Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

UPPÍSKOYTI

Hvat orðini „sál“ og „andi“ veruliga merkja

Hvat orðini „sál“ og „andi“ veruliga merkja

HVAT hugsar tú, tá tú hoyrir orðini „sál“ og „andi“? Nógv halda, at hesi bæði orðini vísa til okkurt ósjónligt og ódeyðiligt innan í okkum. Tey halda, at hesin ósjónligi parturin av einum menniskja fer úr likaminum, tá tað doyr, og onkursvegna livir víðari. Av tí at henda fatanin er so vanlig, verða nógv bilsin, tá tey síggja, at hetta yvirhøvur ikki er tað, sum Bíblian lærir. Men hvat eru sálin og andin so sambært Guds orði?

ORÐIÐ „SÁL“ Í BÍBLIUNI

Latið okkum fyrst vita, hvat sálin er. Sum áður nevnt er meginparturin av Bíbliuni upprunaliga skrivaður á hebraiskum og grikskum máli. Tá bíbliuhøvundarnir skrivaðu um sálina, brúktu teir hebraiska orðið neʹfesh ella grikska orðið psykheʹ. Hesi bæði orðini standa meira enn 800 ferðir í Bíbliuni, og Ny Verden-Oversættelsen týðir tey altíð „sál“. Kanna vit, hvussu orðið „sál“ verður brúkt í Bíbliuni, síggja vit týðiliga, at grundorðini merkja (1) fólk, (2) dýr, (3) tað lívið, sum eitt menniskja ella eitt dýr hevur. Latið okkum hyggja at nøkrum skriftstøðum, har orðið verður brúkt í hesum trimum merkingunum.

Fólk. „Á døgum Nóa . . vórðu nakrar fáar — átta — sálir frelstar við vatni.“ (1 Pætur 3:20) Her stendur orðið „sálir“ uttan iva fyri fólk — Nóa, konu hansara, tríggjar synir hansara og teirra konur. Í Aðru Mósebók 16:16 standa ávísingar, sum vórðu givnar ísraelsmonnum í sambandi við at manna varð sankað. Sagt varð við teir: „Sanka nakað av tí . . . eftir talinum á teimum sálum, sum hvør tykkara hevur í tjaldi sínum.“ (Ny Verden-Oversættelsen) Talið á einstaklingum í hvørjari familju var altso avgerandi fyri, hvussu nógv manna skuldi sankast. Nøkur onnur dømi um, at Bíblian brúkar orðini „sál“ ella „sálir“ um fólk, eru at finna í Fyrstu Mósebók 46:18 eftir Løggildu Føroysku umsetingini, Josva 11:11, Ápostlasøguni 27:37 og Rómbrævinum 13:1, Ny Verden-Oversættelsen.

Dýr. Í skapanarsøguni í Bíbliuni lesa vit: „Gud helt fram og segði: ’Lat vøtnini yðja við hópi av livandi sálum og lat flúgvandi skapningar flúgva yvir jørðini eftir víða himmalinum.’ Og Gud helt fram og segði: ’Lat jørðina koma fram við livandi sálum eftir sínum slagi, húsdýrum og yðjandi smádýrum og villum dýrum jarðarinnar eftir sínum slagi.’ Og so varð.“ (1 Mósebók 1:20, 24, Ny Verden-Oversættelsen) Í hesum brotinum verða fiskar, húsdýr og vill dýr øll nevnd „sálir“. Fuglar og onnur dýr nevnast eisini sálir í Fyrstu Mósebók 9:10, Triðju Mósebók 11:46 og Fjórðu Mósebók 31:28 eftir Ny Verden-Oversættelsen.

Lív sum menniskja. Onkuntíð merkir orðið „sál“ tað lívið, ein hevur sum menniskja. Jehova segði við Móses: „Allir teir menninir, sum lógu eftir sál tíni, eru deyðir.“ (2 Mósebók 4:19, Ny Verden-Oversættelsen) Hvørjum lógu fíggindarnir hjá Mósesi eftir? Teir lógu honum eftir lívinum. Og áður í søguni, tá Rakul átti sonin Benjamin, stendur, at „sál hennara var um at fara út — tí hon doyði“. (1 Mósebók 35:16-19, Ny Verden-Oversættelsen) Rakul misti altso lívið. Hugsa eisini um orðini hjá Jesusi: „Eg eri góði hirðin; góði hirðin gevur sál sína fyri seyðin.“ (Jóhannes 10:11, Ny Verden-Oversættelsen) Jesus gav sál sína, ella lív sítt, fyri mannaættina. Í hesum skriftstøðunum sipar orðið „sál“ skilliga til lívið sum menniskja. Tú finnur fleiri dømi um hesa nýtsluna av orðinum „sál“ í Fyrru Kongabók 17:17-23, Matteus 10:39, Ny Verden-Oversættelsen, Jóhannes 15:13, Ny Verden-Oversættelsen, og í Ápostlasøguni 20:10.

Við framhaldandi lestri í Guds orði fært tú at síggja, at orð sum „ódeyðiligur“ og „ævigur“ ongastaðni í Bíbliuni verða sett í samband við orðið „sál“. Harafturímóti sigur Skriftin, at sálin er deyðilig, at hon kann doyggja. (Ezekiel 18:4, 20, Løggilda Føroyska umsetingin) Tí nevnir Bíblian heilt einfalt ein, sum er deyður, eina „deyða sál“. — 3 Mósebók 21:11, Ny Verden-Oversættelsen.

HVAT MERKIR ORÐIÐ „ANDI“?

Latið okkum nú kanna, hvussu Bíblian brúkar orðið „andi“. Summi halda, at „andi“ bara er eitt annað orð fyri „sál“. Men so er ikki. Bíblian ger greitt, at „andi“ og „sál“ hava hvør sína merking. Hvør er munurin?

Bíbliuhøvundarnir brúktu hebraiska orðið ruʹach ella grikska orðið pneuʹma, tá teir skrivaðu um hugtakið „andi“. Skriftin sigur sjálv, hvat hesi orðini merkja. Til dømis sigur Sálmur 104:29: „Tú [Jehova] tekur anda [ruʹach] teirra; tá doyggja tey og fara aftur í dustið.“ Og Jákup 2:26 sigur, at „likamið er deytt uttan anda [pneuʹma].“ Í hesum versunum sipar „andi“ altso til tað, sum ger likamið livandi. Uttan anda er likamið deytt. Í Bíbliuni verður orðið ruʹach tí ikki bert umsett „andi“, men eisini „kraft“, ella lívskraft. Í sambandi við vatnflóðina á Nóa døgum segði Gud til dømis: „Eg lati vatnflóðina við øllum vatni sínum koma yvir jørðina at týna alt hold undir himli, alt, ið hevur lívsins kraft [ruʹach] í sær.“ (1 Mósebók 7:15, 22) „Andi“ sipar altso til eina ósjónliga kraft, lívskraftina, sum gevur øllum livandi skapningum lív.

Sálin er ikki tað sama sum andin. Kroppinum tørvar andan fyri at virka — nakað sum einum útvarpstóli tørvar streym. Hetta kann eisini lýsast við einum berbarum útvarpstóli. Tá vit seta battarí í og tendra, ger orkan, sum er goymd í battaríunum, útvarpstólið ’livandi’. Men við ongum battaríi er tað deytt. Tað sama ger seg galdandi, tá vit taka stikkið úr einum útvarpstóli, sum er íbundið ljósnetið. Samsvarandi hesum er andin tann kraftin, sum gevur kroppi okkara lív. Og eins og streymurin ongar kenslur hevur, hevur andin heldur ikki, og hann kann ikki hugsa. Hann er ein ópersónlig kraft. Men uttan henda andan, ella hesa lívskraftina, ’doyggja vit og fara aftur í dustið,’ sum sálmaskaldið málbar seg.

Prædikarin 12:7 greiðir soleiðis frá tí, sum hendir, tá eitt menniskja doyr: „Dustið [sum likamið er av] fer aftur í moldina og verður, sum tað var áður, og andin fer aftur til Gud, sum gav hann!“ Tá ið andin, ella lívskraftin, fer úr likaminum, doyr likamið og fer aftur, haðani tað er komið — í moldina. Samsvarandi hesum fer lívskraftin aftur haðani hon er komin — til Gud. (Job 34:14, 15; Sálmur 36:10) Hetta merkir ikki, at lívskraftin bókstavliga ferðast til himmals. Nei, tað merkir, at framtíðar lívið hjá tí deyða nú fullkomiliga er treytað av Gudi. Lív hansara er í Guds hondum at kalla. Bara við Guds kraft kann andin, ella lívskraftin, latast aftur, so ein persónur kann liva aftur.

Tað er uggandi at vita, at Gud fer at geva øllum, sum eru í ’minnigrøvunum’, lívskraftina aftur. (Jóhannes 5:28, 29, Ny Verden-Oversættelsen) Í uppreisnini fer Jehova at skapa teimum, sum sova deyðans svøvn, nýggj likam og gera tey livandi aftur við at geva anda, ella lívskraft, í tey. Tað verður av sonnum ein eydnurík tíð!

Hevur tú hug at fáa meira at vita um, hvussu Bíblian brúkar orðini „sál“ og „andi“, finnur tú virðismiklar upplýsingar í heftinum Hvat hendir okkum, tá vit doyggja? og í bókini Lad os ræsonnere ud fra Skrifterne, síða 340-344 og 429-433, sum Jehova Vitni hava givið út.