Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 48

Dag um dag liva vit við Jehova

Dag um dag liva vit við Jehova

(Mika 6:8)

1. Dag um dag øll eyðmjúk kunnu

ganga trygg við Gudi hond í hond.

Sannur heiður er at hava

stóra alheims Faðir sín í nánd.

Øllum stendur enn í boði

frítt at velja lív og leið.

Verða vit tí vígd Jehova,

liggur okkara støða greið.

2. Dómur Harrans verður feldur,

skilligt er, at endin nú er nær.

Vitni verða hótt og vanvird,

mongum tykist frelsuvónin fjar.

Men Jehova Gud kann verja

tann, ið óttafullur er,

so vit kunnu tæna honum,

altíð, hvagar enn leiðin ber.

3. Gud fekk sjálvur hjálp til vega,

gav sítt orð, sín halga anda við.

Hann gav okkum kristnar brøður,

lærdi okkum góðan bønasið.

Liva vit so við Jehova,

læra har alt gott og satt,

eins og børn vit taka eftir,

fylgja Harranum, fremja rætt.