Sangur 23
Jehova, styrki okkara
1. Stóri Jehova, hoyr fagnaðarróp!
Tú okkum frelsti, ein vaksandi hóp.
Vit eru vitni, ið tala um teg,
øll fáa boð, kunnu velja tín veg.
(NIÐURLAG)
Jehova, vár Gud, á degi og nátt
veitir tú vitnum styrki og mátt.
Trygg tí vit leita í skýlið hjá tær,
stóri Jehova Gud, ver okkum nær!
2. Ljósið frá tær gevur gleði og vón,
einfaldur fatar, og blindur fær sjón.
Kanna vit orð títt um frelsunnar veg,
læra vit, Gud vár, at tilbiðja teg.
(NIÐURLAG)
Jehova, vár Gud, á degi og nátt
veitir tú vitnum styrki og mátt.
Trygg tí vit leita í skýlið hjá tær,
stóri Jehova Gud, ver okkum nær!
3. Faðir, bleiv vilji tín okkara lóg,
tá móti Satan sum verja tú stóð.
Fíggindin herjar í øði, men sæl
liva, á Gud, tey, sum tú vardi væl.
(NIÐURLAG)
Jehova, vár Gud, á degi og nátt
veitir tú vitnum styrki og mátt.
Trygg tí vit leita í skýlið hjá tær,
stóri Jehova Gud, ver okkum nær!
(Sí eisini 2 Sám. 22:3; Sl. 18:3; Es. 43:12.)