?

17 Jehova brúkar sínar einglar og sínar tænarar á jørðini, tá hann svarar bønum. (Hebrearabrævið 1:13, 14) Vit hava nógv dømi um, at menniskju, sum bóðu Gud um hjálp til at skilja Bíbliuna, stutt eftir fingu ein Jehova tænara á vitjan. Sovorðnar royndir prógva, at einglar standa fyri arbeiðinum við at boða Guds ríki. (Opinberingin 14:6) Jehova kann svara bønum, sum vit biðja, tá vit eru í neyð, við at fáa ein annan kristnan at koma okkum til hjálpar. — Orðtøkini 12:25; Jákup 2:16.

Jehova kann svara bønum okkara við at fáa ein annan kristnan at koma okkum til hjálpar

18. Hvussu brúkar Jehova sítt orð og sín heilaga anda, tá hann svarar bønum frá tænarum sínum?

18 Jehova Gud brúkar eisini sítt orð, Bíbliuna, og sín heilaga anda, tá hann svarar bønum frá tænarum sínum. Bønum um hjálp til at halda út í royndum kann hann svara við at vegleiða og styrkja okkum við sínum heilaga anda. (2 Korintbræv 4:7) Biðja vit um vegleiðing frá Gudi, kemur svarið ofta úr Bíbliuni. Við henni hjálpir Jehova okkum at taka skilagóðar avgerðir. Kanska finna vit í okkara persónliga bíbliulestri og í kristnum lesnaði, sum til dømis hesi bókini, skriftstøð, ið kunnu hjálpa okkum. Kanska koma vit á einum kristnum møti ella við viðmerkingum frá einum umhygnum elsta í samkomuni fram á bíbilsk sjónarmið, sum vit eiga at geva okkum far um. — Galatiabrævið 6:1.

19. Hvat mugu vit minnast til, um tað onkuntíð tykist, sum okkara bønir ikki verða svaraðar?

19 Um tað tykist, sum Jehova er seinur at svara bønum okkara, er tað ongantíð, tí hann ikki er førur fyri at eftirlíka teimum. Vit skulu minnast til, at Jehova altíð svarar bønum eftir sínum vilja og til sína tíð. Hann kennir okkara tørv og veit nógv betur enn vit sjálvi, hvussu hann skal nøktast. Ofta letur hann okkum ’halda fram at biðja, leita og banka uppá’. (Lukas 11:5-10, Ny Verden-Oversættelsen) Við okkara áhaldni vísa vit Jehova, at vit veruliga trúgva, og at tað, sum vit biðja um, liggur okkum nógv á sinni. Annars kann hann eisini svara okkara bønum á ein hátt, sum ikki er týðiligur fyri okkum. Tá vit biðja í sambandi við eina ávísa roynd, kann hann til dømis svara við at geva okkum styrki at tola royndina, ikki við at taka hana burtur. — Filippibrævið 4:13.

20. Hví eiga vit til fulnar at brúka tann dýrabara framíhjárættin, sum bønin er?

20 Vit kunnu vera takksom fyri, at alheimsins Skapari er øllum teimum nær, sum ákalla hann á rættan hátt í bøn. (Sálmur 145:18) Latið okkum til fulnar brúka tann serliga framíhjárættin, sum bønin er. Gera vit tað, kunnu vit gleðast um eitt uppaftur tættari samband við Jehova, sum „hoyrir bønir“.