Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 7

Kristin vígsla

Kristin vígsla

(Hebrearabrævið 10:7, 9)

1. Jehova Gud, alt tú eigur.

Tú skapaði ein stað

við plantum, djórum, menniskjum,

sum áður ei var sæð.

Frá tær kom lívsandi, Faðir,

til alt í víðu verð.

Ja, verdur ert tú til takk og prís

frá øllum, sum búgva her.

2. Í Jordan Jesus varð doyptur,

tá bað hann: ’Faðir mín,

her standi eg til reiðar,

eg skal gera vilja tín.’

Um hetta var frammanundan

í sálmi boðað frá.

Nú salvaður hann við andanum

skal fremja Guds vísu ráð.

3. Jehova, lívið vit leggja

so trygg í tína hond.

Tú læt eitt offur dýrabart,

ið loysti deyðans bond.

Við dópi, Faðir, vit biðja:

’Tín vilja okkum lær.

Í lívi og deyða, Skapari,

vit valdu at tæna tær.’