Sangur 2
Vit takka tær, Jehova
1. Vit takka, Jehova, á degi og nátt,
at sannleikin gav okkum vón og mátt.
Vit takka, at tú hoyrir eyðmjúka bøn,
at líta á teg gevur ríka løn.
2. Vit takka, Jehova, at tú sendi troyst,
vit vórðu við Kristi frá syndum loyst.
Vit takka, tú okkum vilt beina á veg.
’Lat vilja tín verða,’ vit biðja teg.
3. Vit takka, Jehova, tú skapar alt nýtt,
ein heim, har tað góða kann mennast frítt.
Vit takka, at vit kunnu boða um teg,
um navn títt og sannleikans góða veg.
(Sí eisini Sl. 50:14; 95:2; 147:7; Kol. 3:15.)