Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

UPPÍSKOYTI

1914 — eitt týdningarmikið ár í bíbliuprofetiini

1914 — eitt týdningarmikið ár í bíbliuprofetiini

FLEIRI áratíggju frammanundan gjørdu bíbliustudentarnir vart við, at merkisverdar hendingar skuldu fara fram í 1914. Hvørjar hendingar var talan um, og hvørjir vitnisburðir vísa, at 1914 var eitt so týdningarmikið ár?

Sum vit lesa í Lukas 21:24, segði Jesus: „Jerúsalem skal liggja niðurtraðkað av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda.“ Jerusalem hevði verið høvuðsstaður hjá jødisku tjóðini og stjórnarsæti hjá Dávids kongaætt. (Sálmur 48:2, 3) Hesir kongarnir vóru nakað serligt í mun til aðrar stjórnarar hjá øðrum fólkasløgum. Teir umboðaðu nevniliga Gud, og sótu tí ’í hásæti Jehova’. (1 Krønikubók 29:23) Jerusalem ímyndaði sostatt Jehova harradømi.

Hvussu og nær byrjaði Guds harradømi so at verða „niðurtraðkað av heidningum“? Tað var í 607 f.o.t. tá Jerusalem varð hertikið av bábelsmonnum. Kongarøðin av Dávids ætt varð kvett, og nú stóð ’hásæti Jehova’ tómt. (2 Kongabók 25:1-26) Skuldi henda ’niðurtraðkingin’ halda fram í allar ævir? Nei, tí viðvíkjandi Zedekias, seinasta konginum í Jerusalem, segði Ezekiels profeti: „Tak húgvuna av, niður við krúnuni! . . . inntil Hann kemur, sum rætturin hoyrir til, og Eg gevi Honum hann.“ (Ezekiel 21:26, 27) Hann, ið eigur ’rættin’ til Dávids krúnu, er Kristus Jesus. (Lukas 1:32, 33) ’Niðurtraðkingin’ skuldi altso enda, tá Jesus gjørdist kongur.

Nær skuldi tann stórhendingin so fara fram? Jesus vísti á, at heidningarnir skuldu ráða eitt ásett tíðarskeið. Frásøgan í Dániels bók, kapittul 4, hevur lykilin til fatanina av, hvussu langt hetta tíðarskeiðið skuldi vera. Har lesa vit um ein profetiskan dreym, sum Nebukadnezar kongur í Bábel fekk. Hann sá eitt ógvuliga høgt træ, sum varð felt. Og bulurin við rótunum, sum stóð eftir, fekk ikki vaksið, tí hann varð lagdur í leinkjur av jarni og kopari. Ein eingil kunngjørdi: „Sjey tíðir skulu ganga yvir hann.“ — Dániel 4:10-16.

Í Bíbliuni ímynda trø stundum harradømi. (Ezekiel 17:22-24; 31:2-5) At ímyndarliga træið varð felt, lýsir tí, at Guds harradømi, sum kongarnir í Jerusalem umboðaðu, skuldi verða slitið. Men sambært sjónini skuldi Jerusalem bara verða „niðurtraðkað“ í avmarkaða tíð — „sjey tíðir“. Hvussu leingi er tað?

Opinberingin 12:6, 14 vísir, at tríggjar og ein hálv tíð svara til „1260 dagar“. Sjey tíðir mugu tí vera tvær ferðir so langar, altso 2520 dagar. Men heidnu tjóðirnar hildu ikki uppat at ’niðurtraðka’ Guds harradømi bara 2520 dagar eftir, at Jerusalem fall. Tað er eyðsæð, at profetiin fevnir um eitt nógv longri tíðarskeið. Samsvarandi Fjórðu Mósebók 14:34 og Ezekiel 4:6, ið talar um „ein dag fyri hvørt ár“, skuldu tær ’sjey tíðirnar’ fevna yvir 2520 ár.

Tey 2520 árini byrjaðu í oktober 607 f.o.t., tá Jerusalem fall fyri bábelsmonnum, og kongurin av Dávids ætt varð koyrdur frá. Tíðarskeiðið endaði í oktober 1914. Tá endaði „tíð heidninganna“, og Jesus Kristus fekk sæti sum kongur Guds í himli. * — Sálmur 2:1-6; Dániel 7:13, 14.

Júst sum Jesus frammanundan boðaði frá, hevur ’hjávera’ hansara sum kongur í himli verið eyðkend av eini ógvusligari gongd í heimsviðurskiftunum — bæði viðvíkjandi bardøgum, hungursneyð, jarðskjálvtum og pesti. (Matteus 24:3-8; Lukas 21:11) Henda hendingagongdin er ein sterkur vitnisburður um, at 1914 veruliga var árið, tá Guds himmalska ríki varð sett á stovn, og ’síðstu dagarnir’ hjá hesi óndu heimsskipanini byrjaðu. — 2 Timoteus 3:1-5.

^ par. 4 Frá oktober 607 f.o.t. til oktober 1 f.o.t. eru 606 ár. Frá oktober 1 f.o.t. til oktober 1914 e.o.t. eru 1914 ár, av tí at einki ár 0 er. Tá vit leggja 606 ár aftrat 1914 árum, fáa vit 2520 ár. Upplýsingarnar um fall Jerusalems í 607 f.o.t. eru at finna í greinini „Kronologi“ í Indsigt i Den Hellige Skrift, sum Jehova Vitni hava givið út.