Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 12

Lyftið um ævigt lív

Lyftið um ævigt lív

(Sálmur 37:29)

1. Avgjørd var Skaparans ætlan,

tí sigur Bíblian frá:

’Jørðin við eyðmjúkum fólki

skal í ævirnar stá.’

(NIÐURLAG)

Gud lovaði lívið,

í vónini blívið!

Hann eigur alt valdið

og ger tað, hann vil.

2. Paradís verður á foldum,

burtur er deyði og synd.

’Alt verður nýtt,’ sigur Harrin,

málar friðsæla mynd.

(NIÐURLAG)

Gud lovaði lívið,

í vónini blívið!

Hann eigur alt valdið

og ger tað, hann vil.

3. Deyð skulu skjótt rísa aftur,

gloymd verða sorgartung ár.

Miskunnar Gud gevur gætur,

turkar burtur øll tár.

(NIÐURLAG)

Gud lovaði lívið,

í vónini blívið!

Hann eigur alt valdið

og ger tað, hann vil.