Sangur 65
Her er lívsins leið
1. Ein friðarleið er til,
sum Jesus segði frá,
ein aldagomul leið,
so góð at ganga á.
Tín fótur stígur lætt,
tú kennir sannan frið.
Jehova fylgir tær,
her veitst tú, hann er við.
(NIÐURLAG)
Kom, her er lívsins leið, ja, lívsins leið.
Vík ikki frá, tú ert á røttu leið.
Hoyr, røddin kallar: ’Kom hesa leið!
Hygg ikki burt, tí her er lívsins leið!’
2. Ein kærleiksleið er til,
har gongur Gud við tær.
Hann læt teg finna seg,
nú er hann altíð nær.
Guds stóri alskur fer
um dalar og um fjøll,
á hesi fjálgu leið
hann nemur okkum øll.
(NIÐURLAG)
Kom, her er lívsins leið, ja, lívsins leið.
Vík ikki frá, tú ert á røttu leið.
Hoyr, røddin kallar: ’Kom hesa leið!
Hygg ikki burt, tí her er lívsins leið!’
3. Hygg, her er lívsins leið,
hví líta afturum?
Vit fingu djúpan frið,
ið bar at hjartanum.
Vit sóu kærleikan,
sum lætt at øllum rakk.
Vit funnu lívsins leið,
takk, stóri Faðir, takk!
(NIÐURLAG)
Kom, her er lívsins leið, ja, lívsins leið.
Vík ikki frá, tú ert á røttu leið.
Hoyr, røddin kallar: ’Kom hesa leið!
Hygg ikki burt, tí her er lívsins leið!’
(Sí eisini Sl. 32:8; 139:24; Orðt. 6:23.)