Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 117

Jehova lærir okkum

Jehova lærir okkum

(Esaias 50:4; 54:13)

1. Komið við gleði og lærið um Jehova,

her rennur lívsvatn, sum øll kunnu fá.

Lærarin stóri gevur tí svanga

heilnæma læru og nøktandi ráð.

2. Aldri vit geva uppat at koma saman;

sameind í kærleika eru vit vard.

Andi Jehova styrkir og leiðir;

her skínur ljósið, her verða vit lærd.

3. Søtur er sangur á lærisveinatungu.

Sangurin gevur tí trúfasta mátt.

Latið tí okkum savnast í trúnni,

tæna Jehova á degi og nátt.