Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 42

’Takið tykkum av hinum veiku’

’Takið tykkum av hinum veiku’

(Ápostlasøgan 20:35)

1. Vesalig, sum dust á vekt,

eru øll á fold,

men Gud elskar tað, sum hann

evnaði úr mold.

Hann vísti miskunn, tá

syndin sum byrða lá.

Ver sum Gud, ið gevur sær

far um veikligt hold.

2. ’Hvør var veikur, uttan at

eg varð veikur við?’

Paulus sýndi samhuga,

sannan kristnan sið,

vísti til Krist, at hann

tók á seg syndabann

fyri teg og bróðurin

undir tíni lið.

3. Lítið virdur ofta er

veikur her í verð,

lat hann kenna kærleikan,

sum av øllum ber.

Rætt honum bróðurhond,

knýt við hann vinabond.

Kanska er tín stuðul júst

tað, sum munin ger.