Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

UPPÍSKOYTI

Hvør er „Bábylon hin stóra“?

Hvør er „Bábylon hin stóra“?

Í OPINBERINGARBÓKINI eru nógv orð og orðatiltøk, sum ikki skulu skiljast bókstavliga. (Opinberingin 1:1) Til dømis nevnir hon eina kvinnu, eina skøkju, sum hevur navnið „Bábylon hin stóra“ skrivað á pannu sína. Um kvinnuna verður sagt, at hon situr á ’skarum og fólkasløgum’. (Opinberingin 17:1, 5, 15) Tað kann eingin bókstavlig kvinna gera, og tí má Bábylon hin stóra vera eitt ímyndarligt heiti. Men hvat skal hon lýsa?

Í Opinberingini 17:18 lesa vit um hesa somu ímyndarligu kvinnu, at hon er „hin stóri staður, ið hevur harradømi yvir kongum jarðarinnar“. Orðið „staður“ bendir á, at talan er um fólk í einum skipaðum bólki. Av tí at hesin ’stóri staðurin’ hevur harradømi yvir „kongum jarðarinnar“, má kvinnan, sum nevnist Bábylon hin stóra, vera ein maktmikil altjóða samskipan. Hon kann av røttum nevnast eitt heimsveldi. Men hvat slag av veldi er talan um? Eitt átrúnaðarligt veldi. Legg til merkis, hvussu onnur brot í Opinberingini vísa okkum á ta niðurstøðuna.

Eitt veldi kann vera politiskt, handilsligt ella átrúnaðarligt. Kvinnan, sum nevnist Bábylon hin stóra, er ikki nakað politiskt veldi, tí sambært Guds orði hava „kongar jarðarinnar“, ella politiski parturin av hesum heimi, „drivið hor“ við henni. „Hor“ hennara sipar her til allar samgongurnar, sum hon hevur gjørt við heimsins stjórnarar, og lýsir eisini, hví hon nevnist ’hin stóra skøkjan’. — Opinberingin 17:1, 2; Jákup 4:4.

Bábylon hin stóra kann heldur ikki vera eitt handilsligt veldi, tí „keypmenn jarðarinnar“, sum umboða handilsliga partin, skulu syrgja hana, tá hon verður gjørd til einkis. Ja, sagt verður, at bæði kongar og keypmenn skulu „standa langt burtur“ og eygleiða Bábylon hina stóru. (Opinberingin 18:3, 9, 10, 15-17) Tí er rímiligt at draga samanum og siga, at Bábylon hin stóra hvørki er eitt politiskt ella eitt handilsligt, men eitt átrúnaðarligt veldi.

Ein annar vitnisburður um, at Bábylon hin stóra er eitt átrúnaðarligt veldi, er, at hon villleiðir øll fólkasløgini við ’sínum gandi’ ella spiritismu. (Opinberingin 18:23) Øll spiritisma er átrúnaðarlig og innblást av illum andum, og tí kann tað ikki undra, at Bíblian sigur Bábylon hina stóru vera ’bústað ilra anda’. (Opinberingin 18:2; 5 Mósebók 18:10-12) Sagt verður eisini, at hetta veldið leggur eftir sonnum átrúnaði við at søkja at ’profetum’ og ’heiløgum’. (Opinberingin 18:24) Í roynd og veru ber Bábylon hin stóra so stórt hatur til sannan átrúnað, at hon harðliga søkir at og enntá myrðir ’vitni Jesusar’. (Opinberingin 17:6) Kvinnan við heitinum Bábylon hin stóra, umboðar altso skilliga heimsveldið av følskum átrúnaði og fevnir um allan átrúnað, sum er í andstøðu við Jehova Gudi.