Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 114

Bók Guds — ein dýrgripur

Bók Guds — ein dýrgripur

(Orðtøkini 2:1, 4)

1. Ein bók er til, so full av góðum orðum,

ið geva stóran frið og birta vón.

Hon vekur undran, hevur í sær megi,

kann geva ’deyðum’ lív og ’blindum’ sjón.

Tað er Guds orð, sum trúgvir menn í forðum

við halgum anda hava fest á blað,

teir fingu boð og sjónir frá Jehova

og lótu okkum tað, teir høvdu sæð.

2. Um heimin sigur Bíblian, sum satt er,

av fyrstum skapti Gud í veldi alt.

Hann gjørdi jørð og himmal, birti lívið,

gav menniskjanum boð — um lív tað galt.

Tá reisti óndur eingil seg við svikum,

beyð Gudi av og lokkaði í synd.

Hann leiddi menniskju í sváran trældóm,

tó lovar Gud at broyta hesa mynd.

3. Vit frætta longu gleðiboð um Ríkið,

sum nú í himli hevur skipað stjórn.

Jehova tryggjar øllum teimum frelsu,

ið elska hann sum góð og lýðin børn.

Í hesi halgu bók er mergjað føði,

eitt andligt borð er búgvið okkum til;

hon bjóðar frið, ið ber av øllum viti.

Guds egni bókagripur gevur skil.