Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 18

Gud, trúgvur í kærleika

Gud, trúgvur í kærleika

(Esaias 55:1-3)

1. Kærleiks Gud trúgvur er,

miskunn hans er opinber.

Sonin læt hann verða bót,

syndaárin tók við rót.

Vón um ævigt lív varð birt,

trúgvin á Guds lyfti styrkt.

(NIÐURLAG)

Øll, ið tysta, kunnu fá

svalligt vatn úr lívsins á.

Vatnið stillar alla trá,

drekkið úr lívsins á.

2. Kærleiks Gud trúgvur er,

bjarta vón um frelsu ber.

Sonur Guds fekk kongamakt

eftir Dávids gomlu pakt.

Ríki Guds er longu føtt,

Paradísið kemur skjótt!

(NIÐURLAG)

Øll, ið tysta, kunnu fá

svalligt vatn úr lívsins á.

Vatnið stillar alla trá,

drekkið úr lívsins á.

3. Kærleiks Gud trúgvur er,

lærir fólk sítt kærleiksgerð.

Tit, ið elska sannleikan,

óttist Gud, ið frelsa kann.

Berið lítillætnum troyst,

sig, úr synd tey verða loyst.

(NIÐURLAG)

Øll, ið tysta, kunnu fá

svalligt vatn úr lívsins á.

Vatnið stillar alla trá,

drekkið úr lívsins á.

(Sí eisini Sl. 33:5; 57:11; Ef. 1:7.)