Sangur 35
Takksemi um langmóð Guds
1. Faðir, tú elskar rættferð og rætt,
tú eigur vald og talar satt.
Hvussu, Jehova, fært tú sæð
óndskapin vaksa dag um dag?
Aldri vart tú ov seinur á ferð,
framdi í røttu tíð tína gerð.
Vit líta á tín frelsuveg,
takk Gud, at langmóð eyðkennir teg.
2. Í tínum himli eitt túsund ár
svunnu sum dagurin í gjár.
Skjótt lýsir fyri degnum, tá
tú skipar rættin foldum á.
Um tú enn hatar syndarans veg,
fevnir tú hann, ið umvendir seg.
Takksom og trygg, í vónum vís,
gleðast vit um at bera tær prís.
(Sí eisini Luk. 15:7; 2 Pæt. 3:8, 9.)