Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL NÍTJAN

Halt teg í kærleika Guds

Halt teg í kærleika Guds
  • Hvat merkir tað at elska Gud?

  • Hvussu kunnu vit halda okkum í kærleika Guds?

  • Hvussu lønir Jehova teimum, sum halda seg í kærleika hansara?

Fært tú tær Jehova til skjól í hesum stormhørðu tíðum?

1, 2. Hvar finna vit nú á døgum eitt trygt friðskjól?

HUGSA tær, at tú ein stormharðan dag kemur gangandi eftir vegnum. Luftin myrkist. So fara snarljósini at skyggja, toran gongur, og nú verður regn — glopraregn. Tú setir ferð á og skimast illa sperdur í ymsar ættir at finna tær lívd fyri regninum. Og har, í vegjaðaranum, sært tú so eitt haldgott skýli. Har fært tú krokað. Sum tað var gott at sleppa undir tak!

2 Vit liva í stormhørðum tíðum. Heimsviðurskiftini versna í hvørjum. Men vit hava eitt trygt skýli at fara í, eitt friðskjól, ið kann bjarga okkum, so vit ikki fáa varandi mein. Hvat er tað fyri friðskjól? Legg til merkis, hvussu Bíblian svarar: „Tann, ið situr í lívd hins Hægsta . . . sigur við [Jehova]: ’Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á.’“ — Sálmur 91:2.

3. Hvussu fáa vit Jehova til skjól?

3 Ja, hugsa tær! Jehova, alheimsins Skapari og Fullveldisharri, kann vera vernd og skjól okkara. Hjá honum eru vit trygg, tí hann er nógv sterkari enn nakar ella nakað, ið yvirhøvur kann hugsast at hótta okkum. Og skuldu vit kortini fingið mein, kann Jehova bøta alt aftur. Hvussu fáa vit Jehova til skjól? Vit skulu líta á hann. Aftrat tí gevur Bíblian okkum hesa áminning: „Haldið tykkum soleiðis í kærleika Guds.“ (Judas 21) Ja, vit mugu halda okkum í kærleika Guds, varðveita eitt gott og tætt samband við himmalska Faðir okkara. So kunnu vit vera vís í, at hann er skjól okkara. Men hvussu fáa vit eitt so tætt samband við hann?

GEV GÆTUR EFTIR GUDS KÆRLEIKA, OG LØN HONUM AFTUR

4, 5. Hvussu hevur Jehova til dømis víst, at hann elskar okkum?

4 Skulu vit halda okkum í kærleika Guds, mugu vit skilja, hvussu Gud hevur víst, at hann elskar okkum. Hugsa um bíbilskar trúarlærur, sum tú hevur fingið greiðu á við hesi bókini. Sum Skaparin hevur Jehova givið okkum jørðina sum eitt frálíkt heim. Hann hevur fylt hana við ov mikið av mati og vatni, við náttúrligum ríkidømi, hugtakandi dýralívi og vøkrum, bergtakandi landsløgum. Sum Høvundur Bíbliunnar hevur Gud opinberað okkum sítt navn og sínar eginleikar. Hansara orð sigur okkum eisini, at hann sendi son sín, Jesus Kristus, niður á jørðina og loyvdi, at hann varð píndur og doyði fyri okkara skuld. (Jóhannes 3:16) Hvønn týdning hevur henda stórfingna gávan fyri okkum? Hon gevur okkum vón um eina undursama framtíð.

5 Okkara framtíðarvón er eisini treytað av nøkrum øðrum, sum Gud hevur gjørt. Hann hevur sett messianska ríkið á stovn í himli. Tað fer skjótt at steðga allari neyð og gera jørðina til eitt paradís. Har kunnu vit liva um allar ævir í friði og eydnu! (Sálmur 37:29) Og Gud hevur givið okkum leiðbeining um, hvussu vit á besta hátt kunnu liva okkara lív framyvir. Hann hevur eisini givið okkum bønina, eina virðismikla gávu, sum ger, at vit altíð og allastaðni kunnu hava samskifti við hann. Og alt hetta eru bara nøkur fá dømi um, hvussu Jehova hevur víst sín kærleika til mannaættina sum heild og til tín serstakliga.

6. Hvussu fert tú at løna aftur kærleikan, sum Gud hevur víst tær?

6 Við hesum í huga hevur tú ein týdningarmiklan spurning at taka støðu til: „Hvussu ætli eg at løna Gudi kærleikan aftur?“ Nógv munnu siga: „Eg má sjálvandi elska Gud afturfyri.“ Er tað eisini soleiðis, tú hevur tað? Jesus segði, at størsta boðið av øllum var hetta: „Tú skalt elska [Jehova] Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.“ (Matteus 22:37) Og vit hava avgjørt nógvar grundir at elska Jehova Gud. Men er tað nóg mikið at kenna henda kærleikan? Kunnu vit tá siga, at vit elska Jehova av øllum hjarta okkara, allari sál okkara og øllum huga okkara?

7. Er kærleikin til Gud annað enn kenslan av at elska hann? Greið frá.

7 Eftir tí, sum Bíblian sigur, er kærleiki til Gud nógv meira enn kenslur. Sjálvt um kenslan av at elska Jehova hevur alstóran týdning, so er hon bara byrjanin til veruligan kærleika til hansara. Ein súreplakjarni er fortreytin fyri, at eitt fruktagott súreplatræ kann mennast. Men um tú fekst hug til eitt súrepli, hevði tú so verið nøgdur við bara at fáa ein súreplakjarna? Sjálvandi ikki! Samsvarandi hesum er kenslan av at elska Jehova bara ein byrjan. Bíblian sigur: „Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.“ (1 Jóhannes 5:3) Er kærleikin til Gud sannur, ber hann góðan ávøkst. Hann má koma til sjóndar í verki. — Matteus 7:16-20.

8, 9. Hvussu vísa vit í verki, at vit elska Gud og eru takksom fyri alt, sum hann hevur gjørt fyri okkum?

8 Vit vísa, at vit hava kærleika til Gud, við at halda hansara boð og fylgja hansara meginreglum. Tað er ikki meira, enn vit klára. Boðini frá Jehova eru ikki tung. Tvørturímóti. Hann gav okkum tey fyri at hjálpa okkum at fáa eitt gott, eydnusamt og nøktandi lív. (Esaias 48:17, 18) Við at liva eftir leiðbeiningini frá Jehova, vísa vit í royndum, at vit virða alt, sum hann hevur gjørt fyri okkum. Tíverri hava alt ov fá í heiminum nú á døgum hesa virðing. Vit ætla okkum ikki at vera ótakksom sum nøkur, ið livdu, tá Jesus var á jørðini. Jesus grøddi tíggju spitalskar menn, men bara ein kom aftur at takka honum. (Lukas 17:12-17) Vit vilja sjálvandi helst líkjast tí takksama manninum, ikki hinum níggju.

9 Men hvørji boð hevur Jehova so givið okkum at halda? Vit hava viðgjørt nøkur her í bókini, men latið okkum tríva í aftur nøkur fá. Halda vit Guds boð, kunnu vit lættari halda okkum í kærleika Guds.

KOM STØÐUGT NÆRRI TIL JEHOVA

10. Greið frá, hví tað er umráðandi at halda áfram at fáa sær kunnskap um Jehova Gud.

10 At læra um Jehova er eitt týðandi stig, tá vit vilja nærkast honum. Tað er ein gongd, sum ongantíð eigur at steðga. Um tú eitt sera kalt kvøld vart staddur uttandura og hevði eitt bál at hita teg við, hevði tú so bara latið eldin minka so líðandi og bálið kólna út? Sjálvandi ikki. Tú hevði lagt brenni aftur at eldinum fyri at halda hann og harvið eisini hitan við líka. Tað kundi verið lívið um at gera! Sum brenni kann halda eitt bál við líka, kann ’kunnskapur um Gud’ halda okkara sterka kærleika til Jehova við líka. — Orðtøkini 2:1-5.

Eldurin skal haldast við líka — tað skal tín kærleiki til Jehova eisini

11. Hvørja ávirkan hevði undirvísingin hjá Jesusi á lærisveinar hansara?

11 Jesus vildi, at lærisveinar hansara skuldu halda kærleikan til Jehova og hansara dýrabara sannleiksorð livandi og sterkan. Eftir uppreisn sína lærdi Jesus tveir av sínum lærisveinum nakað úr profetiunum í Hebraisku Skriftunum, sum gingu út við honum. Hvørja ávirkan hevði tað á teir? Teir søgdu seinni: „Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!“ — Lukas 24:32.

12, 13. (a) Hvat er hjá teimum flestu vorðið av kærleikanum til Gud og Bíbliuna? (b) Hvussu forða vit fyri, at okkara kærleiki kølnar?

12 Fekst tú, tá tú fyrstu ferð lærdi, hvat Bíblian veruliga sigur, eina heita kenslu av gleði, eldhuga og kærleika til Gud í títt hjarta? Ein kærleika, sum gav tær hug at tæna honum? Allarhelst. Nógv hava havt ta kensluna. Avbjóðingin er nú at halda henda sterka kærleikan livandi og fáa hann at vaksa. Vit vilja ikki vera sum fjøldin í heiminum kring okkum. Jesus boðaði soleiðis frá: „Kærleikin [skal] kølna hjá hinum flestu.“ (Matteus 24:12) Hvussu forðar tú fyri, at kærleikin til Jehova og sannleikarnar í Bíbliuni kølnar?

13 Halt áfram at fáa tær kunnskap um Jehova Gud og Jesus Kristus. (Jóhannes 17:3) Grunda ella djúphugsa um tað, sum tú lærir úr Guds orði, við at spyrja teg sjálvan: ’Hvat vísir hetta mær um Jehova? Gevur tað mær enn eina grund til at elska hann av øllum hjarta mínum, allari sál míni og øllum huga mínum?’ (1 Timoteus 4:15) Slík umhugsan styrkir kærleika tín til Jehova og heldur hann brennandi.

14. Hvussu kann bøn hjálpa okkum at halda kærleikan til Jehova livandi?

14 Vit kunnu eisini halda kærleikan til Jehova inniligan og livandi við regluligum bønum. (1 Tessalonikabræv 5:17) Í 17. kapitli lærdu vit, at bønin er ein dýrabar gáva frá Gudi. Á sama hátt sum sambandið millum menniskju trívist við regluligum og opnum samskifti, soleiðis halda vit eisini samband okkara við Jehova inniligt og livandi við regluligum bønum. Tað er lívsneyðugt, at vit ongantíð lata bønir okkara verða ramsur — orð, sum vit reksa upp í saman uttan at kenna nakað og uttan at hugsa um innihaldið. Vit mugu tosa við Jehova, sum eitt barn hevði tosað við ein kæran pápa. Vit skulu sjálvandi hava virðing, men vit mugu vera opin, ærlig og tala av hjartanum. (Sálmur 62:9) Ja, persónligur bíbliulestur og inniligar bønir hava alstóran týdning í tilbiðing okkara og hjálpa okkum at verða verandi í kærleika Guds.

FINN GLEÐI Í TILBIÐING TÍNI

15, 16. Hví kunnu vit av røttum meta arbeiðið við at boða Guds ríki sum ein framíhjárætt og ein dýrgrip?

15 Persónligur bíbliulestur og ærlig bøn eru partar av tilbiðingini, sum vit kunnu gera í einingi. Men nú skulu vit líta at einum øðrum parti av tilbiðingini, sum fer fram alment, nevniliga tað at tosa við onnur um trúgv okkara. Hevur tú longu sagt øðrum frá tí, sum tú hevur lært úr Bíbliuni? Um so er, hevur tú havt ein undursaman framíhjárætt. (Lukas 1:74) Tá ið vit greiða øðrum frá tí, sum vit hava lært um Jehova Gud, gera vit eitt týdningarmikið arbeiði, sum er álagt øllum sonnum kristnum — arbeiðið við at boða gleðiboðini um Guds ríki. — Matteus 24:14; 28:19, 20.

16 Paulus metti uppgávu sína sum boðari høgt. Hann segði hana vera ein „skatt“. (2 Korintbræv 4:7) At bera øðrum boðini um Jehova Gud og hansara ætlanir er besta arbeiðið, tú kanst átaka tær. Tú fært besta arbeiðsgevaran og størsta vinningin yvirhøvur. Fert tú av fullum huga við í hetta arbeiðið, hjálpir tú ærligum menniskjum at nærkast himmalska Faðir okkara og koma inn á vegin, sum førir til ævigt lív. Kann nakað arbeiði vera meiri nøktandi? At vitna um Jehova og hansara orð styrkir eisini tína egnu trúgv og tín kærleika til Gud. Og hann metir royndir tínar sera høgt. (Hebrearabrævið 6:10) Heldur tú íðin fram í hesum arbeiðinum, kanst tú lættari halda teg í kærleika Guds. — 1 Korintbræv 15:58.

17. Hví hevur kristna boðanin nú skund?

17 Tað er umráðandi at minnast til, at arbeiðið við at boða Guds ríki hevur skund. Bíblian sigur: „Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð.“ (2 Timoteus 4:2) Hví hevur tað so stóran skund? Guds orð greiðir frá: „Nær er Dagur [Jehova], hin stóri; hann er nær og kemur brádliga.“ (Zefanias 1:14) Ja, skjótt kemur tíðin, tá Jehova ger enda á allari hesi heimsskipanini. Fólk mugu ávarast! Tey skulu vita, at nú er tíð uppá at velja Jehova til Fullveldisharra. Hansara uppílegging verður ikki seinkað. — Habakkuk 2:3.

18. Hví eiga vit at tilbiðja Jehova saman við øðrum kristnum?

18 Jehova vil hava okkum at tilbiðja hann saman við øðrum sonnum kristnum. Tað skilst av hesi áminningini í Bíbliuni: „Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum — og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan — soleiðis sum siður er hjá summum — men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!“ (Hebrearabrævið 10:24, 25) Tá ið vit eru saman við trúarfelagum á kristnu møtunum, liggur væl fyri at prísa okkara kæra Gudi og tilbiðja hann. Vit byggja eisini hvør annan upp og birta upp undir hvør annan.

19. Hvussu kunnu vit styrkja kærleikan innanhýsis í kristnu samkomuni?

19 Koma vit saman við øðrum, sum tilbiðja Jehova, styrkjast vinabondini og kærleikin innanhýsis í samkomuni. Tað er umráðandi, at vit hvør sær festa okkum við teir góðu eginleikarnar hjá hinum, eins og Jehova eisini hyggur eftir tí góða í okkum. Vit mugu ikki vænta, at okkara trúarfelagar eru fullkomnir. Minst til, at ikki øll eru líka framkomin í andaligum vøkstri, og at vit øll gera mistøk. (Kolossebrævið 3:13) Royn at fáa tætt vinasamband við tey, sum veruliga elska Jehova. So veksur tú sjálvur andaliga. Ja, tilbiður tú Jehova saman við andaligu brøðrum og systrum tínum, kanst tú lættari halda teg í kærleika Guds. Hvussu lønir Jehova teimum, sum trúføst tilbiðja hann og soleiðis halda seg í kærleika hansara?

’GRÍP HITT SANNA LÍVÍÐ’

20, 21. Hvat er ’hitt sanna lívið’, og hví er vónin um tað so undursom?

20 Jehova lønir trúføstu tænarum sínum við lívi, men hvørjum lívi? Kunnu vit siga, at vit liva beint nú? Tey flestu av okkum munnu halda, at tað sigur seg sjálvt. Vit anda jú, vit eta og drekka. Sjálvandi liva vit. Tá vit hava tað serliga gott, siga vit kanska enntá: „Ja, hetta er lívið!“ Men Bíblian ger vart við, at á ein sera týðandi hátt er einki menniskja nú á døgum veruliga á lívi.

Jehova vil, at tú skalt fáa ’hitt sanna lívið’. Vilt tú?

21 Guds orð biður okkum savna „niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur“, so vit kunnu „grípa hitt sanna lív“. (1 Timoteus 6:19) Hesi orðini vísa, at ’sanna lívið’ er nakað, vit kunnu vóna at fáa í framtíðini. Ja, tá vit verða fullkomin, verða vit livandi í orðsins fullu merking, tí tá liva vit soleiðis, sum Gud av fyrstan tíð ætlaði tað. Í einum paradísi á jørðini við fullkomnari heilsu, í friði og eydnu, ja, tá liva vit umsíðir ’sanna lívið’ — ’æviga lívið’. (1 Timoteus 6:12) Er hetta ikki ein undursom framtíðarvón?

22. Hvussu kanst tú ’grípa hitt sanna lívið’?

22 Hvussu kunnu vit ’grípa hitt sanna lívið’? Tá Paulus kom við hesi tilstuðlingini, bað hann í sama viðfangi kristin „gera gott“ og „vera rík í góðum verkum“. (1 Timoteus 6:18) Hetta vísir skilliga, at nógv veldst um, hvussu vit nýta teir bíbilsku sannleikarnar, sum vit hava lært. Men meinti Paulus, at vit kunnu vinna okkum ’sanna lívið’ við góðum verkum? Nei. Hesi stórfingnu framtíðarútlitini eru nevniliga treytað av, at Gud sýnir okkum náði ella óuppiborna góðvild. (Rómbrævið 5:15) Men Jehova gleðist kortini um at løna teimum, sum trúføst tæna honum. Hann vil fegin síggja teg liva ’hitt sanna lívið’. Tey, sum halda seg í kærleika Guds, hava eitt slíkt eydnuríkt, friðsælt, ævigt lív fyri sær.

23. Hví er tað so týdningarmikið at halda seg í kærleika Guds?

23 Vit áttu øll at spurt okkum sjálvi: ’Tilbiði eg Gud soleiðis, sum hann hevur ásett í Bíbliuni?’ Tryggja vit okkum hvønn einasta dag, at vit kunnu svara ja til tann spurningin, so eru vit á rættari leið. So kunnu vit líta á, at Jehova er okkara skjól. Hann leiðir trúfasta fólk sítt trygt ígjøgnum teir seinastu torføru dagarnar undir hesi gomlu heimsskipanini. Hann leiðir okkum eisini trygt inn í ta dýrdarríku nýggju heimsskipanina, sum nú er nær. Sum tað verður spennandi at vera við í øllum hesum! Og sum vit fara at gleða okkum um, at vit nú á síðstu døgum valdu rætt! Velur tú rætt nú, fært tú ’hitt sanna lívið’, lív í allar ævir, sum Jehova Gud av fyrstan tíð ætlaði tað.