Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

UPPÍSKOYTI

Ven teg av við at nøkta teg sjálvan

Ven teg av við at nøkta teg sjálvan

Sjálvsnøktan er ein ringur vani, sum fremur ein sjálvsøknan atburð, bronglar sinnið og skaðar andaligu heilsuna. * Ein, ið nøktar seg sjálvan, kann eisini fara at meta onnur, sum vóru tey bara til fyri at nøkta kynsliga tørvin hjá honum. Hjá einum slíkum persóni hevur tað kynsliga einki við kærleika at gera, tað er bara nakað, sum gevur stutta njóting og lættir kynsliga øsing. Men tað lættir bara fyribils. Við sjálvsnøktan verða teir jørðisku limirnir ikki doyvdir, tá ið talan er um „siðloysi, óreinsku [og] girndarbruna“, teir verða tvørturímóti stimbraðir. – Kolossebrævið 3:5.

Paulus ápostul skrivaði: „Elskaðu míni, ... latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda – og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta!“ (2 Korintbræv 7:1) Er tað eitt stríð hjá tær at fylgja hesi leiðbeiningini, mást tú ikki missa mótið. Jehova er altíð „til reiðar at fyrigeva“ og hjálpa. (Sálmur 86:5; Lukas 11:9-13) Tínar skuldarkenslur og tínar royndir at sleppa vananum – hóast tú onkuntíð dettur aftur í gamla lagið – vísa, at tú hevur rætta hugburðin. Minst eisini til, at „Gud [er] størri enn hjarta okkara og veit alt“. (1 Jóhannes 3:20) Jehova sær meira enn okkara syndir, hann sær alt menniskjað, sum tað er. Hann kennir okkum og lurtar við samkenslu eftir okkara inniligu bønum um miskunn. Tí mást tú ongantíð troyttast av at biðja eyðmjúkar og ærligar bønir til Gud, eins og eitt barn, ið fer til pápa sín, tá ið tað er komið illa fyri. Jehova fer at geva tær eina reina samvitsku. (Sálmur 51:3-14, 19; Esaias 1:18) Tú mást sjálvandi taka stig til at fylgja tí, sum tú hevur biðið um. Til dømis mást tú sleppa tær undan øllum sløgum av pornografi og eisini ringum felagsskapi. *

Heldur tú fram at hava trupulleikar við sjálvsnøktan, mást tú ikki aftra teg at tosa við ein, sum er andaliga búgvin, kanska pápa tín ella mammu tína ella ein góðan vin. * – Orðtøkini 1:8, 9; 1 Tessalonikabræv 5:14; Titus 2:3-5.

^ par. 1 Sjálvsnøktan vil siga at øsa kynsgøgnini fyri at fáa kynsligan fulnað.

^ par. 2 Nógvar familjur hava tikið tað fyrivarnið at seta telduna í eitt felagsrúm. Haraftrat keypa nakrar familjur forrit, ið síla óynskt tilfar frá. Hav eisini í huga, at tað ber til at fara á internetið við snildfonum og líknandi, og at einki forrit, ið sílar óynskt tilfar frá, er púrasta álítandi.

^ par. 1 Nøkur ítøkilig uppskot um, hvussu tað ber til at venja seg av við at nøkta seg sjálvan, eru at finna í greinini „Unge spørger: Hvordan kan jeg komme af med denne vane?“ í Vågn op! november 2006, og í bókini Unge spørger — Svar der duer, bind 1, síðurnar 178-182.