Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 12

Lat tína talu vera uppbyggjandi

Lat tína talu vera uppbyggjandi

„Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging.“ – EFESUSBRÆVIÐ 4:29.

1-3. (a) Hvørja gávu hevur Jehova millum annað givið okkum, og hvussu kann hon misnýtast? (b) Hvussu skulu vit brúka gávuna at tosa, um vit skulu halda okkum í kærleika Guds?

UM TÚ gavst einum, tú ert góður við, eina gávu, hvussu hevði tú so havt tað, um hann við vilja misnýtti hana? Latið okkum siga, at tú gavst honum ein bil, og at tú seinni frætti, at hann hevði koyrt uttan fyrilit og løstað onnur. Hevði tú ikki verið vónbrotin?

2 Jehova hevur givið okkum gávuna at tosa, ja, ’allar góðar gávur og allar fullkomnar gávur’ koma frá honum. (Jákup 1:17) Henda gávan, sum dýrini ikki hava, ger okkum før fyri at seta orð á bæði hugsanir og kenslur. Men eins og ein bilur kann misnýtast, kann gávan at tosa eisini verða misnýtt. Sum tað man harma Jehova, tá ið vit tosa uttan fyrilit og eru orsøk til sorg og pínu hjá øðrum.

3 Skulu vit halda okkum í kærleika Guds, mugu vit brúka taluna soleiðis, sum Jehova hevði ætlað tað. Hann letur ongan iva vera um, hvat slag av talu gleðir hann. Hansara orð sigur: „Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!“ (Efesusbrævið 4:29) Latið okkum kanna, hví vit mugu hava tamarhald á okkara talu, hvussu vit ikki eiga at tosa, og hvussu okkara tala kann vera ’góð til uppbygging’.

HVÍ SKULU VIT ANSA EFTIR, HVUSSU VIT TOSA?

4, 5. Hvussu lýsa nøkur orðatøk í Bíbliuni megina, ið orð hava?

4 Ein týðandi orsøk til, at vit mugu ansa eftir, hvussu vit tosa, er, at orð hava megi. Í Orðtøkunum 15:4 stendur: „Spakfør tunga er træ lívsins, men rangvørg tunga særir hjartað.“ * Eins og vatn fær eitt tyst træ at koma fyri seg, kann ein mild tunga við sissandi talu lívga tey, sum hoyra hana. Sum mótsetningur til hetta kunnu rangvørg orð frá eini spiltari tungu bróta onnur niður. Ja, tað, vit siga, hevur megi at skaða ella grøða. – Orðtøkini 18:21.

5 Eitt annað orðatak lýsir megina, ið orð hava, soleiðis: „Mong tala orð, ið stinga sum svørð.“ (Orðtøkini 12:18) Orð, sum verða søgd í tankaloysi, kunnu geva djúp kenslulig sár og oyðileggja vinaløg. Hava orð nakrantíð kenst sum ein svørðstingur í tínum hjarta? Sama orðatakið sigur eisini: „Tunga hinna vísu er heilsubót.“ Umhugsin orð frá einum, ið speglar vísdómin frá Gudi, kunnu grøða eitt sært hjarta og fáa eitt vinalag aftur á rætt. Hevur tú onkuntíð upplivað ta grøðandi megina í vinaligum orðum? (Les Orðtøkini 16:24.) Tá ið vit vita, hvørja megi orð hava, mugu vit hugsa okkum væl um, so okkara tala kann grøða onnur og ikki skaða tey.

Mild tunga er lívgandi

6. Hví er tað eitt satt stríð at halda tunguni í teymum?

6 Líkamikið hvussu nógva orku vit leggja í, ber tað ikki til hjá okkum at hava fult tamarhald á tunguni. Tað fær okkum at hugsa um eina aðra orsøk til, at vit skulu ansa eftir, hvussu vit tosa. Vit hava vegna synd og ófullkomileika lyndi til at misnýta tunguna. Orð spretta úr hjartanum, og „menniskjahjartans tankar eru óndir“. (1 Mósebók 8:21; Lukas 6:45) Tí er tað eitt satt stríð at halda tunguni í teymum. (Les Bræv Jákups 3:2-4.) Hóast vit ikki til fulnar kunnu fáa tamarhald á tunguni, kunnu vit áhaldandi royna at betra um støðuna. Eins og ein, sum svimur í streymasjógvi, alla tíðina má stríðast ímóti streyminum, mugu vit eisini halda á at stríðast ímóti okkara syndiga lyndi til at misnýta tunguna.

7, 8. Í hvussu stóran mun skulu vit standa Jehova til svars fyri tað, vit siga?

7 Ein triðja orsøk til, at vit skulu ansa eftir, hvussu vit tosa, er, at vit skulu standa Jehova til svars fyri okkara talu. Okkara nýtsla av tunguni ávirkar ikki bara okkara samband við onnur menniskju, men eisini okkara samband við Jehova. Í Brævi Jákups 1:26 stendur: „Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.“ Sum nevnt í undanfarna kapitli er okkara tala ein óloysandi partur av okkara tilbiðing. Hava vit ikki tamarhald á okkara tungu, men oysa út særandi og eitrandi talu, kann øll okkara gudsdyrkan vera nyttuleys í Guds eygum. Er hetta ikki vert at hugsa um? – Jákup 3:8-10.

8 Tað er týðiligt, at vit hava sera góðar grundir til at ansa eftir, at vit ikki misnýta gávuna at tosa. Áðrenn vit fara at viðgera talu, sum er uppbyggjandi, skulu vit umrøða talu, sum als ikki hoyrir heima hjá sonnum kristnum.

NIÐURBRÓTANDI TALA

9, 10. (a) Hvat tos er púra vanligt at hoyra í dag? (b) Hví mugu vit skýggja skammiligt tos? (Sí eisini undirgreinina.)

9 Skammiligt tos. Bannan, blótan og annað skammiligt tos er púra vanligt at hoyra í dag. Nógv hava lyndi til at tosa á henda hátt fyri at leggja dent á okkurt ella fyri at viga upp ímóti sínum avmarkaða orðfeingi. Skemtarar tosa ofta ljótt og ónærisligt fyri at fáa fólk at flenna. Men skammiligt tos er einki at flenna at. Fyri umleið 2.000 árum síðani gav Paulus ápostul samkomuni í Kolosse boð um at gevast við ’skammiligum tosi’. (Kolossebrævið 3:8) Og við samkomuna í Efesus segði hann, at „ótilhoyriligt skemt“ ikki so mikið sum mátti nevnast millum sonn kristin. – Efesusbrævið 5:3, 4.

10 Jehova heldur, at skammiligt tos er andstyggiligt. Og tey, sum elska hann, halda eisini, at tað er andstyggiligt. Okkara kærleiki til Jehova fær okkum at skýggja skammiligt tos. Tá ið Paulus uppreksaði „verk holdsins“, nevndi hann millum annað ’óreinsku’, sum kann fevna um óreina talu. (Galatiabrævið 5:19-21) Hetta er eitt álvarsligt mál. Ein í samkomuni kann verða útihýstur, um viðkomandi stívrendur heldur fram at hava sera ónærisliga, niðurbrótandi og siðspillandi talu, hóast hann ferð eftir ferð hevur fingið leiðbeining um hetta. *

11, 12. (a) Nær kann tað gerast skaðiligt at tosa um onnur? (b) Hví mugu tey, ið tæna Jehova, ikki hava útspillandi talu?

11 Skaðiligt tos og útspilling. Tað er ógvuliga vanligt at tosa um onnur. Men er tað altíð skaðiligt? Ikki tá ið talan er um meinaleyst prát, har tosað verður um okkurt gott ella nyttuligt, til dømis um hvør akkurát er blivin doyptur, ella hvør hevur tørv á troyst. Tey kristnu í fyrstu øld vóru sera áhugað í, hvussu teirra trúarfelagar høvdu tað, og í tí sambandi fortaldu tey eisini hvørjum øðrum viðkomandi tíðindi. (Efesusbrævið 6:21, 22; Kolossebrævið 4:8, 9) Men at tosa um onnur kann vera skaðiligt, um vit reingja sannleikan ella avdúka trúnaðarmál. Og tað kann elva til nakað enn meira álvarsamt, nevniliga útspilling, sum altíð er skaðilig. Útspilling kann lýsast sum falskar ákærur, ið vanæra og oyðileggja umdømið hjá einum øðrum. Til dømis spiltu fariseararnir Jesus út í síni roynd at koma honum í ringt orð. (Matteus 9:32-34; 12:22-24) Útspilling elvir ofta til klandur og stríð. – Orðtøkini 26:20.

12 At summi brúka gávuna at tosa til at spilla onnur út ella sáa split, tekur Jehova í stórum álvara. Hann hatar tey, sum ’seta split millum brøður’. (Orðtøkini 6:16-19) Grikska orðið, sum verður umsett „útspillari“, er diaʹbolos, og tað er eitt heiti, ið verður nýtt um Satan. Hann er „Djevulin“, sum óndskapsfullur spillir Gud út. (Opinberingin 12:9, 10) Vit vilja sjálvandi ikki hava eina talu, sum í roynd og veru kundi gjørt okkum til ein djevul. Einki pláss er í samkomuni fyri útspillandi talu, sum millum annað elvir til ’stríð’ og ’tvídrátt’. (Galatiabrævið 5:19-21) Tí mást tú, áðrenn tú fortelur nakað víðari um onkran, spyrja teg sjálvan: ’Er tað satt? Hevði tað verið vinaligt at sagt øðrum tað? Er tað neyðugt ella ráðiligt at fortelja tað fyri øðrum?’ – Les Fyrra Tessalonikabræv 4:11.

13, 14. (a) Hvussu kann háðandi tala ávirka onnur? (b) Hví kemur ein, sum heldur fram at háða onnur, sær í eina vandamikla støðu?

13 Háðandi tala. Sum áður nevnt hava orð megi at skaða. Av tí at vit eru ófullkomin, siga vit øll av og á okkurt, sum vit angra. Men Bíblian ávarar okkum um eitt slag av talu, sum hvørki hoyrir heima í familjuni ella í samkomuni. Paulus segði við tey kristnu: „Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum!“ (Efesusbrævið 4:31) Í øðrum umsetingum verður orðið „háðan“ endurgivið „ónd orð“, „særandi tala“ og „spottan“. Háðandi tala – eitt nú at geva eyðmýkjandi eyknevni og at koma við ógvisligum og áhaldandi atfinningum – er nakað, sum kann taka virðileikan frá øðrum og fáa tey at kenna seg nyttuleys. Háðandi tala er ógvuliga niðurbrótandi, og í hesum sambandi eru børn, sum jú eru sera kensluborin og vóngóð, serliga viðbrekin. – Kolossebrævið 3:21.

14 Bíblian fordømir strangliga tað at háða – altso vanan at spotta onnur við eyðmýkjandi ella vanærandi talu. Ein, sum heldur fram at tosa soleiðis, kemur sær sjálvum í eina vandamikla støðu, tí ein, ið háðar onnur, kann verða koyrdur úr samkomuni, um hann ikki lurtar eftir tí, sum ferð eftir ferð verður gjørt fyri at hjálpa honum at broyta seg. Og um hann ikki broytir seg, kann hann eisini missa útlitini til signingarnar í nýggja heiminum. (1 Korintbræv 5:11-13; 6:9, 10) So tað er týðiligt, at vit ikki kunnu halda okkum í kærleika Guds, um vit halda fram at hava skaðiliga, ósanna ella óvinaliga talu. Sovorðin tala er niðurbrótandi.

UPPBYGGJANDI TALA

15. Hvør tala er ’góð til uppbygging’?

15 Hvussu kunnu vit brúka gávuna at tosa, soleiðis sum Jehova ætlaði tað? Minst til, at Guds orð eggjar okkum til bert at tala tað, sum er ’gott til uppbygging’. (Efesusbrævið 4:29) Tað gleðir Jehova, tá ið vit hava uppbyggjandi talu, sum uggar og styrkir onnur. Slík tala krevur, at vit hugsa okkum væl um. Vit finna onga reglugerð í Bíbliuni, sum vit skulu fylgja í hesum sambandi, og har er heldur eingin listi við góðkendum sløgum av ’heilnæmari’, ella gagnligari, talu. (Titus 2:8) Skulu vit hava talu, sum er ’góð til uppbygging’, mugu vit hava tríggjar einfaldar men týðandi lutir í huga, sum eyðmerkja uppbyggjandi talu, nevniliga at hon skal vera gagnlig, sonn og vinalig. Latið okkum tí kanna nøkur fá dømi um uppbyggjandi talu. – Sí rammuna „ Er mín tala uppbyggjandi?

16, 17. (a) Hví skulu vit rósa øðrum? (b) Nær kunnu vit rósa øðrum í samkomuni? í familjuni?

16 Ektað rós. Bæði Jehova og Jesus vita, hvussu umráðandi tað er at rósa og viðurkenna onnur. (Matteus 3:17; 25:19-23; Jóhannes 1:48) Sum sonn kristin eiga vit at rósa øðrum av hjartanum. Hví? Í Orðtøkunum 15:23 stendur: „Hvussu gott er ikki orð, sagt í rættari tíð!“ Spyr bara teg sjálvan: ’Hvussu havi eg tað, tá ið onkur rósar mær av hjartanum? Er tað ikki nakað, sum gleðir og uppbyggir meg?’ Jú, ektað rós vísir, at onkur hugsar um teg og er góður við teg, og at tað, sum tú gjørdi, var stríðið vert. At fáa sovorðna viðurkenning styrkir sjálvsálitið, og tú fært hug at gera tær enn størri ómak. Tá ið tær nú dámar at fáa rós, eigur tú so ikki eisini at gera alt, tú kanst, fyri at geva rós? – Les Matteus 7:12.

17 Ven teg at hyggja eftir tí góða í øðrum og rósa teimum. Tú hoyrir kanska ein góðan fyrilestur á einum møti í samkomuni, leggur til merkis, at ein av teimum ungu ger andalig framstig, ella sært ein av teimum eldru koma trúfast á møtini hóast avmarkingar, ið kunnu koma við aldrinum. Ektað rós kann nema teirra hjarta og styrkja tey andaliga. Í familjuni hava maður og kona tørv á at fáa rós og viðurkenning frá hvørjum øðrum. (Orðtøkini 31:10, 28) Serliga børn hava brúk fyri uppmerksemi og kærleika. Børn hava líka stóran tørv á at fáa rós og viðurkenning, sum ein planta hevur tørv á sólarljósi og vatni. Tit foreldur mugu leita eftir møguleikum at rósa børnunum fyri teirra góðu eginleikar og tað góða, tey gera. Gera tit tað, fáa børnini helst størri dirvi og sjálvsálit, og tað kann geva teimum enn størri hug til at gera tað rætta.

18, 19. Hví eiga vit at gera okkara besta fyri at uppbyggja og troysta okkara trúarfelagar, og hvussu gera vit tað?

18 Uppbygging og troyst. Jehova hevur inniliga umsorgan fyri teimum ’niðurboygdu’ og ’sundursoraðu’. (Esaias 57:15) Hansara orð eggjar okkum til at ’uppbyggja hvør annan’ og at ’troysta hini mótfalnu’. (1 Tessalonikabræv 5:11, 14) Vit kunnu vera vís í, at Jehova bæði varnast tað og verður glaður, tá ið vit uppbyggja og troysta okkara trúarfelagar, sum ikki hava tað gott.

Jehova verður glaður, tá ið vit uppbyggja onnur við okkara talu

19 Men hvat kanst tú siga fyri at uppbyggja ein trúarfelaga, sum hevur mist mótið ella er tunglyndur? Tú skalt ikki føla, at tú noyðist at loysa trupulleikan. Fá orð eru ofta tað, sum riggar best. Vissa tann niðurboygda um, at tú ert góður við hann og hugsar um hann. Bjóða tær at biðja eina bøn saman við honum. Tú kanst biðja Jehova hjálpa viðkomandi at skilja, at bæði Jehova og onnur eru góð við hann. (Jákup 5:14, 15) Lat hann vita, at hann er virðismettur, og at tørvur er á honum í samkomuni. (1 Korintbræv 12:12-26) Les eitt uggandi ørindi fyri honum úr Bíbliuni, sum vissar hann um, at Jehova veruliga leggur í hann. (Sálmur 34:19; 55:23) Gevur tú tær góða tíð til at siga eitt „blídligt orð“ við tann mótfalna og gert tað av hjarta, hjálpir tað honum uttan iva at kenna seg elskaðan og virðismettan. – Les Orðtøkini 12:25.

20, 21. Hvussu verður vegleiðing munagóð?

20 Munagóð vegleiðing. Av tí at vit eru ófullkomin, hava vit øll tørv á vegleiðing av og á. Bíblian sigur: „Lurta eftir ráðum og tak við tykt, so tú kanst verða vísur til endan!“ (Orðtøkini 19:20) Tað eru ikki bara teir elstu, sum kunnu geva vegleiðing. Foreldur vegleiða børn. (Efesusbrævið 6:4) Búnar systrar noyðast kanska at vegleiða yngri kvinnur. (Titus 2:3-5) Kærleiki fær okkum at geva øðrum vegleiðing, sum er løtt hjá teimum at taka við, uttan at tey missa mótið. Hvat kann hjálpa okkum at geva slíka vegleiðing? Hugsa um trý viðurskifti, sum kunnu gera vegleiðingina meira munagóða – hugburðurin og ætlanin hjá vegleiðaranum, grundarlagið undir vegleiðingini, og hvussu hon verður givin.

21 Munagóð vegleiðing byrjar hjá vegleiðaranum. Spyr teg sjálvan: ’Nær er tað lætt hjá mær at lurta eftir vegleiðing?’ Tá ið tú veitst, at tann, sum vegleiðir teg, er góður við teg, ikki er illur og ikki hevur nakra dulda ætlan, er tað lættari at taka við vegleiðingini. Eigur tað sama so ikki at vera galdandi fyri teg, tá ið tú vegleiðir onnur? Góð vegleiðing er eisini grundað á Guds orð. (2 Timoteus 3:16) Uttan mun til um vit endurgeva beinleiðis úr Bíbliuni ella ikki, eigur hon at vera grundarlagið undir allari vegleiðing, sum vit geva. Tí mugu teir elstu ansa væl eftir, at teir ikki noyða onnur at hava somu meining sum teir; og teir royna heldur ikki at benda og snara tí, sum stendur í Bíbliuni, so tað sýnist, sum hon stuðlar teirra persónligu áskoðan. Vegleiðing riggar eisini betur, um hon verður givin á rættan hátt. Tá ið vegleiðing er kryddað við vinsemi, er hon lættari at taka ímóti, og tann, sum fær hana, varðveitir sín virðileika. – Kolossebrævið 4:6.

22. Hvussu vilt tú brúka gávuna at tosa?

22 At kunna tosa er av sonnum ein dýrabar gáva frá Gudi. Okkara kærleiki til Jehova eigur at fáa okkum at brúka, ikki misbrúka, hesa gávuna. Latið okkum minnast til, at tað, vit siga, hevur megi – megi at byggja upp ella bróta niður. Tí mugu vit leggja okkum eftir at brúka gávuna, soleiðis sum Jehova ætlaði tað – „til uppbygging“. So fer tað, vit siga, at gleða onnur og hjálpa okkum at verða verandi í kærleika Guds.

^ par. 4 Hebraiska orðið, sum í Orðtøkunum 15:4 er umsett ’rangvørgur’, kann eisini týðast „óreiðiligur, spiltur“.

^ par. 10 Í Bíbliuni hevur orðið „óreinska“ breiðan týdning, sum kann fevna um fleiri ymisk sløg av syndum. Hóast óreinska ikki altíð krevur, at ein dómsnevnd tekur málið upp, kann ein í samkomuni verða útihýstur, um hann heldur fram at fremja grova óreinsku og ikki angrar. – 2 Korintbræv 12:21; Efesusbrævið 4:19; sí „Spørgsmål fra læserne“ í Vagttårnet, 15. juli 2006.