Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 26

Gakk við Gudi!

Gakk við Gudi!

(Mika 6:8)

1. Gakk varliga á lívsins leið,

so Gud kann fylgjast við.

Ver eyðmjúkur og falsleysur,

fá signing Guds og frið.

Goym sannleika í hjartanum

og lít á vitug ráð,

tá gongur tú so trygt og fjálgt

sum barnið faðir hjá.

2. Gakk reinlyntur í fylgi Guds

og skýggja rangan veg,

tá mennist tú og búnast væl,

og Gud kann gleða seg.

Lat tankar tínar steðga við

alt gott og reint og satt,

tí Faðirin er álitið,

hann beinir teg á rætt.

3. Gakk altíð trúgvur við Guds lið,

et nøgdur dagligt breyð.

Í lítillæti óttast Gud,

hann lættir alla neyð.

Ja, gakk við Gudi, boða frá,

at Ríkið nú er nær.

Eitt lív so eydnusælt og ríkt

er lønin, ið tú fær.