Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

UPPÍSKOYTI

Hvørja áskoðan skulu kristin hava á høgtíðir?

Hvørja áskoðan skulu kristin hava á høgtíðir?

MEGINPARTURIN av teimum væl umtóktu átrúnaðarligu og verðsligu høgtíðunum, sum verða hildnar í nógvum pørtum av heiminum nú á døgum, stava ikki úr Bíbliuni. Hvaðani stava tær so? Fert tú á bókasavnið, er tað kanska áhugavert hjá tær at síggja, hvat ymiskar uppslagsbøkur siga um væl dámdar høgtíðir. Latið okkum taka nøkur fá dømi.

Páskir. Hvaðani stava teir páskasiðirnir, sum verða fylgdir í kristniheiminum? „Kristna páskaveitslan tók ikki heilt fáar siðir úr tí gomlu heidnu várveitsluni til sín og hevur borið teir við sær heilt fram til okkara dagar,“ veit bókin Danske Højtidsskikke at siga. Páskasiðirnir hava altso røtur í heidnari gudsdýrkan. Sagt verður, at fólk á hesari høgtíðini hátíðarhalda uppreisn Jesusar, men siðirnir, sum knýta seg at páskunum, eru ikki kristnir. Um ta væl umtóktu páskaharuna, ella kaninina, sigur The Catholic Encyclopedia: „Kaninin er ein heiðin ímynd og hevur altíð verið tekin um gróðursemi.“

Nýggjárshald. Dagurin eins og siðirnir, sum eru knýttir at nýggjárshaldinum, eru ymisk land úr landi. Um upprunan at hesi høgtíðini sigur The World Book Encyclopedia: „Rómverski keisarin Julius Cæsar gjørdi 1. januar til nýggjársdag í 46 f.o.t. Rómverjar vígdu Janusi, sum var gudur fyri portur, hurðar og byrjanir, henda dagin. Januar mánaður varð kallaður upp eftir Janusi, sum hevði tvey andlit — eitt, ið hugdi frameftir, og eitt, ið hugdi aftureftir.“ Nýggjárshaldið er altso grundað á heidna siðvenju.

Halloween. The Encyclopedia Americana sigur: „Ymiskt úr teimum siðum, sum knýta seg at halloween, kann førast aftur til ein fyrikristnan halgisið hjá druidunum [ein keltiskur prestaskapur í fornøldini]. Keltar høvdu høgtíðir fyri tveimum høvuðsgudum — einum sólgudi og einum gudi fyri tey deyðu . . . , hvørs høgtíð varð hildin 1. november, tá nýggja keltiska árið byrjaði. Høgtíðin fyri teimum deyðu var so við og við tikin upp í teir kristnu halgisiðirnar.“

Aðrar høgtíðir. Tað ber ikki til at umrøða allar høgtíðir, sum verða hildnar ymsastaðni í heiminum. Men Gud góðkennir ikki høgtíðir, sum hálova menniskjum ella menniskjaskaptum samskipanum. (Jeremias 17:5-7; Ápostlasøgan 10:25, 26) Minst eisini til, at upprunin at átrúnaðarligum høgtíðum er avgerandi fyri, um Gud góðkennir tær ella ikki. (Esaias 52:11; Opinberingin 18:4) Bíbilsku meginreglurnar í kapittul 16 viðvíkjandi átrúnaðarligum høgtíðum kunnu eisini hjálpa tær at gera av, hvussu Gudi man dáma hátíðarhaldið av verðsligum og átrúnaðarligum høgtíðum.