Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 9

Flýggið undan kynsligum siðloysi

Flýggið undan kynsligum siðloysi

„Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!“ – KOLOSSEBRÆVIÐ 3:5.

1, 2. Hvat ætlaði Bileam at gera fyri at skaða fólkið hjá Jehova?

STUTTLEIKAFISKARIN er á veg hagar, sum honum dámar best at fiska. Hann hevur eitt ávíst slag av fiski í huga. Hann velur sær agn og sleingir dorgina út. Eina løtu seinni bítur á hjá honum, tráðan bognar, og hann dregur fongin inn. Hann smílist við, tí hann hevur valt rætta agnið.

2 Í ár 1473 f.o.t. hugsaði ein maður, sum æt Bileam, eisini nógv um, hvat agn hann skuldi brúka. Fongurin, hann hevði í huga, var Guds fólk, sum tjaldaði á Móabsheiðum beint við lovaða landið. Bileam segði seg vera ein profet hjá Jehova, men í roynd og veru var hann bara ein grammur maður, sum var leigaður til at banna Ísrael. Jehova legði tó uppí, so Bileam bert var førur fyri at signa Ísrael. Altráur eftir lønini hugsaði Bileam nú, at um hann fekk lokkað ísraelsfólk í álvarsama synd, kundi hann kanska fáa Gud at banna sínum egna fólki. Við hesum í huga valdi Bileam sær eitt agn – tær tølandi ungu kvinnurnar úr Móab. – 4 Mósebók 22:1-7; 31:15, 16; Opinberingin 2:14.

3. Í hvussu stóran mun riggaði ætlanin hjá Bileami?

3 Riggaði ætlanin? Ja, í ein ávísan mun. Túsundtals ísraelitiskir menn bitu á agnið og ’drivu hor við kvinnum Móabs’. Teir fóru enntá at tilbiðja móabitiskar gudar, teirra millum tann andstyggiliga Ba’al-Peor, sum var ein gudur fyri fruktbæri, ella kynslív. Úrslitið varð, at 24.000 ísraelsfólk doyðu á markinum beint við lovaða landið. Tað var av sonnum ein ræðuligur sorgarleikur. – 4 Mósebók 25:1-9.

4. Hví lótu fleiri túsund ísraelsfólk seg freista at fremja siðloysi?

4 Hvussu kundi tað enda so galið? Nógv ísraelsfólk høvdu hert sítt hjarta við at flyta seg burtur frá Jehova, tí Gudi, sum hevði bjargað teimum úr Egyptalandi, breyðføtt tey í oyðimørkini og leitt tey trygt at markinum til lovaða landið. (Hebrearabrævið 3:12) Við hesum í huga skrivaði Paulus ápostul: „Latið okkum ikki heldur dríva siðloysi, eins og nakrir av teimum drivu siðloysi – og fullu 23.000 ein dag!“ * – 1 Korintbræv 10:8.

5, 6. Hvussu gagnar frásøgan um syndina hjá ísraelsfólki á Móabsheiðum okkum í dag?

5 Í frásøguni í Fjórðu Mósebók er nógvur týðandi lærdómur til Guds fólk í dag, sum stendur á gáttini til nakað nógv betri enn lovaða landið. (1 Korintbræv 10:11) Til dømis er heimurin sjúkliga upptikin av tí kynsliga eins og móabsfólk í forðum, bara í enn størri mun. Hvørt ár falla fleiri túsund av Guds tænarum fyri freistingini at fremja siðloysi – tí sama gamla agninum, sum fekk ísraelsfólk at falla. (2 Korintbræv 2:11) Eins og Zimri, sum so nasadjarvur leiddi eina midjanitiska kvinnu inn í leguna hjá ísraelsfólki og inn í tjald sítt, hava nøkur, sum koma saman við Guds fólki í dag, og enntá nøkur fá doypt, spillandi ávirkan á onnur í samkomuni. – 4 Mósebók 25:6, 14; Judas 4.

6 Sært tú í fluttari merking teg sjálvan á nútíðar Móabsheiðum? Sært tú lønina fyri tær – nýggja heimin, ið vit hava bíðað eftir so leingi, og sum nú stendur beint fyri durum? Um so er, ger tá alt, tú ert mentur fyri at halda teg í kærleika Guds við at fylgja boðnum um at flýggja undan kynsligum siðloysi. – 1 Korintbræv 6:18.

Útsýni yvir Móabsheiðar

HVAT ER KYNSLIGT SIÐLOYSI?

7, 8. Hvat er kynsligt siðloysi, og hvussu heysta tey, ið fremja slíkt, tað, sum tey hava sáað?

7 Tá ið orðið „siðloysi“ (á grikskum porneiʹa) verður nýtt í Bíbliuni, sipar tað til kynsligt samband uttan fyri eitt bíbilskt viðurkent hjúnalag. Tað fevnir um hjúnabandsbrot, skøkjulevnað og kynsligt samband millum ógift, og haraftrat at brúka munnin til at øsa kynsgøgnini, kynsligar gerðir í sambandi við endatarmin og øsing av kynsgøgnunum hjá einum, mann ikki er giftur við. Tað fevnir eisini um slíkar gerðir millum fólk av sama kyni og um kynsligt samband við dýr. *

8 Bíblian er púra greið. Sambært henni kunnu tey, sum fremja kynsligt siðloysi, ikki verða verandi í samkomuni, og tey fáa ikki ævigt lív. (1 Korintbræv 6:9; Opinberingin 22:15) Haraftrat skaða tey seg sjálv longu nú, eitt nú við tað at onnur ikki líta á tey, at tey missa sjálvsvirðið, fáa trupulleikar í hjúnabandinum, fáa samvitskubit, verða óviljað við barn, gerast sjúk og enntá doyggja. (Les Galatiabrævið 6:7, 8.) Hví gera nakað, ið hevur so nógvar álvarsligar avleiðingar? Tíverri hugsa nógv ikki so langt, tá ið tey taka fyrsta skeiva stigið, sum ofta er pornografi.

PORNOGRAFI – OFTA FYRSTA STIGIÐ

9. Er pornografi óskaðilig, sum nøkur vilja vera við? Greið frá.

9 Í nógvum londum liggur pornografiskt tilfar frammi í kioskum. Pornografi verður eisini lýst í tónleiki og sjónvarpi, og haraftrat gjøgnumsúrgar hon internetið. * Er pornografi óskaðilig, sum nøkur vilja vera við? Avgjørt ikki! Tey, sum hyggja at pornografi, kunnu fáa til vana at nøkta seg sjálv og nøra óstýriligar „vanærandi lystir“, so tey verða bundin av kynsligum ovurhuga og perversum girndum, fáa trupulleikar í hjúnabandinum og enntá verða skild. * (Rómbrævið 1:24-27; Efesusbrævið 4:19) Ein granskari hevur samanborið tað at vera bundin av tí kynsliga við krabbamein. „Tað bara veksur og spjaðist,“ sigur hann. „Tað fer sjáldan burtur av sær sjálvum, og tað er eisini sera torført at viðgera og grøða.“

Tað er skilagott bara at brúka internetið í einum felagsrúmi

10. Hvussu kunnu vit brúka meginregluna í Brævi Jákups 1:14, 15? (Sí eisini rammuna „ Eg fekk styrki til at gerast siðiliga reinur“.)

10 Hugsa um orðini í Brævi Jákups 1:14, 15: „Ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd. Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða.“ Fært tú ónærisligar tankar, mást tú alt fyri eitt vísa teimum frá tær. Um tú til dømis av óvart sært ónærisligar myndir, hygg so beinanvegin burtur, sløkk telduna ella skift sjónvarpsrás. Ja, ger alt, sum er neyðugt, fyri ikki at geva eftir fyri siðleysari girnd, áðrenn hon verður so sterk, at hon vinnur á tær! – Les Matteus 5:29, 30. *

11. Hvussu kunnu vit vísa, at vit líta á Jehova, tá ið vit stríðast við óreinar tankar?

11 Tað er við góðari grund, at Jehova, sum kennir okkum betur, enn vit sjálv gera, sigur: „Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!“ (Kolossebrævið 3:5) Tað er rætt, at tað kann vera torført. Men minst til, at vit hava ein góðan og tolnan Faðir í himli, sum vit kunnu venda okkum til. (Sálmur 68:20) Vend tær tí alt fyri eitt til hansara, tá ið tú fært óreinar tankar. Bið um ’hina ómetaligu kraftina frá Gudi’, og noyð teg sjálvan at hugsa um okkurt annað. – 2 Korintbræv 4:7; 1 Korintbræv 9:27; sí rammuna „ Hvussu vinni eg á einum ringum vana?

12. Hvat er okkara „hjarta“, og hví mugu vit verja tað?

12 Hin vísi Sálomon kongur skrivaði: „Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!“ (Orðtøkini 4:23) Okkara „hjarta“ er okkara innara menniskja, tann persónurin, vit veruliga eru í Guds eygum. Og tað er Guds, ikki menniskjans, meting av okkara „hjarta“, sum ger av, um vit fáa ævigt lív ella ikki. So einfalt er tað, og eisini so álvarsamt. Trúfasti maðurin Job gjørdi ein sáttmála, ella formliga avtalu, við eygu síni um ikki at hyggja við girndarhuga at eini kvinnu. (Job 31:1) Tað er ein frálík fyrimynd hjá okkum at taka eftir. Eitt sálmaskald vísti sama hugburð, tá ið hann bað: „Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd!“ – Sálmur 119:37.

 

SKILALEYSA AVGERÐIN HJÁ DINU

13. Hvør var Dina, og hví var hennara val av vinum skilaleyst?

13 Sum vit sóu í 3. kapitli, kunnu okkara vinir hava stóra ávirkan á okkum, antin góða ella ringa. (Orðtøkini 13:20; les Fyrra Korintbræv 15:33.) Hugsa um dømið við Dinu, dóttur Jákup. Hóast Dina var væl upplærd, var hon so skilaleys at fáa sær kána’anitiskar vinkonur. Eins og móabitar vóru kána’anitar kendir fyri at vera siðleysir. (3 Mósebók 18:6-25) Kána’anitiskir menn, eisini Sikem, sum ’hevði mest at siga’ í húsi faðirs síns, hildu, at Dina var líka siðleys sum tær ungu kvinnurnar í Kána’an. – 1 Mósebók 34:18, 19.

14. Hvør vanlukka stóðst av, at Dina valdi sær vánaligar vinir?

14 Dina hevði helst einki siðleyst í huga, tá ið hon sá Sikem. Men hann gjørdi tað, sum teir flestu kána’anitar hildu vera natúrligt, tá ið teir vórðu kynsliga eggjaðir. Um Dina stríddist ímóti í síðstu løtu, nyttaði tað lítið, tí hann „tók hana“ og „neyðtók hana“. Tað tykist, at Sikem seinni gjørdist góður við Dinu, men tað broytti ikki tað, sum hann hevði gjørt við hana. (Les Fyrstu Mósebók 34:1-4.) Og tað var ikki bara Dina, sum kom at kenna sviðan av hesum. At hon valdi sær vánaligar vinir elvdi til hendingar, sum gjørdu allari familjuni fyri skommum. – 1 Mósebók 34:7, 25-31; Galatiabrævið 6:7, 8.

15, 16. Hvussu kunnu vit fáa sannan vísdóm? (Sí eisini rammuna „ Skriftstøð at hugsa um“.)

15 Um Dina lærdi nakað týðandi av hesum, so var tað av ringum royndum. Tíbetur er tað ikki neyðugt hjá teimum, sum elska og akta Jehova, at læra um lívið á henda hátt. Av tí at tey lurta eftir Gudi, velja tey at ’koma saman við vísum’. (Orðtøkini 13:20a) Soleiðis læra tey at skilja „eina og hvørja góða leið“ og sleppa undan óneyðugum trupulleikum og líðingum. – Orðtøkini 2:6-9; Sálmur 1:1-3.

16 Tað ber til hjá øllum, sum veruliga ynskja tað, at fáa vísdóm frá Gudi, um tey gera nakað fyri at fáa hann, eitt nú biðja til Gud og regluliga kanna hansara orð og tilfarið, sum trúgvi og skilagóði tænarin gevur út. (Matteus 24:45; Jákup 1:5) Tað er eisini týðandi at vera eyðmjúkur, og tann eginleikin kemur til sjóndar, tá ið vit eru fús at fylgja vegleiðingini í Bíbliuni. (2 Kongabók 22:18, 19) Til dømis viðurkennir ein tænari hjá Gudi kanska, at hansara hjarta er svikafult og ónt. (Jeremias 17:9) Men er hann, tá ið samanum kemur, so eyðmjúkur, at hann tekur ímóti hjálp og vegleiðing, um tað verður neyðugt?

17. Lýs eina støðu, sum kann taka seg upp í einari familju, og hvussu ein pápi kundi tosað við dóttur sína um støðuna.

17 Hugsa tær hesa støðuna: Ein pápi vil ikki lata dóttur sína og ein ungan mann í samkomuni fara út einsamøll. Dóttirin sigur: „Altso babba, lítur tú ikki á meg? Vit fara ikki at gera nakað skeivt.“ Hon elskar kanska Jehova og hevur bara gott í huga, men gongur hon ’fram í vísdóminum’ frá Gudi? Flýggjar hon undan kynsligum siðloysi? Ella er hon tápulig og ’lítur á sítt [egna] vit’? (Orðtøkini 28:26) Møguliga kemur tú at hugsa um fleiri meginreglur, sum kundu hjálpt hesum pápanum og dóttrini í eini slíkari støðu. – Sí Orðtøkini 22:3; Matteus 6:13; 26:41.

JÓSEF FLÝDDI UNDAN KYNSLIGUM SIÐLOYSI

18, 19. Hvussu varð Jósef freistaður, og hvussu bar hann seg at?

18 Ein ungur maður, sum elskaði Gud og flýddi undan kynsligum siðloysi, var Jósef, hálvbeiggi Dinu. (1 Mósebók 30:20-24) Longu sum smádrongur hevði Jósef við egnum eygum sæð, hvørjar avleiðingar tað fekk, at systir hansara bar seg tápuliga at. Minnið um hetta og ynskið hjá Jósefi um at verða verandi í kærleika Guds, kom honum uttan iva til hjálpar fleiri ár seinni, tá ið kona harra hansara í Egyptalandi „dag eftir dag“ royndi at tøla hann. Av tí at Jósef var trælur, kundi hann ikki bara siga seg úr starvi og rýma. Hann mátti nýta skil og vera djarvur. Og tað gjørdi hann við støðugt at siga seg undan konu Potifar og at enda við at flýggja undan henni. – Les Fyrstu Mósebók 39:7-12.

19 Hevði Jósef verið førur fyri at varðveitt sítt trúfesti móti Gudi, um hann í huganum tráaði eftir kvinnuni ella plagdi at dagdroyma um kynslívið? Allarhelst ikki. Heldur enn at dvølja við tílíkar tankar virðismetti Jósef veruliga sítt samband við Jehova. Tað sæst týðiliga av tí, hann segði við konu Potifar: „Harri mín ... hevur einki sýtt mær – uttan teg, tí tú ert kona hansara! Hvussu skuldi eg nú kunnað gjørt eina so ónda gerð – og syndað móti Gudi!“ – 1 Mósebók 39:8, 9.

20. Hvussu ávirkaði Jehova støðuna hjá Jósefi?

20 Hugsa tær, hvussu glaður Jehova gjørdist av at síggja tann unga Jósef, sum dag eftir dag var trúfastur, hóast hann var langt heimanífrá. (Orðtøkini 27:11) Seinni fekk Jehova tað at passa soleiðis, at Jósef ikki bert varð leyslatin úr fongslinum, men eisini bleiv ovasti ráðharri og matvørufyrisitari í Egyptalandi. (1 Mósebók 41:39-49) Hetta staðfestir tað, sum stendur í Sálmi 97:10: „Tit, ið elska HARRAN, hatið hitt illa! – Hann varðar sálirnar í hinum heiløgu Sínum og fríar tey úr hondum hinna gudleysu.“

21. Á hvønn hátt vísti ein ungur bróðir í Afrika, at hann var trúfastur móti Jehova?

21 Nógvir av Guds tænarum í dag vísa á sama hátt, at teir ’hata hitt illa og elska hitt góða’. (Amos 5:15) Ein ungur bróðir í Afrika hevur fortalt, at ein genta í flokkinum bjóðaði sær at fara í song við honum, um hann vildi hjálpa henni í eini støddfrøðiroynd. „Eg vísti beinanvegin tilboðnum aftur,“ sigur hann. „Við at vera trúfastur móti Jehova havi eg varðveitt mín virðileika og mítt sjálvsvirði, og tað er nógv meira vert enn gull og silvur.“ Tað er satt, at synd kann geva „stutta njóting“, men slíkur stokkutur stuttleiki hevur ofta nógva sorg við sær. (Hebrearabrævið 11:25) Haraftrat bliknar hann púrasta, tá ið hann verður samanborin við varandi lukkuna, vit fáa, um vit akta Jehova. – Orðtøkini 10:22.

LAT OKKARA MISKUNNSAMA GUD HJÁLPA TÆR

22, 23. (a) Hví er støðan ikki vónleys, um ein tænari hjá Gudi syndar álvarsliga? (b) Hvørja hjálp kann ein, sum hevur syndað álvarsliga, fáa?

22 Av tí at vit eru ófullkomin, stríðast vit øll fyri at standa ímóti holdligum lystum og fyri at gera tað, sum er rætt í Guds eygum. (Rómbrævið 7:21-25) Hetta veit Jehova, og hann „minnist, at vit eru dust“. (Sálmur 103:14) Men av og á syndar ein tænari hjá Gudi kanska álvarsliga. Er støðan tá vónleys? Als ikki! Tað kann væl vera, at hann eins og Dávid kongur kemur at kenna beiskar avleiðingar av síni gerð. Men Gud er tó altíð „til reiðar at fyrigeva“ teimum, sum angra og opið ’játta syndir’ sínar. – Sálmur 86:5; Jákup 5:16; les Orðtøkini 28:13.

23 Harumframt hevur Gud í kærleika sínum givið samkomuni andaliga búnar umsjónarmenn, sum bæði eru skikkaðir og til reiðar at hjálpa. (Efesusbrævið 4:8, 11, 12; Jákup 5:14, 15) Teir royna at hjálpa honum, sum hevur syndað álvarsliga, at fáa sítt samband við Gud aftur á beint og at ’vinna sær vit’, so hann ikki ger tað sama umaftur. – Orðtøkini 15:32.

’VINN TÆR VIT’

24, 25. (a) Hvussu vísti ungi maðurin, sum vit lesa um í Orðtøkunum 7:6-23, at hann ’einki skil’ hevði? (b) Hvussu kunnu vit ’vinna okkum vit’?

24 Bíblian tosar um ein persón „við ongum skili“ og um ein, ið „vinnur sær vit“. (Orðtøkini 7:7) Av tí at tey, sum ’einki skil’ hava, eru andaliga óbúgvin og óroynd í tænastuni fyri Jehova, duga tey kanska ikki so væl á at skyna. Eins og tann ungi maðurin, sum verður lýstur í Orðtøkunum 7:6-23, eru tey kanska í størri vanda fyri at synda álvarsliga. Men „tann, ið vinnur vit“, rannsakar sítt innara menniskja við regluliga at biðja til Gud og kanna hansara orð. Og so vítt tað er møguligt í hansara ófullkomnu støðu, roynir hann at fáa bæði tankar, ynski, kenslur og mál at samsvara við tað, sum Gud góðkennir. Soleiðis vísir hann, at hann „elskar lív sítt“, og hann „finnur lukku“. – Orðtøkini 19:8.

25 Spyr teg sjálvan: ’Eri eg púra sannførdur um, at Guds boð eru røtt? Trúgvi eg veruliga, at tað hevur stóra lukku við sær at fylgja teimum?’ (Sálmur 19:8-11; Esaias 48:17, 18) Ivast tú bert eitt lítið sindur, mást tú gera nakað við støðuna. Hugsa um avleiðingarnar av at skúgva Guds lógir til viks. Royn eisini at ’smakka og síggja, at HARRIN er góður’ við at liva í samsvari við sannleikan og við at fylla sinnið við reinum tonkum – við tí, sum er satt, rætt, reint, elskuligt og við eini og hvørji dygd. (Sálmur 34:9; Filippibrævið 4:8, 9) Tú kanst vera vísur í, at jú meira tú gert tað, tess meira fert tú at elska Gud og elska tað, hann elskar, og hata tað, hann hatar. Jósef var ikki fullkomin. Men hann var førur fyri at flýggja undan kynsligum siðloysi, tí hann gjøgnum nógv ár hevði ’vunnið sær vit’ við at lata Jehova forma seg. Vónandi fert tú at gera tað sama. – Esaias 64:7.

26. Hvat týðandi evni fara vit nú at kanna?

26 Tá ið Skaparin gjørdi kynsgøgnini, vóru tey ikki ætlað til leikutoy, men til at geva menniskjunum møguleika at fáa børn og at gleðast um kynslívið í hjúnabandinum. (Orðtøkini 5:18) Guds áskoðan á hjúnabandið verður viðgjørd í teimum báðum næstu kapitlunum.

^ par. 4 Talið í Fjórðu Mósebók fevnir ætlandi um „høvdingar fólksins“, sum dómararnir drupu, ið væl kann hava verið 1.000 mans, umframt teir, sum Jehova drap sjálvur. – 4 Mósebók 25:4, 5.

^ par. 7 Ein frágreiðing um, hvat óreinska og skammleysur atburður merkja, er at finna í greinini „Spørgsmål fra læserne“ í Vagttårnet, 15. juli 2006, sum Jehova vitni hava givið út.

^ par. 9 Orðið „pornografi“, sum tað verður nýtt her, sipar til ónærisligt tilfar, ið verður lýst í myndum, teksti ella ljóði til at elva kynsliga øsing. Pornografi kann fevna um alt frá eini mynd av einum persóni í eini ónærisligari støðu til myndir av kynsligum gerðum av ljótasta slag millum tvey ella fleiri fólk.

^ par. 9 Fleiri upplýsingar um sjálvsnøktan eru at finna í uppískoytinum „Ven teg av við at nøkta teg sjálvan“.

^ par. 10 Matteus 5:29, 30 (NW): „Um nú høgra eyga títt fær teg at snáva, so rív tað út og kasta tað frá tær. Tað er betri, at tú missir ein lim, enn at alt likam títt verður kastað í Gehenna. Og um høgra hond tín fær teg at snáva, so høgg hana av og kasta hana frá tær. Tað er betri, at tú missir ein lim, enn at alt likam títt endar í Gehenna.“