Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

UPPÍSKOYTI

Blóðúrdráttir og viðgerðarhættir

Blóðúrdráttir og viðgerðarhættir

Blóðúrdráttir. Hesir verða vunnir úr teimum fýra høvuðslutunum í blóðinum, sum eru: reyðir blóðkroppar, hvítir blóðkroppar, blóðplátur og blóðvæta. Til dømis innihalda reyðir blóðkroppar proteinið blóðreyða (hæmoglobin). Heilivágur, sum er framleiddur úr blóðreyða frá menniskjum ella dýrum, hevur verið brúktur til at viðgera sjúklingar við bráðfeingisblóðtroti ella ógvisligum blóðmissi.

Í blóðvætu – sum er 90 prosent vatn – eru nógv hormon, ólívrunnin sølt, kveikar (ensym) og føðsluevni, harímillum mineral og sukur. Í blóðvætu eru eisini storkningarevni, mótevni til at vinna á sjúku og protein, eitt nú albumin. Immunglobulin, ið verður givið sum innspræning móti ávísum sjúkum, er vunnið úr blóðvætu frá fólkum, ið longu eru órinin fyri smittuevnunum. Úr hvítum blóðkroppum ber til at framleiða interferonir og interleukinir til at viðgera ávísa virussmittu og krabbasjúkur.

Kunnu sonn kristin góðtaka viðgerð, sum fevnir um at nýta blóðúrdráttir? Av tí at Bíblian ikki fer í smálutir hesum viðvíkjandi, má hvør einstakur við góðari samvitsku fyri Gudi taka sína egnu avgerð. Nøkur vilja als ikki hava nakran úrdrátt, tí tey hugsa sum so, at Guds lóg til ísraelsfólk kravdi, at blóðið av einum dýri skuldi „renna út á jørðina“. (5 Mósebók 12:22-24) Onnur, sum heldur ikki vilja hava flutning av fullblóði ella teimum fýra høvuðslutunum í blóðinum, taka kanska ímóti viðgerð, sum fevnir um at nýta ein blóðúrdrátt. Tey koma kanska til ta niðurstøðu, at úrdrátturin, sum er vunnin úr blóði, einaferð á leiðini heldur uppat at umboða lívið hjá tí menniskjanum ella dýrinum, sum blóðið er tikið av.

Tá ið vit skulu taka avgerðir um blóðúrdráttir, eiga vit at spyrja okkum sjálv: ’Eri eg greiður yvir, at eg, um eg sigi nei til allar blóðúrdráttir, eisini sigi nei til ávísan heilivág, ið kann basa sjúkum ella fáa blóðið at storkna og harvið steðga bløðing? Dugi eg at greiða einum lækna frá, hví eg góðtaki ella ikki góðtaki summar blóðúrdráttir?’

Viðgerðarhættir. Hesir fevna millum annað um at tynna blóðið (hæmodilutión) og at endurvinna blóðið (cell-saver). Tá ið blóðið verður tynt, verður nakað av blóðinum leitt úr kroppinum, býtt um við eftirgjørda blóðvætu og seinni leitt aftur í sjúklingin. Í sambandi við at endurvinna blóðið, verður blóð, ið sjúklingurin annars hevði mist undir skurðviðgerð, sogið upp og leitt aftur í kroppin. Blóðið verður sogið upp úr einum sári ella eini holu í kroppinum, reinsað ella sílað og síðani leitt aftur í sjúklingin. Av tí at tað kann vera ymiskt frá lækna til lækna, hvussu hesar viðgerðirnar verða framdar, eiga vit at finna út av, hvat læknin ætlar sær at gera.

Tá ið vit skulu taka avgerðir um hesar viðgerðarhættirnar, kunnu vit spyrja okkum sjálv: ’Verður nakað av mínum blóði ført út úr kroppinum, og verður blóðstreymurin kanska enntá steðgaður eina løtu, kann eg so við góðari samvitsku siga, at hetta blóðið enn er ein partur av mær, og at tað tí ikki er neyðugt at „lata tað renna út á jørðina“? (5 Mósebók 12:23, 24) Hevði tað nívt mína bíbliuvandu samvitsku, um nakað av mínum egna blóði varð ført út úr kroppinum, tillagað og ført inn aftur í kroppin? Eri eg greiður yvir, at um eg nokti alla læknaviðgerð, har mítt egna blóð verður nýtt, so sigi eg eisini nei til blóðroyndir, at blóðið verður reinsað (hæmodialysu) og til nýtslu av hjarta-lungnamaskinu?’

Vit mugu sjálv gera av, hvussu vit vilja, at okkara egna blóð verður viðfarið undir skurðviðgerð. Tað sama er galdandi í sambandi við kanningar og viðgerðir, ið fevna um at taka eina lítla nøgd av okkara egna blóði og møguliga tillaga tað og síðani spræna tað innaftur.