Sangur 111
Hann skal rópa
1. Lívið, sum roykur, steðgar á eitt bil
og burtur er í morgin.
Tann, ið vit elska, er ei longur til
bert gráturin og sorgin.
Er so einki meir, tá ein maður doyr?
Gud sítt lyfti gevur, hoyr:
(NIÐURLAG)
’Eg skal rópa, tú skalt svara,
rísa upp hin síðsta dag.
Eg goymi teg í minni,
havi skrivað teg á blað.
Lít á meg og ivast ikki,
tær er búgvið betri stað.
Í ævir skalt tú liva,
fagna lívinum hvønn dag.’
2. Gud minnist væl tann vin, sum deyðin tók,
er hjá, har sorgin nívir.
Navnið er fest í lívsins dýru bók
— eitt troystarorð, ið lívir.
Hann skal rakna við, Gud skal veita grið,
Paradís og sælan frið.
(NIÐURLAG)
’Eg skal rópa, tú skalt svara,
rísa upp hin síðsta dag.
Eg goymi teg í minni,
havi skrivað teg á blað.
Lít á meg og ivast ikki,
tær er búgvið betri stað.
Í ævir skalt tú liva,
fagna lívinum hvønn dag.’
(Sí eisini Jóh. 6:40; 11:11, 43; Ják. 4:14.)